Karin Kjølbro:Hví hava fiskavirki ikki egnan dagstovn?

Mánakvøldið skipaði Kvinnufelagið í Havn fyri væl eydnaðum fundi í Mettustovu, har Karin Kjølbro millum annað røddi um støðuna viðvíkjandi løntum arbeiði hjá kvinnum í Føroyum í dag.

Vit hava í hesum sambandi hitt Karina, ið kann sigast at vera ein kvinna við nógvum kasjettum; forkvinna í ALS, leiðari á Kriminalforsorgini , fyrrv. politikari og blaðstjóri og enn sum áður virkin innan kvinnurørsluna.

Karin Kjølbro situr við sermerkta skrivaraborð sítt á Kriminalforsorgini, eitt eldri brúnt borð, ið ber brá av at verða antikk. Ikki eitt av hesum vanligu nýggju úr ljósum viði, ið ongantíð sær út til at hava verið brúkt. Úr vindeyganum sæst yvir á Kongabrúnna henda regntungamorgun, men her innanfyri vindeyga kennist virkisfýsni

Tá vit trína innar og biðja góðan morgun, er tað fyrsta vit fáa at vita, at Karin hevur sett hálvan tíma av til prátið. Ein hálvur tími, ið skal vísa seg at gerast sera effektivur, tí tað er ikki smávegis, ið Karin veit at siga okkum um evnið, ið vit eru komin at hoyra nærri um: støðan hjá kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum, ella kanska uttanfyri markanðin.

Og væl er grundað og undirbygt. Forkivinnan í Als, leiðarin á Kriminalforsorgini og kvinnufelagskivnnan Karin Kjølbro greiðir livandi frá og tað er frá fyrstu stund greitt, at hon veit hvat hon prátar um.


Vón

- Kvinnurørslan hevur sjálvsagt áhuga í, at Als, Arbeiðsloysisskipanin, í fjør boðar frá, at 2/3 av teimum, sum fáa útgjald frá ALS, eru kvinnur. Gongdin er nakað tann sama á Almannastovuni, greiðir Karin Kjølbro frá.

- Tølini fyri januar í ár eru nakað øðrvísi, men gongdin er hin sama. Sjálv er eg virkin innan kvinnurørsluna og taki støði í teimum seinastu 25 árunum - frá 1975, tá ST útnevnir 1975 til 1984 til kvinnu 10-áraskeið. Ljóskastarin skal setast á støðuna hjá kvinnunum í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum. Tá tann ráðstevnan er í Meksiko, fáa allar kvinnur eina vón. Tá sigur eisini stovnarin av kenyanska samfelgnum, Jomo Kenyatta, at tá tú undirvísir eini kvinnu, so undirvísir tú einum heilum fólki, tí tær leggja tað, tær hava lært, í síni børn. Undirvísir tú einum manni, undirvísir tú einum einstaklingi.

- Føroyska kvinnurørslan hevur verið við alla tíðina og tá vit koma til 1985, so eru vit í Nairobi og fá tá hagtøl at vita um hesi 10 árini. Heimsins kvinnur arbeiða 75% av heimsins arbeiðstímum, tær vinna 10 % av heimsins lønum og eiga 1% av heimsins ognum og rákið heldur fram í hesum sporinum, sigur Karin Kjølbro.


Bundnar av børnum og eldri fólki

- Fara vit so til 1998 í Føroyum, har vit, tíbetur fyri okkum øll, høvdu stórt lønarútgjald og taka vit ein tilvildarligan mánað, so eru 300 milliónir útgoldnar í løn, tær 200 eiga menninir, tær 100 eiga kvinnurnar. 75% av arbeiðsførum kvinnum eru á arbeiðsmarknaðinum og 85% av arbeiðsføru monnunum. Teir eru 10 % fleiri, men fáa tvær ferðir so nógv í løn.

- Her er ein ójavni og tí hevur kvinnurørslan áhuga í at seta ljóskastaran á hetta. Hvat kann gerast við hetta? Ein arbeiðsgevari vísti fyri tíð síðani á, at tá vit fáa ein lista frá ALS um arbeiðstøk, so eru tey ikki tøk - hóast tað at vera tøkur er fyritreyt fyri at fáa gjald frá ALS. Tað eru serstakliga kvinnurnar tað snýr seg um. Hann segði enntá, at tað er bert 3. ella 4. hvør, sum er tøk, og vit vita, at úti á smærru støðunum, so eru tær bundnar av børnum ella eldri fólki. Hetta er ein trupulleiki hjá føroyskum kvinnum, greiðir Karin Kjølbro frá.

- Sera nógv hava miðnámsútbúgvingar í Føroyum. Taka vit HF og student, so eru flest gentur. So kundi verið rímuligt, at tær komu víðari. Taka vit mín gamla árgang, so eru øll vit, ið tóku studentsprógv komin víðari, uttan so at sjúka ella líknandi er komið ímillum.

Karin Kjølbro heldur við um, at tey vóru so nógv færri tá, men harfrá og beinleiðis at stranda er stórur munur, heldur hon, og talið er stórt.


Prolitarisering

- 40% av teimum, ið fáa útgjald frá ALS, hava onkra útbúgving, har eisini miðnámsútbugvingar. Serliga 90'ini hava verið trupul. Ein ætlaði kanska at taka eitt fríár eftir loknan skúla, men fekk einki arbeiði, ikki útgjald frá ALS, tí har skalt tú hava arbeitt áðrenn, soleiðis, at útgjaldið kann setast eftir, hvat ein hevur vunnið árið fyri. Meðan gentan kanska umhugsar, hvat hon skal, gerst hon kanska við barn. Soleiðis hendir ein prolitarisering av kvinnunum og gongdin hevur verið tann vegin.

- Tosa vit um einligar kvinnur sum heild, so hevur tað verið so, at hendi ein sosial vanlukka, so fekst hjálp til t.d. útbúgving. Í dag hava um 50% av børnunum í Føroyum ógiftar mammur. Almannaverkið kann ikki stýra hesum, kann ikki siga, at allar hesar eru sosialir tilburðir. Nógvar kvinurnar eru strandaðar tessvegna. Fyrr vóru góðar ommur til hjálpar, í dag gera tær karrieru.

- Á fundinum mánakvøldið var ein kvinna, sum segði, tá hon hevði gingið heima í 8 mánaðar, at nú var nóg mikið, hon fór til arbeiðis, nú átti maðurin túr at ansa barninum. Hann var heima í 3 dagar, so var tað komið upp á pláss við tí. Eitt sjónarmið var, at ikki fyrr enn tað er ábyrgd hjá monnunum at fáa barnsansing, kann roknast við, at tað verður mett hægri í samfelagnum, sigur Karin Kjølbro.


Als er tryggingarskipan - ikki almannastova

Ein hálvur tími gongur skjótt inni á skrivstovuni hjá Karini Kjølbro, ið fegin greiðir frá av fullum huga og við breiðari vitan.

Millum annað vil forkvinnan í ALS av við søgurnar um, at ALS eigur so nógvar pengar, at úgjaldið kundi verið munandi hægri.

- ALS er ein trygging og arbeiðsávísing, ikki ein almannastova. Tað hevur verið frammi, at ALS eigur nógvan pening, men har eru eisini nógvir fríggjarar, flennir Karin Kjølbro, sum fegin vil hava okkurt at standa ímóti við, skuldi samfelagið aftur verið fyri bakkasti, tí hon dylur ikki at mangan leikaði hart á. Eisini heldur hon tað vera væl klárað, at samfelagið uppá 10 ár kláraði at koma av botni og upp undan aftur.

Karin greiðir frá um virksemi hjá ALS og er sera glað um tey tilboð, ið nú eru til tey, ið eru inni í skipanini í meira enn 6 mánaðir. Hon metir tað vera umráðandi at fáa fólk í gongd, og hon nevnir skeið innan oljuvinnu uttanlanda, sum fólk hava verið á. Eisini nevnir hon vinnusálarfrøðing og teldukoyrikortið.

- Tað týdningarmesta fyri kvinnur er útbúgving. Tær hava rætt til førleikagevandi skeið, eftir 6 mánaðar í ALS. Vit hava havt íblásturskeið við 12 luttakandi, harav 6 komu rættiliga skjótt í arbeiði. Hesum stóð vinnusálarfrøðingur fyri.

- Fyrr hevði ALS til uppgávu at hjálpa fólki at yvirliva. Nú er talið á viðskiftafólki so lítið, at vit kunnu veita betri tænastu og eisini eru vit tøkniliga betri fyri, sigur Karin Kjølbro


Fiskavirki hava dagstovn

Í prátinum við Karina varð farið víða, frá hvussu páparnir eru komnir meira við í ansing av børnum til javnstøðulóg, og henda kvinna, ið hevur drúgvar royndir á so nógvum økjum í samfelagnum, hevur nógvar kasjettar, ið hon kann seta á høvdið í slíkum práti, men at kvinnurørslan og arbeiðið har liggur hjartanum nær, tykist greitt.

Karin Kjølbro er væl nøgd við fundin mánakvøldið í Mettustovu, hóast einki mannfólk var til staðar. Eitt sindur skuffað er hon tó yvir, at einki umboð frá fakfelagsrørsluni vísti áhuga og kvinnurnar hildu, at hetta var ein trupulleiki sum heild.

Karin Kjølbro ivast ikki í, at um t.d. fiskavirki fingu egnan dagstovn, so høvdu tey havt støðuga arbeiðsmegi, og hetta gerst neyðugt, nú krøvini til okkara útflutningsvøru harðna. T.d. heldur hon, at Býráði í Havn og aðrastaðni óivað høvdu stuðlað slíkum tiltaki.

- Eisini kom fram á fundinum, at neyðugt er við einum barsilsgrunni, ið kann gjalda løn, tá ein arbeiðari gerst við barn, so at arbeiðsgevarin ikki skal hugsa um tað. Hetta hava vit ikki fingið enn, hóast nógv hevur verið prátað um hann, sigur Karin Kjølbro.

Karin Kjølbro heldur, at vit hava verið fyri stórum rembingum í 90'unum.

- Í '91 áttu vit ikki eina arbeiðsloysisskipan og vit eru farin frá einum arbeiðsloysi uppá 25% og niður á 9%. Tá arbeiðsloysið var so stórt, so var ikki brúk fyri dagstovnum, so vit mugu geva kommununum ein møguleika at koma fyri seg aftur, heldur Karin Kjølbro, sum hóast núverðandi ættarlið av kvinnum ikki eru so virknar í kvinnurørsluni, sær ljóst uppá framtíðina.

- Okkar døtur hava javnstøðu sum nakað sjálvsagt og harafturat er so hart at verða smábarnafamilja í dag, at eg haldi ikki fólk makta at hava nógv annað at hugsa um, metir Karin Kjølbro.