rnir ikki eru farnir í smálutir, tí vit vita, at ein nógv útgreinað politisk avtala hevur nógvar veikleikar. Tey ymsu økini eru hartil viðgjørd á ein slíkan hátt, at tað ber væl til hjá øllum flokkum [...] praktiska arbeiði. Hinvegin er tað ein ólukka fyri eina samgongu at útgreina samgonguskjalið ov nógv, tí tað forðar fyri tí politiska arbeiðnum. Tað verður brúkt sum ein stavur at sláa samgongufelagar í [...] uppgávu, hvørja ferð ein blóma sprettir, at køva hana, so at hon ongantíð verður til prýðis og gleði. Jógvan Sundstein sigur at enda, at hansara vón til nýggja Landsstýrið og ein stóran part í Løgtinginum
vit fáa sjálvstøðugan limaskap í ST. Til tess krevst at vit eru ein statur, og so langt tykist ætlanin ikki at vera at fara. Sjálvur havi eg annar mælt til, at vit gera meira við tann limaskap í ST sum [...] at tørvur er á, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða tikin upp til viðgerðar. Sjálvur havi eg nøkurlunda somu støðu sum javnaðarflokkurin í hesum máli, og so leingi hann kann vera við kann [...] við at broytingarnar ikki eru ov víttgongdar. Men um ætlanirnar á hesum økinum eru realistiskar er ein onnur søga sum bert eftirtíðin kann fara at vísa. Eg minnist sjálvstýrislandsstýrið! Viðvíkjandi restina
Uppskotið um at Sjónleikarhúsið fer at byggja út og bjóðar ein part av húsinum til leigu til barnaansing var eisini viðgjørt á hesum fundi. Eg havi alla tíðina hildið hetta vera eitt áhugavert uppskot, men [...] 1.at Sjónleikarfelagið umbyggir Sjónleikarhúsið soleiðis, at ein partur kann leigast út til barnaansing. 2.at Býráðið útbyggir eitt av býlingshúsunum, so at pláss verður fyri o.u. 20 børnum afturat. 3 [...] at lata barnið frá sær 8-9 tímar um dagin longu seks mánaðir eftir føðing. Ovurviðkvæmi er vorðin ein fólkasjúka, sum breiðir seg meira og meira. Fyri at fyribyrgja hesi sjúku, mæla allar heilsusystrar
kvøldsligt eitt ljóð: Sjá, fagrast eg eri av blómum, men líkbleik og køld eins og snjó. J. H. O. D. Hesi trý árini í Grønlandi havi eg javnan fingið brøv og skóleistar sendandi frá henni. Hon skrivaði altíð [...] Henda ljósa várdagin 5. mai eru orð fátæk. Havi júst fingið boðini, at Hinna fastir er sovnað burtur. Tað er torført at skilja og góðtaka, at Hinna eftir stutta sjúkralegu skal vera farin inn um deyðans [...] 12 árum síðan møttust Hinna og Ludvík. Hesin dámligi maður bar ljós inn í heimið hjá Hinnu. Hinnu havi eg kent alt mítt lív. Tað var bara at klúgva upp um garðin, so var hon har. Sum barn var hon ikki
3. mars setti ein pástand fram, at frálæran í ávísum føroyskum skúla stríddi ímóti tí, Bíblian lærir er rætt. Hetta biður Edvard meg greina nærri. Her hevur Edvard misskilt meg ella havi eg ikki málborið [...] Sosialin 6. mars. Ikki fyrrenn eftir at valið var útskrivað, fekk eg at vita um áheitanina frá Edvardi. Ein so álvarsamur spurningur hóskar, eftir míni meting, ikki at verða drigin inn í eitt valstríð. Tí kemur [...] spurninginum. Bíblian er full av boðum og søguligum hendingum. Bíblian má lesast øll sum hon er, sum ein heild, ið gevur svar upp á allar spurningar um øll lívsins viðurskifti. Bíblian er Orð Guds til menniskjuni
Hetta eru tær truplastu og mest órealistisku samráðingrnar, eg nakrantíð havi verið við til.So stutt gjørdi formaður Tjóðveldisfloksins á tingi, Heini O. Heinesen setøðuna upp á miðdegi í gjár. Tá vísti [...] sum ger av, hvønn Tjóðveldisflokkurin setir í Tinganes. Tað er klárt, at kemur tað so langt, fer ein Tjóðveldismaður ikki í Tinganes at føra fólkaflokspolitikk á fiskivinnuøkinum. Fólkaflokkurin hevur
í verki, sum stendur í nýggja samgonguskjalinum, er tað ein gamal dreymur, sum gonur út, sigur hann. Men hann ávarar eisini um, at tað hvílur ein ómetalig ábyrgd á teimum, sum skulu stjórna landinum tey [...] havt áður. Táið vit biðja hann nevna ein gerandistrupulleika, sum tað økta sjálvstýrið kundi fingið okkum burturúr, nevnir hann samstarvið við ES. Tað er ein trupulleiki, sum forðar okkum hvønn dag [...] nakað sum helst mótvegis ES, hóast vit eru í ríkisfelagsskapi Viðhvørt havi eg enntá illgruna um tað øvugta - men tað er so bara ein illgruni. Kanska er tað bara tað, at teir makta ikki at hjálpa okkum
sínum reservum er misnýttur. Fólk eru misleidd. Tað, sum var ein møguleiki (sí eisini grein hjá Kjartani Hoydali herfyri) er vorðið »enn ein sannroynd, at onki ber til«. Stýrisvølurin? Men tað, sum er nevnt [...] greiðari at handfara. Spurningurin, um vit vilja samríki ella tjóðveldi, er so ein annar og hesi grein óviðkomandi. Ein annar spurningur, sum hevur verið frammi, er spurningurin um »realitetssansin« [...] og allir undantikið tjóðveldisflokkurin hava sitið í samgongu ella verið stuðul hjá samgongu. Ein landsstýrismaður er frákoyrdur vegna vánaligt arbeiðslag, sjálvur løgmaður yvirlivdi akkurát eitt
hevur verið at fremja sjónarmiðini hjá Tjóðveldisflokkinum, og sum eg segði undir tíðindafundinum, so havi eg slúkt bæði kamelar og dromedarar, fyri at fáa okkara áhugamál við, sigur Høgni Hoydal. Vit hava [...] vit hava fingið ov linar orðingar í samgonguskjalinum. Tað er ov lítið ítøkiligt, av tí at vit eru ein vinstraflokkur, sum skal samstarva við borgarligum flokki. Ov veikar orðingar Betur hevði verið,um
árum síðani føldi eg meg eitt sindur løgnan. Eg kom í eina góða familju og havi fingið loyvi til at vera føroyingur. Sum so havi eg ikki merkt til nakra ringa viðferð, hóast eg eri so nógv føroyingur. Men [...] enn ætlað. Eru danir bangnir fyri at føroyingar taka loysing? ? Nyrup er tað avgjørt. Føroyar hava ein týdningarmiklan strategiskan leiklut hjá dønum og teir rokna við, at nógv olja er í føroysku undirgrundini [...] framferðin hjá honum hevur víst, at hann als onga virðing hevur fyri føroyingum. ? Danska pressan eigur ein stóran leiklut í ringu viðferðini føroyingar hava fingið hjá dønum. Grønland fær nógv betri umtalu