Vit høvdu avgjørt, at vit ikki ynsktu at uppkalla. Mær hevur altíð dámt nøvn, sum eru eitt sindur poetisk og original. Fyri nøkrum árum síðan, hugsaði eg tankan, at Glóð hevði verið eitt ótrúliga vakurt gentunavn, sigur Eyðgerð í Garði. Frammanundan hava tey dóttrina Aldu, og tí vildu tey, at navnið á lítlusystrini skuldi hóska til tað.
- Edmund vildi fegin hava eitt navn, sum eisini var altjóða, og mann hugsar kanska ikki, at Glóð er tað mest altjóðanavnið, men tað kann jú eisini úttalast á enskum sum “glow”, fortelur Eyðgerð í Garði.
Áðrenn endaliga avgerðin um navnið Glóð bleiv tikin, vóru tó onnur nøvn uppi at venda.
- Vit hugsaðu eisini um Ró, men tað eru vit glað fyri, at vit ikki valdu, tí tað hevði als ikki hóska til hana, sigur Eyðgerð í Garði.
Glóð uppfyllti krøvini
Endaliga avgerðin, um at gentan skuldi eita Glóð, var tikin, tá hon var fødd.
- Eg haldi, at valið fall á Glóð, tí tað uppfyllti øll tey krøvini, ið vit settu til eitt gentunavn. Vakurt, føroyskt, poetiskt, altjóða og eisini rættiliga súmbolskt, sigur Eyðgerð í Garði.
Reaktiónirnar frá fólki vóru fleiri, tá tey fingu at vita navnið hjá gentuni. Og hóast navnið ikki er heilt vanligt, so vóru flestu viðmerkingarnar positivar.
- Í roynd og veru hava vit so at siga bara fingið positivar reaktiónir, og tey allarflestu siga tað vera eitt vakurt navn, sum vit hava valt, greiðir Eyðgerð í Garði frá, men leggur afturat, at onkur hevur sagt, at tey líka skuldu venja seg við navnið Glóð.
- Alt í alt hava fólk verið positiv.
Sambandið við tónleikabólkin
Tá navnið Glóð verður nevnt, eru tað kanska fleiri, sum koma í tankar um føroyska tónleikabólkin “glóð”. Og har er eisini eitt ávíst samband millum lítlu Glóð og tónleikabólkin.
- Hóast har ikki er beinleiðis samband millum navnið hjá dóttir okkara og so tónleikabólkin, so spælir Edmund við í bólkinum. Hans Edward Andreasen kom við hugskotinum, um at glóð – við lítlum g – hevði hóskað væl til nýggja bólkin, og hann spurdi, um vit høvdu nakað ímóti hesum. Tað høvdu vit sjálvandi ikki, fortelur Eyðgerð í Garði.
Navnið hjá dóttrini hevur stóran týdning fyri foreldrini.
- Vit eru ógvuliga errin av navninum, tí tað riggar væl, og so hava vit eisini so at siga uppfunnið tað.