frálíkum myndum, sum stuðla undir eina væl skrivaða framløgu. Kritiskur tulkari Hans Andrias Sølvará hevur gjørt eitt grundleggjandi arbeiði við at lesa og kanna alla Føroya søgu sum bakstøði fyri Klaksvíkar [...] Hundabrævið og skipanin um Tingfaratoll eru sjálvandi góðar heimildir, men Hans Andrias Sølvará hevur eisini dugað at gagnnýta tað rúgvismikla fornfrøðiliga tilfarið, sum er at finna í søvnunum á Føroya [...] til hesa niðurstøðu um búsetingina norðuri í Vági: ”Tað, sum vit kunnu siga, er, at búsetingin í Bø hevur verið nógv samansettari og fjølbygdari í víkingatíðini og í miðøldini, enn hon var í 1584, tá 5 býlingar
halda fram í samgonguni, so verður tað neyvan eftir núgaldandi leisti, verður sagt. Hvørjir aðrir møguleikar eru, enn antin at fara úr ella halda fram, er nakað torført at síggja, tí neyvan verður talan [...] Eftir hvat skilst, er rættiliga stór ósemja, um Tjóðveldi eigur at taka fullar avleiðingar av, at Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen hava gjørt fiskidagmálið til ein kabinettspurning. Avgerðin dregur út [...] endalig avgerð verður tikin. Júst tí at málið er gjørt til ein kabinettspurning ger, at Tjóðveldi hevur sera torført við at bakka, sum eisini nógv í flokkinum eru ímóti at gera. Skuldi Tjóðveldi funnið
. Hann hevur ringar vónir til ætlanina hjá løgmanni at fáa antin Sambandsflokkin, ella Fólkaflokkin upp í samgonguna afturat fyri at styrkja politisku støðuna. Tórbjørn Jacobsen hevur áður sagt fyri Sosalinum [...] at skipa ein fiskidagabanka, men eisini á eftirlønarøkinum og á skattapolitiska økinum Hann hevur eisini sagt, at eftir hansara tykki er ongin loysn at fáa Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin upp í samgonguna [...] verður tað ómøguligt at fremja neyðugu broytingarnar saman við teimum. Og hesa áskoðan hevur hann framvegis og tí hevur hann lítlar vónir um ætlanina hjá løgmanni at fáa Sambandsflokkin ella Fólkaflokkin
num. Tað er eins og alt gamla Palestina er dømt til stríð, og mangan spyr man seg sjálvan, hvat ólukkan hevur gingið galið, sigur Heini í Skorini, sum skjótt fekk sjón fyri søgn. Tá grannin er svakur Stutt [...] svangur. Eftir seks mánaðir í einum av heimsins brennideplum í Ísrael, Vestara áarbakka og Gaza, hevur ungi havnarmaðurin eitt sindur ilt við at venja seg við avslappaða liviháttin í Føroyum. - Ikki tí [...] politisku deildini á sendistovuni í Tel Aviv. - Áhugin hjá Danmark í politisku gongdini í Miðeystri hevur neyvan nakrantíð verið størri. Tí var hetta ein ótrúligur møguleiki at sleppa at eygleiða eitt av
hesar seinastu dagarnar, at tá ein hevur brúk fyri familju og góðum vinum at hjálpa til, ja so eru tey har. - Smakka nú endiliga hesar vaniljukransarnar. Teir hevur mamma bakað. Eg veit ikki, hóast mamma [...] komandi brúðurin. Tað var longu í juli mánaði at tíðindini bórust um, at 44 ára gamla Mamy Dahl Sørensen av Viðareiði og 46 ára gamli Hákun Egilsnes skuldu giftast leygardagin 6. september 2008 við eitt [...] fyrrenn fólk byrjaðu at tekna seg til brúdleypið. Og ta einu løtuna vóru 710 fólk á listanum. Onkur hevur kortini tikið seg av aftur, men tað tekur einki frá tí, at talan verður um størsta brúdleypið nakrantíð
fáa Grøna Húsið sum Landsverk hevur í løtuni, men tað verður kanska eitt sindur av togan aftur og fram, áðrenn tað verður møguligt. Landsverk og Vinnumálaráðið hava sagt, at fær Landsverk ein annan bygning [...] skrivað um onkran teirra. Ein var Stan Suggate, sum giftist við Kristionnu hjá Petur á Steig. Tað hevur verið frammi fyrr at fáa eitt krígssavn. Hetta kom ikki minst fram í samband við 50-ára hátíðarhaldið [...] í Vága Kunningarstovu, har reglugerð fyri felagið varð løgd fram og samtykt. Felagið Krígssavnið hevur sum endamál at savna og skráseta lutir, myndir, skrivligt og munnligt tilfar um hersetingina í Føroyum
var byrjað, vóru sjálvstýrisfólk. Sum dømi um, hvat ein sum útiseti kundi uppliva, nevnir Janus ein fyrilestur, sum Jørgen-Frantz Jacobsen helt, um evnið “Hvat hava franskir vínbøndur og føroyskir bøndur [...] tað natúrligt at spyrja, hvat samband Mikines hevði við nazismuna. Eftir kríggið kom jú undan kavi, at hann stóð á limalistanum hjá tí danska nazistaflokkinum, og tað verður sagt, at summir listfrøðingar [...] næstan rópt tað lítillæti. France og Gide Tað næsta ein varnast er allar bøkurnar. Listafólk eru, hvat bókmentum viðvíkir, ógvuliga ymisk, summi eru gávurík natúrbørn við lítlari og ongari bókmentaligari
nógv hann annars áður hevur goldið til hesa skipanina. Hendan upphæddin er skattskyldug. Tað er ymiskt, hvat danin yvir 67 fær frá ATP skipanini, tað velst um, hvussu nógv hann hevur goldið til skipanina [...] sta prinsippið hevur við sær, at tann einstaki ikki burturav eigur tað, sum hann hevur inngoldið til grunnin. Heildin eigur fæið, og einhvør í Føroyum búsitandi borgari yvir 67 ár hevur rættin til sama [...] orðaskiftinum hevur samhaldsfasti eftirlønargrunnurin fleiri ferðir verið viðgjørdur. Í Degi og Viku skifti Sigvald Kristiansen og Karsten Hansen orð um útgjaldingar úr grunninum. Fólkaflokkurin hevur lagt fram
hjá Lehman Brothers, Merrill Lynch, hevði gjørt avtalu um keyp við Bank of America, sum annars hevði sagt nei takk at hjálpa Lehman. Fíggjarmálaráðharrin, Henry Paulson, sum tók lut í samráðingunum, ið byrjaðu [...] eftirverandi íløgubankiarnir, Morgan Stanley og Goldman Sachs, verða noyddir at lata seg keypa av antin amerikanskum ella altjóða bankum. Grundarlag er ikki longur fyri at dríva íløgubankar, sum byggja [...] fíggjarkreppan førir til ein álvarsligan niðurskurð í heimsins størsta búskapi. Enn er ikki heilt greitt, hvat hendir við teimum 40.000 starvsfólkunum hjá Merrill Lynch og teimum 24.000 hjá Lehman Brothers. Fleiri
gudsótta og nøgdsemi. Eg kendi meg altíð væl inn hjá teimum. Aster hevur í mong ár virkað sum evangelistur á sjúkrahúsinum. Hon hevur eina góða framferð og er vird bæði av høgum og lágum. Mong eru komin [...] verða uppdagað. Nógv sótu í fongsli við sama lag runt í landinum fyri orðsins skuld. Samstundis varð sagt, at trúarfrælsi var í landinum! Í Etiopia er siður hjá teimum trúgvandi á páskum at ganga húsanna [...] ljós í hondunum. Her er altíð myrkt so tíðliga á morgni. Fyrst róptu tær: “Jesus er upprisin! Jesus hevur sigrað, hann vann yvir deyðans veldi og djevlinum!” Síðan sungu tær tveir páskasangir. Eg opnaði