Ein viðurkenning at verða teknað

Tað hevur alstóran týdning at halda børnunum til blýantin og blokkin, um tey skulu gerast yrkisteknarar


Fýra navnframir blaðteknarar hava seinastu dagarnar myndað og avmyndað umhvørvið í býnum, og hevur tað verið ikki sørt hugvekjandi at eygleiða tey meðan tey tekna. Tann rami gandur, tók onkur til, tá teknararnir við kvikum, fáum og smáum strikum søgdu tað, sum sigast skuldi á pappírinum. 
                      Teknararnir, sum vitja, er tey fýra: Claus Seidel, Annette Carlsen, Bob Katzenelson og Lars Andersen, sum øll eru fastir veitarar av blaðtekningum til størstu donsku dag- og fakbløðini. Og hóast vit kanska ikki kenna tey av navni ella útsjónd, so kenna vit tey altíð aftur, tá vit rena okkum í eyðkenda og persónliga stílin í donsku bløðunum.
 
Hava altíð teknað
Men hvat ger ein góðan blaðteknara? Í einum stuttum steðgi í gjár fingu vit eitt prát við tey um alt annað enn Muhammedtekningar, talufrælsi og fólkaræði. Og vit løgdu fyri við at fritta tey um bakgrund teirra  um tey eru vaksin upp í serliga skapandi umhvørvum, ella um tey bara vóru sum børn flest. Og trý teirra viðganga beinanvegin, at tey hava altíð teknað, og at tað fyri vist varð lagt teimum lag á heima. Og tá onkur nevnir orðið hálvautistar bresta øll út úr at flenna og siga seg kenna fyribrygdið aftur.
- Eg hevði altíð leiklutin sum tann, sum dugdi so væl at tekna, tá eg gekk í skúla, sigur Annette Carlsen, sum hevur starvast sum blaðteknari í 22 ár. Hon greiðir frá, at mamma hennara eisini dugdi væl at tekna og at hon stuðlaði dótturini í at halda fram at tekna. Annette minnist, at hon slapp at tekna plakatir til skúlasjónleikir og sum 13 ára gomul vann hon eina teknikapping, har uppgávan var at tekna eina plakat til lokalu svimjihøllina.
- Tá varð eg boðin niðan á ráðhúsið, har borgmeistarin heilsaði uppá, og eg fekk ein brævbjálva við 500 krónum í. Hetta var í 1968, so talan var um ein megnar vinning, og eg minnist enn hvussu eydnurík eg var, sigur Annette, sum er útbúgvin teknari frá Skolen for Brugskunst, og í mong ár starvaðist á Kristeligt Dagblad og BT.
Í dag er hon sjálvstøðugt vinnurekandi og  partur av freelance skrivstovuumhvørvinum De Fem, sum varð sett á stovn í 1997 í Keypmannahavn, og har eitt nú Bob Katzenelson og Lars Andersen eru partareigarar. Tey eru øll sjálvstøðugt vinnurekandi og reka hvør sítt lítla virki, og eru til fals fyri øllum sløgum av tekniuppgávum, hóast tey savna seg mest um blaðtekningina, siga tey og flenna.
- Í tí leysa hava vit fastar avtalur við dag- og fakbløðini, har tað er týdningarmikið, at tað er tann sami stílurin til uppgávurnar, antin tað eru fastir teigar, klummur ella fakbløðini, siga tey og vísa á, at tað hevur týdning, at tað er ein vissur javnvágur í strikuni og stílinum hjá einstaka blaðnum.
 
Ikki døma barnið
Áðrenn vit vita av, tríva tey í hugtakið børn og tekning. Og tað er greitt, at har hava tey sínar avgjørdu meiningar.
- Næstan øll børn elska at tekna, men tey flestu gevast, tá tey eru eini 10-12 ár. Tá verður alt so pínligt og flóvisligt og børnini verða meira sjálvkritisk, greiðir Bob Katzenelson frá. Og hann staðfestir, at tað er ein treyt fyri at gerast góður teknari, ella í heila tikið góð innan eitthvørt listahandverk, at barnið verður hildið til, eisini í ungdómsárunum. Bob Katzenelson, sum hevur starvast sum blaðteknari síðani 1986, eitt nú í Berlingska húsinum og á blaðnum Aktuelt. Og hann vísir á, at ein av teimum mest týðandi orsøkunum til, at hann helt fram at tekna var, at hann bleiv við, eisini í ungdómsárunum.
- Eg droymdi altíð um at gerast teknari og einki var betur enn at lesa í teknirøðum sum Blæksprutten, sigur Bob. Og hann staðfestir, at annað sum hevur stóran týding í mun til børn og tekning er, at børnini fáa allarbestu amboðini, sum eru av bestu góðsku.
- Gev altíð børnum góðar litblýantar og gott pappír, og set ikki krav fram um, at tey skulu tekna á báðar síður av pappírinum, heilt út til kantin ella við ávísum litum. Hetta tekur skapanarhugin frá børnunum, sigur Bob.
- Annað, sum tey fýra leggja dent á er, at vit skulu ikki døma um tekniavrikini hjá børnunum, men heldur práta um tað, sum tey hava teknað. Óansæð um dómurin er positivur ella negativur, so er tað ikki tað, sum barnið vil hava, tá tað vísir tekning sína.
- Tvørturímóti ger positivi dómurin, at barnið heldur alt standa væl til, og tí er ikki neyðugt við menning ella størri avbjóðingum, meðan negtivi dómurin tekur hugin frá barninum, sigur Annette. Og hon vísir á, at vit mugu heldur venja okkum við at práta um innihaldið í tekningini, og kanska spyrja barnið, hvussu tilgongdin var, ella hvat tað ætlar at tekna nú.
 
Livibreyðið
Næsta, sum vit práta um, er antin tað ber til at liva av at vera blaðteknari. Og tey fáa øll eitt lítið skálkabros um andlitið, tí tað ber meiri enn væl til.
- Hetta er helst tað best lønta starvið innan tekning ella myndprýðing, sum tú kanst fáa, greiðir Claus Seidel frá. Hann er formaður fyri sersambandið av blaðteknarum undir Danmarks Journalistforbund, og er einasti av teimum fýra, sum situr heima og teknar. Hann hevur 40 ára jubileum í ár og hevur millum annað starvast á Land og Fólk, í Berlingska húsinum og sum freelancari í 5 ár nú.
- Blaðteknarar eru limir í einum sersambandi undir Danmarks Journalistforbund, sum samráðist teirra vegna, á jøvnum føti við jounalistar og fotografar, greiðir hann frá.
 
Sjónleikarateknarar
Claus Seidel er tann einasti av teimum fýra, sum ikki teknaði sum barn, men tá hann var eini 14 ár, fekk hann eyguni upp fyri blaðtekningini, og hann helt hana vera fantastiska, stuttliga og ómetaliga spennandi. Hann sigur, at hann sat framman fyri sjónvarpinum og teknaði øll ungdómsárini, meðan vinirnir runnu eftir konufólki og gingu í studentaskúla. Síðani fór hann úr stovuni, út á vegin at tekna og inn í Tivoli. Eitt skifti gekk hann á málaraskúla at læra til skelta- og bygningsmálara, og um somu tíð var víðagitni teknarin Jan Stage mentanarredaktørur á navnframu donsku avísini Land og Folk. Tá hesin fekk eyga á einastandandi listagávurnar hjá Claus Seidel, skipaði hann fyri, at ungi teknarin fekk starv á blaðnum, sum teaturteknari. Og Claus Seidel greiðir frá, at danir hava eina elligamla siðvenju, sum fevnir um, at sjónleikaraumæli altíð verða prýdd við tekningum frá frumframførslunum. Sostatt teknaði Claus Seidel myndir til meiri enn 200 ummæli av leikum, sum vóru framførdir í Keypmannahavn.
 
Ikki lúra
Tá vit síggja ein persón, sum stendur í einum króki og teknar, hava vit eina ómetaliga trongd til at fara yvir og vita, hvat tað er, sum viðkomandi teknar. Hvat halda blaðteknararnir um tað?
- Tað er til at blíva svakur av, tá fólk standa og anda ein í nakkan, meðan tú teknar, sigur Claus.
- Tá gongur alt galið, tí báðir partar savna seg bara um, at annar teknar og hin metir, sigur Claus Seidel. Og hann greiðir frá, at tá fólk nærkast, so snúgvar hann sær demonstrativt á at signalera, at hann vil hava frið.
- Fyri meg er tilgongdin ógvuliga nakin og tað er sum at lata seg úr, at vísa eitt hálvliðugt verk, sigur hann. Men hesum eru ikki øll samd um.
Men tey eru samd um, at tað ringasta er, er tá onkur heldur seg vera ordiliga genialan, og kemur við einum hugskoti, sum bara er til í høvdinum á viðkomandi.
- Tað miseydnast altíð, tí tað ber ikki til at síggja, hvussu viðkomandi ímyndar sær tekningina. Hetta eru typiskt ógvuliga málslig fólk, sum hava eina langa frágreiðing og nógv orð, siga tey.
- Slík fólk skilja ikki tí journalistisku avbjóðingina hjá blaðteknaranum - at taka søguna og siga hana í stuttum við eini tekning, sigur Lars Andersen, sum hevur verið blaðteknari síðani 1986,  eitt langt skifti á Politiken, og síðani sum freelancari við fastari avtalu við Berlingarin. Hann vaks upp í Vendsyssel í Jútlandi og pápin var lærari í eitt nú evning og smíð. Skúlin lá næst heiminum, og Lars Andersen sigur, at meginparturin av barndóminum fór fram í skapandi hølunum á skúlanum. Beiggin var eisin framúrskarandi teknari, og Lars Andersen endaði við at fáa eina teknaraútbúgving frá Listahandverkaraskúlanum í Kolding.
 
Viðurkenning at vera teknað
Men hvat siga fólk, tá tey vera teknað?
- Fólk halda ongantíð, at tey líkjast tekningunum. Men øll onnur duga at síggja hvønn  talan er um, siga tey við ein munn og øll fara at flenna.
- Tað løgna er, at tá fólk verða teknað, so uppstendur ein løgin tvístøða, tí innast inni eru tey forfeingilig, og vera eitt sindur vónbrotin av at verða endurgivin av einum karrikaturteknara. Hinvegin er tað, at verða teknaður eisini ein viðurkenning av, at nú ert tú kend ella kendur, og at tú tí hevur rokkið einum ávísum støði í karrieruni. Greiðir Lars Andersen frá, og hann vísir á, at so løgið tað ljóðar, so eru tað júst kend fólk, sjónleikarar og politikarar, sum keypa flest blaðtekningar, har tey sjálvi eru avmyndað. Tá eru tey genkendt, anerkendt og godkendt.