til í summar fara átta fólk, sum býráðsformaðurin í Havn hevur valt, at orða eitt álit um, hvør politikkur skal rekast á mentunarøkinum í Tórshavnar kommunu. - Eins væl og tað hevur verið saknur í álitum [...] at hoyra allar partar í mentunarlívinum í Tórshavnar kommunu. - Ítróttin og trúarlívið eru ikki partur av arbeiðinum hjá bólkinum, tó so at limir í arbeiðsbólkinum hava innlit í hesi viðurskifti og kunnu [...] at vera rúm á fíggjarlógini fyri at seta meiri pengar av til mentan. Vit eiga at seta pengar av til mentanina lutfalsliga í sama mun sum vit seta pengar av til onnur øki. Álitið kann tískil fáa týdning
lag gjørdi nú í heyst: Seta eina lýsing í bløðini og siga, at álmanakki felagsins, sum nú er komin í 15-20 ár, við hesum ikki kemur útaftur. Um tað er tí at tey taka 2000 trupulleikan í so stórum álvara [...] kvøldið í árinum, sum fór, og hevði hoyrt útvarpsopussið um landsverkfrøðingin og strandferðsluna, var tað ikki bara í skemti, at eg tók nakað soleiðis til: Góða nátt, kanska síggjast vit aftur í morgin [...] at í hvussu er eitt gott er við rithøvundavirkseminum hjá Oddvør, hon kann ikki sigast upp. Og skuldi tað hent, at onkur, í fluttari merking, vágaði sær at siga henni upp, so ivist eg onga løtu í, at
sum vit onnur eru í túnunum heima í Føroyum - so verða myndugleikarnir í sivilisatiónini tilkallaðir. Fyrsta stigið er at senda fólk avstað umborð á tyrlum fyri at kanna, um nú nakað er í tíðindunum, sum [...] flogførini av hesum ísraelska slagnum, sum venezuelarar í síni tíð keyptu. Hitt flogfarið er vrak og liggur í einari mýru sunnanfyri flogvøllin. Í apríl í fjør var vaktarskifti á hernaðarstøðini. Hermenninir [...] inn klokkan níggju. Teir innføddu yanoamiindianararnir her í Amazonøkinum í Venezuela hildu ikki jól, og tað vil siga, at einasta jólahaldið her í Parima var tad føroyska - burtursæð frá á hernaðarstøðini
ta útbúgvingina, so hann slapp ikki í læru. Men í staðin slapp hann at arbeiða har í tvey ár, til hann slapp inn á filmskúlan og fekk útbúgving sum sjónvarpsprodusari í 1994. Endaligi filmurin hjá Peri var [...] lønini, sum eg fái í dag, um mær dámdi at gera eina ávísa sending, sigur Per álvarsamur. Ikki brúktur í Føroyum Men vit kunnu spyrja okkum, hví mest eftirspurdi sjónvarpsprodusarin í Danmark, sum er føroyingur [...] má vera at skapa dagsordan í samfelagnum, men aloftast er tað so í Føroyum, at dagsordanin verður skaptur av sær sjálvum. Fór at finna avbjóðingar Per flutti til Danmarkar í 1990. Ta fyrstu tíðina arbeiddi
kórleiðari ferðast Steen Lindblom nógv burtur í lond eitt nú til uppgávur við professionellu útvarpskórunum í Wien, Berlin, í Hollandi og í Belgia, har hann júst í hesum døgum arbeiðir við einari konsertskrá [...] tað í sínum endamáli at birta upp undir kórsang í Føroyum, tekur nú tað stig, at bjóða kórleiðarum á vikuskiftisskeið. Skeiðið verður nú 19., 20. og 21. februar hildið í sangstovu Kommunuskúlans í Havn [...] sum er kendur í føroyska kórheiminum bæði sum høvuðsleiðari á árskórstevnuni tvær ferðir ? í Havn og í Klaksvík ? og sum musikalskur ábyrgdarmaður av stevnuni Kórstevnur Føroya Tríati Ár í1997 saman við
lag gjørdi nú í heyst: Seta eina lýsing í bløðini og siga, at álmanakki felagsins, sum nú er komin í 15-20 ár, við hesum ikki kemur útaftur. Um tað er tí at tey taka 2000 trupulleikan í so stórum álvara [...] kvøldið í árinum, sum fór, og hevði hoyrt útvarpsopussið um landsverkfrøðingin og strandferðsluna, var tað ikki bara í skemti, at eg tók nakað soleiðis til: Góða nátt, kanska síggjast vit aftur í morgin [...] at í hvussu er eitt gott er við rithøvundavirkseminum hjá Oddvør, hon kann ikki sigast upp. Og skuldi tað hent, at onkur, í fluttari merking, vágaði sær at siga henni upp, so ivist eg onga løtu í, at
og er sera glað um tey tilboð, ið nú eru til tey, ið eru inni í skipanini í meira enn 6 mánaðir. Hon metir tað vera umráðandi at fáa fólk í gongd, og hon nevnir skeið innan oljuvinnu uttanlanda, sum fólk [...] hava dagstovn Í prátinum við Karina varð farið víða, frá hvussu páparnir eru komnir meira við í ansing av børnum til javnstøðulóg, og henda kvinna, ið hevur drúgvar royndir á so nógvum økjum í samfelagnum [...] greitt, at hon veit hvat hon prátar um. Vón - Kvinnurørslan hevur sjálvsagt áhuga í, at Als, Arbeiðsloysisskipanin, í fjør boðar frá, at 2/3 av teimum, sum fáa útgjald frá ALS, eru kvinnur. Gongdin er
gamla plátufelagið Tult, sum heldur til niðri í Fútastovu, og so er tað nýggi oddafiskurin innan útgávu av populerum tónleiki í Føroyum, nevnliga Trýarin í SMS. Tað er einki dulsmál, at tað er Trýarin, [...] føroyska tónleikamarknaðin í farna ári og síggja, hvussu gongdin hevur verið har. Trýarin og Tutl Tað eru serliga tveir útgevarar, ið standa aftan fyri tað mesta av tí, sum kemur í handlarnar av føroyskum [...] langt frá bindur seg til allar útreiðslurnar, tá ið teir blanda seg upp í eina útgávu, og tískil seta teir ikki so nógvar pengar upp á spæl. Somuleiðis nevndi hesin tónleikarin, at Tutl selir heilt fitt
Partnership?. Í hesum oljusamtaki eru feløgini Amerada Hess, Lasmo, Norsk Hydro og Dong. Við føroyska felagnum eru nú fimm tjóðir umboðaðar í samtakinum. Á samkomu í hølunum hjá ?The Faroes Partnership? í Havn [...] sum aftur skulu tryggja okkum at luttaka í oljuvinnuni her heima eins og úti í heimi. Richard Hardmann, stjóri í Amerada Hess sigur, at hini fýra feløgini í samtakinum eru fegin um at hava Atlantic Petroleum [...] fyrimunir í eini lisensrundu í og við at eitt føroyskt felag er við. -Her hava okkara myndugleikar greiðar reglur og linjur, og vit hava ongan áhuga í, at onnur oljufeløg, sum eisini vilja vera við í útbjóðingini
seinasti, sum er spælandi venjari í dag, er úr Póllandi. Petur Ludvig, formaður í Vágs Bóltfelag, sigur, at VB fer at taka undir við uppskotinum hjá B68, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár, um at hækka mest loyvda [...] døma ikki fer at fáa sær fleiri útlendingar á liðið í ár, so verður liðið styrkt í mun til í fjør. Tórður Holm, sum hevur spælt við TB, er komin til VB í ár, og Elian Hansen, sum fyrr hevur spælt við NSÍ [...] úr tveimum upp í fýra. ? Tað hevur verið tosað um hetta fyrr, bæði í VB og millum feløgini á árliga fundinum, sum FSF hevur við feløgini, sigur Petur Ludvig. Hann sigur, at hóast VB í løtuni hevur nóg