m hjá LÍF fyri dystin. Og sum hann plagar, so fer hann í taskuna eftir LÍF-troyggjuni frá Rúna og letur seg í hana. Glaður og spentur, og stoltur, tá ið hann er komin í hana. Og kortini verður hendan [...] meiri og minni effektivt, meiri og minni stundisligt, við meiri og minni nærlagni. Teir báðir hava gjørt sítt arbeiði av einslistum, har hevur eingin høllur verið á. Hjá Rúna var hvørt plagg vaskað og lagt [...] allatíðina tætt uppat leikarum og venjarum og fáa eyðvitað nógv prát við, eisini slíkt, sum ikki viðvíkur teirra øki. Eitt nú hvat leikarar siga um hvønnannan og um venjararnar, og hvat venjarar siga um einstakar
veljast kann millum tað allar besta í tveimum – og enntá trimum londum. Tað stendur okkum púra frítt at velja, hvat ið vit vilja, og vit hava í dag full rættindi og á jøvnum føti gjøgnum Ríkisfelagsskapin. Fullar [...] úti í heimi, og tá ið vit tosa um útbúgvingarmøguleikar. Hetta at kunna útbúgva seg, hvar man vil, og at kunna virka í øllum Europa, hevur stóran týdning. Føroyingar eru heimsborgarar, og hvør einstakur [...] Tann sonevnda “stjórnarskipanin” er tíverri í roynd og veru amboðið til at taka Føroyar úr Ríkinum. Tá verður persónliga frælsið hjá tær og mær og ríkir møguleikar skornir heilt inn á bein. Spælir tú
Arbeiðið tók hálvttriðja ár, og 30. oktober stóð brúgvin liðug. Hon er 220 metrar long, níggju og hálvan metur breið og 17 metrar høg. Brúgvin kostaði 13 mió. kr. og dýpingin og siglingarrennan góðar tvær [...] mínir halda fram, og tá teir doyggja, eru abbasynir mínir fúsir at taka við og síðani synir og abbasynir og soleiðis víðari. Hvussu høg, tey enn eru, so kunnu fjøllini ikki gerast hægri, og fyri hvørt sindur [...] gamlir menn, sum við haka, spaka og hjólbøru fóru undir at byggja vegir, grava fyri telefonsteyrum og laða brýr, byrgja orkuna inni, sum áirnar goymdu, og verja móti brimi, og soleiðis vórðu Føroyar bygdar
gamaní, at vit hyggja frameftir og seta út í kortið, men hon krevur samstundis, at vit onkursvegna signalera stabilitet. At vit, hóast fíggjar- og búskaparkreppu, halda tørn og tryggja, at samfelagið ikki [...] hvussu ætlanin er at skipa hetta og hvørjar avleiðingarnar verða. Broytingar í býtinum av p/f skattinum frá 62/38 til 70/30 millum land og kommunirnar skulu geva landinum 10 mió í meirinntøku. Hvussu verða [...] livibreyð og dagligu tilveru. At vit øll, hóast verri tíðir, kunnu verða vís í at okkara livikor ikki verða broytt so nógv, at vit ikki duga at síggja hvussu vit kunnu klára at lívbjarga okkum og okkara.
fyri, at veggirnir stinga seg út og inn. Tann arabesk-kenda upphangingin við smáum og stórum myndum hjá Anker Mortensen og Hansinu Olsen, ið bylgjast á vegginum er vøkur og fyrimyndarliga væl hugsað, eisini [...] formunum, ið nærkast hvørjum øðrum á veg út úr myndini. Og hóast luft og andaligar bláar litir tykjast myndirnar rútmiskar og eins sansaliga erotiskar og blómur Georgiu O´Keeffe. Pátrongjandi mystisk tekin [...] at seta violettar, grønar og bláar taktstrikur og okra, pink og aðrar bláar nótar á tað upploysta brúna og gráa tónahavi, á ein so musikalskt artistiskan hátt sum Bárður. Óruddið í skipanini Tað hevur
Ein góður mikudagur er upprunnin. Veðrið er gott, vár er í luftini og náttúran byrjar at blóma. Og dagurin verður haraftrat longri og ljósari. - Veðrið hevur verið sera ringt í vetur, men tað hevur, so [...] hansara, men John bardist og stríddist ímóti sjúkuni so frægt sum hann kundi og so leingi hann orkaði. Ella sum hann tekur til á sín serstaka hátt: - Eg risti sjúkuna av mær, og kundi sostatt halda meg frískan [...] leingi, hóast alt. Soleiðis gingu tey næstu 10 árini so nøkurlunda við upp- og niðurtúrum. Men so upprann dagurin, tá hvørki sál ella likam hansara orkaðu meiri, og hann varð innlagdur á Psykiatrisku Deild
byrjar í góðu gullasjtíðini, tá alt bar til. Eiðisbrøðurnir og bilmekanikararnir, Niels Emil og Thorleif høvdu havt bilverkstað saman í nógv ár, og nú droymdu hesir sjálvbjargnu menn um at stovna egið ídnaðarvirki [...] tunga arbeiðið, og Gunnar, sum er gamal sjómaður frøist um at sleppa at standa turrskøddur á tí reina og nossliga hallargólvinum. -Her sleppur tú frá at ganga í oljuklæðum, sigur hann læandi, og stappar eitt [...] á Eiði. Umframt sjálva maskinhøllina eru skrivstova og kaffistova í bygninginum, sum kostaði umleið eina millión. Tað er ljóst og arbeiðsligt inni og dupult so nógv pláss sum í gamla virkisbygninginum uppi
Reiðarafelag), eigarar av 14 teim størstu havnunum (kommunur), 10 tey størstu fiskavirkini og 17 aðrar fyritøkur og reiðaríir við tilknýtið til sjóvinnu og tænastuveitingar til sjóvinnu. Ein partur av kanningini [...] bleiv bjargað við eini almennari loysn - Føroyagrunninum frá 1971. Og tá kreppan leikaði á í Føroyum miðskeiðis í 50´unum, og bankar og sparikassar ikki megnaðu at fíggja fiskiflotan, førdi hetta til stovnanina [...] (t.d. tryggingarfeløg, pensjónsgrunnar og bankar) og strategiskar íleggjarar við langsiktaðum tilknýti til fyritøkuna (t.d. privatir partaeigarar, íløgufeløg og vinnuligir íleggjarar). Tá vit ikki enn
inngangin til hvønn kapittul og rættaði okkurt komma, fortelur Óluva. Og fólk tóku soleiðis til: Óluva bakar og steikir og Marius smakkar og etur! Besta fólkaogn So bókin kom út og bleiv beinanvegin fólkaogn [...] hesi seinastu 36 árini. Og seinastu mongu árini hevur bókin aftur verið útseld frá forlagnum, og fólk hava, til fánýtis, spurt og spurt eftir henni. Tí Matur og Matgerð er frágera góð gáva, til dømis til [...] brúðarparið og ung, sum flyta heimanífrá. Á reyða køksborðinum Men verður bókin skjótt aftur at finna millum kókibøkurnar í bókahandlinum. Millum grill og sushi, Jamie Oliver og ”Kærnesund Familie”, og hvat allar
Danmarks Journalistforbund, og er einasti av teimum fýra, sum situr heima og teknar. Hann hevur 40 ára jubileum í ár og hevur millum annað starvast á Land og Fólk, í Berlingska húsinum og sum freelancari í 5 ár [...] Brugskunst, og í mong ár starvaðist á Kristeligt Dagblad og BT. Í dag er hon sjálvstøðugt vinnurekandi og partur av freelance skrivstovuumhvørvinum De Fem , sum varð sett á stovn í 1997 í Keypmannahavn, og har [...] siga tey og vísa á, at tað hevur týdning, at tað er ein vissur javnvágur í strikuni og stílinum hjá einstaka blaðnum. Ikki døma barnið Áðrenn vit vita av, tríva tey í hugtakið børn og tekning. Og tað er