Hetta eru tær truplastu og mest órealistisku samráðingrnar, eg nakrantíð havi verið við til.So stutt gjørdi formaður Tjóðveldisfloksins á tingi, Heini O. Heinesen setøðuna upp á miðdegi í gjár.
Tá vísti tað seg langt um leingi, sum at glið aftur varð komið á samráðingarnar, eftir at Fólkaflokkurin var gingin við til at sleppa fíggjarmálum.
Heini O. Heinesen sigur, at samráðingarnar hava verið so truplar tí at hinir flokkarnir hava sett heilt órealistisk krøv til tað nýggju samgonguna.
Fólkaflokkurin kravdi leingi løgmann og tveir landsstýrismenn, sum skuldu einki minni enn umsita tey bæði størstu og týdningarmestu málsøkini í Tinganesi, fíggjarmál og fiskivinnumál.
Harumframt kravdi Sjálvstýrisflokkurin við sínum tveimum eykavaldu tingmonnum heilar tveir landsstýrismenn.
Heini O. Heinesen sigur, at hetta hevði ført við sær, at tað hevði blivið eitt fullkomiliga skeivt maktbýti í Landsstýrinum og tað kundi Tjóðveldisflokkurin als ikki góðtaka.
Glið kom tó á samráðingarnar í gjáramorgunin, m.a tí at Fólkaflokkurin loksins slepti kravinum um at fáa bæði tey stóru málsøkini, og slepti fíggjarmálunum.
Teir tríggir flokkarnir skuldu hittast aftur í gjárkvøldið
Ætla at forða fyri
Annars hevur Heini O. Heinesen ikki stórvegis viðmerkingar til tað óvanliga grova álopið í Dagblaðnum í gjár.
Tað er týðiligt, at Óli Breckmann er hoyknaður í knøunum og torir ikki at seta samgonguskjalið í verk.
Eg kann bara siga, at tað verður ikki Óli Breckmann, sum ger av, hvønn Tjóðveldisflokkurin setir í Tinganes.
Tað er klárt, at kemur tað so langt, fer ein Tjóðveldismaður ikki í Tinganes at føra fólkaflokspolitikk á fiskivinnuøkinum.
Fólkaflokkurin hevur fyrr oyðdripið stovnarnar við studningi.Tað má hann ikki sleppa aftur.
Annars er tað hugvekjandi, at Fólkafloksmenn berjast sum úlvar á skóg fyri at forða fyri, at norðyingar fáa fiskimálaráðharran og tað átti at givið norðoyingum okkurt at hugsa um, heldur Heini O. Heinesen









