Fróði Benjaminsen úr B36, Bárður Johannesen, Janus Joensen, Jákup á Borg, Kári Nielsen og Rasmus Nolsøe úr HB, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør úr KÍ, Símun Samuelsen úr Keflavík, Mortan [...] oddamanninum fyri landsliðnum. Venjingarlegan verður í Havnini 7. og 8. januar. Umframt venjingarnar á vøllinum er ætlanin at spælararnir skulu fáa kostvegleiðing frá landsliðslæknanum Jens Paula Marstein [...] Todi Jónsson hevur áður boðað frá, at hann ikki er tøkur til landsliðið, og Julian S. Johnsson tykist á B68 liðnum at skula prógva, at hann framvegis er upplagt landsliðsevni, áðrenn hann verður boðsendur
bowling í Føroyum. Nýtt met Bowlinghøllin í Havn, sum er tann einasta av sínum slag í Føroyum, hevur á hvørjum ári ein lista yvir teir persónar, sum hava fingið bestu úrslitini í høllini. Við ársbyrjan í [...] mans, ið báðir høvdu fingið besta úrslitið í bowlinghøllini í fjør. Teir báðir Johan Poulsen og Remy G. Hansen høvdu báðir megnað at fáa 289 út av 300 møguligum stigum, sum má sigast at verða serstakliga [...] íslendingar, sum eru sera áhugaðir í at koma handan vegin at dystast við teir fremstu bowlingíðkararnar her á landi, men vit noyðast at bíða eftir góðkenning frá ÍSF, áðrenn vit kunnu hava ein veruligan landsdyst
um vikuskiftið. Hjá teimum ræður hesa ferð fyrst g fremst um at reisa seg sálarliga, eftir at tær tvær ferðir á rað hava verið við undirlutan móti VB. Á pappírinum er talan hjá teimum tó um lættari dyst [...] at sum støðan er í løtuni, so er hetta júst tað, tær hava í kvittanunum. Burtur við timburmonnunum Á stigatalvuni er VB í løtuni tvey stig framman fyri VÍF, umframt at tær hava leikt ein dyst færri. Tær [...] sálarliga aldudal, meðan Tjaldur hinvegin er til reiðar at satsa alt í vónini at vinna seg upp eftir á stigatalvuni. Mynd: Kyndil-VB VB hevur tað vanliga trupult í Havn, men tær hava neyvan ráð at tapa,
íverksetanarstuðul. Nevndin hevur á fundi tann 30.mars 2023 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar: 1 ár: Gudmund Helmsdal (filmslist) 6 mánaðir: Dánjal Dam á Neystabø (tónlist) Marjun Syderbø [...] Mentanargrunnur Landsins letur á hvørjum ári stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar [...] starvsløn fyri 2023, sum hesi hava fingið: Starvslønir 2023 Gudmund Helmsdal 12 mánaðir. Dánjal Dam á Neystabø 6 mánaðir. Marjun Syderbø Kjelnæs 6 mánaðir. MattiasKapnas 6 mánaðir. Helle Thede Johansen
H71 skrivar á facebookvanga sínum: - Rasmus Rygaard Poulsen verður venjari hjá kvinnum og ungdóminum hjá H71 Vit í H71 eru fegin um at, Rasmus Rygaard Poulsen hevur gjørt avtalu við H71 um, at hann verður [...] verður høvuðsvenjari hjá H71 kvinnum, 1. deild og G18. Somuleiðis skal hann venja og menna ungdómin hjá felagunum. Rasmus er 38 ára gamal, útbúgvin ítróttarpedagogur og hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari [...] teimum yngstu til tey elstu, er stórt potentiali og talent, sum eg gleði meg nógv til at seta mín dám á - og saman at halda fram við hesum fantastiska hondbóltsævintýri." Um sín leiklut sum bæði høvuðsvenjari
februar fingu tey á Ítróttaháskúlanum gleðiligu boðini, at Nordea-fonden vildi lata 1.450.000 kr til forprojektið, og á fíggjarlógini 2025 lat landið 350.000 kr. Hetta skrivar Ítróttaháskúlin á heimasíðu síni [...] síni, his.fo Miriam Norðberg, sum er leiðari á ítróttaháskúlanum, fegnast um gongdina higartil. -Hetta er eitt stórt stig, og nú mugu vit gera forprojektið gott, við vón um, at vit kunnu realisera endaliga [...] eisini skipað seg av nýggjum. Nevndin: Erhard Joensen -formaður Bjarni Johansen – næstformaður Bárður G. Nielsen – Bygginevnd Ole Wich – nevndarlimur Bogi Mortensen – Kassameistari -Nú fara vit inn í eina
føroyingar eiga at sleppa so bíliga sum gjørligt til ein ferðslumiðdepil á evropiska meginlandinum. Hann heldur, at tað almenna eigur at lata privatiseringina ganga aftur – at tað almenna skal [...] Eidesgaard gav í 2007 um, at næsti triðingur í felagnum skal privatiserast. Nú gongur kjakið heldur uppá, um flogfelagið aftur skal nationaliserast – at tað almenna skal keypa privata partapeningin [...] Kastrup Lufthavn. Tað síggja vit valla, fyrr enn nýggja stragiin hjá tjóðarflogfelagnum lendir á flogvøllinum í Vágum einaferð í summar....
vakurt gentunavn, sigur Eyðgerð í Garði. Frammanundan hava tey dóttrina Aldu, og tí vildu tey, at navnið á lítlusystrini skuldi hóska til tað. - Edmund vildi fegin hava eitt navn, sum eisini var altjóða, og [...] og mann hugsar kanska ikki, at Glóð er tað mest altjóðanavnið, men tað kann jú eisini úttalast á enskum sum “glow”, fortelur Eyðgerð í Garði. Áðrenn endaliga avgerðin um navnið Glóð bleiv tikin, vóru tó [...] Endaliga avgerðin, um at gentan skuldi eita Glóð, var tikin, tá hon var fødd. - Eg haldi, at valið fall á Glóð, tí tað uppfyllti øll tey krøvini, ið vit settu til eitt gentunavn. Vakurt, føroyskt, poetiskt
eykajáttanarumbønina verður heitt á Løgtingið um at játta 3 mió. kr. til eldraøkið. Óvist er tó, um hetta er rætta upphæddin, og tí heitir Aksel V. Johannesen á tingið um at áseta eina nøktandi upphædd [...] uppskot fyri tingið um eykajáttan uppá 3 mió. kr. til eldraøkið. – Vit eiga at tryggja búfólkum á røktarheimum tilboð um ítriv og fysioterapi, umframt at játta fleiri tímar til náttarvakt og matgerð [...] matgerð. Hetta heldur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, sum nú biður tingið játta 3 mió. kr. afturat til eldraøkið í ár. Í uppskotinum sigur Javnaðarflokkurin, at Hamragarður
Tá ið Kári J. á Høvdanum bríkslaði fyri síðstu ferð við Løkina í kvøld, vísti máltalvan 1-0. Gulu favorittarnir sóu út til at vera lættir um hjartað, og EB/Streyma spælararnir lútaðu við høvdinum. Teir [...] ikki at skora málið, sum hevði borið stóra skelkin hetta umfarið við sær. NSÍ fór fyri triðju ferð á rað av vøllinum við fullari úrtøku. Tað eru tvey stig fram til toppliðið HB, og hóast talan síðstu løtuna [...] . https://www.in.fo/myndasavn/ NSÍ – EB/Streymur 1-0 (1-0) 1-0: Salmundur Bech 37. Dómari: Kári J. á Høvdanum NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður