eygu ímóti høllini á Hálsi, sum er pyntað og gjørd klár til dagin. Tann dagin gera miðlarnir nógv burturúr, og tann dagin gera eisini áskoðararnir nógv burturúr. Og fyri tey liðini, sum kanska ikki liggja [...] spennandi at síggja, hvussu liðið fer at reagera, nú hálvfinalan tørnar fyri. Mjølnir kann býta frá sær Tað sama ger seg galdandi hjá Fleyr. Liðið hevur verið meira ella minni suverent í langa tíð, men tapti [...] fyrstu ferð á heimavølli í langsamiliga tíð – fyri júst Mjølnir. Øll vita, at Mjølnir kann býta frá sær, og tí er tað eingin sjálvfylgja, at Fleyr vinnur seg í finaluna í ár. Legg tað afturat, at hálvfinalurnar
Veðurlagsbroytingarnar bera við sær, at tað allarhelst verður minni til av toski undir Føroyum, tí grundarlagið fyri at yvirliva her gerst verri. Toskurin er serliga sensitivur yvir fyri hitabroytingum
at endamálið er at flyta undirvísing og gransking enn eitt fet fram á leið, og tað ætlar hon sær at gera so langt, hon yvirhøvur lukkast. Trýst á pílin undir myndini og hoyr eina samrøðu, FM1 hevði við [...] nývald landsstýriskvinna í undirvísingarmálum. Hon tekur við starvinum eftir at Rigmor Dam legði frá sær, sum landsstýriskvinna í mentamálum í kjalarvørrinum á gøluni um Glasir. Samgongan hevur tingast aftur
Meðan Hanna Jensen fer at taka sær av skúlamálum, verður tað Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum eisini fer at umsita mentamál í landsstýrinum Útbúgving og skúli fara at fylla nógv hjá [...] hjá landsstýrinum tað, sum eftir er av valskeiðinum. Landsstýrið ætlar millum annað at gera broytingar í fólkaskúlanum, at seta í verk eina nýggja skipan fyri vaksnamannaútbúgving og bæði at eftirmeta og [...] Kampus, nú tilmæli varð handað í vikuni. Høgni Hoydal umsita mentamál Meðan Hanna Jensen fer at taka sær av útbúgving og skúla, verður tað Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum fer at fyrisita
Jákup Magnussen, so var kosturin ikki tann mest sunni í London, og ofta var lættasta loysnin at keypa sær onkran “fast food” ella okkurt til mikroovnin. Men nú skuldi tað verða, tú ætlaði tær í gongd, eta [...] so góður og stoltur av honum. Og hjá Eyðfinn var tú hetjan og fyrimyndin, og Jógvan góði, vit skula gera alt fyri at halda minnini um teg á lívi, og fortelja honum um allar tær stuttligu og festligu løturnar
hevur alla tíðina verið um eina fyribils loysn. Í 2008 fekkLandsverk pening til at gera eina ætlan fyri arbeiðið at gera hana lidna, og onkuntíð hevur verið sagt, at arbeiðið hevur verið klárt at bjóða út [...] milliónir. Men tað hendi einki, og í nýggjastu samferðsluætlanini hjá Landsverki verður mælt til at gera arbeiðið í 2027. Ætlanin var at fáa grót úr grótbrotinum á Lambareiði til endamálið. Og nú hevur Óluva [...] Mortensen sigur, at fyri at verja fyri sjóroki, er ætlanin at hækka brimgarðin, og vegin. Ætlanin er at gera ein tveybreytaðan veg, umframt gongubreyt og súkklubreyt. Somuleiðis skulu gøtuljós setast upp. Men
óføri í føroysku fjøllunum. Í fyrsta umfari fer Visit Faroe Islands tó at gera betri merking fyri, hvar hagagøturnar eru. - Við at gera yvirlit yvir øki og tess tilboð, á skeltum við innkomu til bygdina, ber [...] kunningarskeltini, sum hava verið. Nýggj bygdaskelti verða sett upp, sum kunna um, hvat er at finna og gera í bygdini. Har er kunning um p-pláss, vesi og matstovur, umframt at bygdagøtur og gongutúrar eru merktir [...] hesum skeltunum eru longu sett upp ymsastaðni í landinum. Á onkrum skiltum er ein áheitan um at ansa sær, um lendið er vátt, á øðrum ein ávaring um at ganga longur yvirhøvur. Eitt skelti minnir fólk á at
- Øll hava brúk fyri frískari luft og at røra seg. So, hví ikki gera sum Annita á Fríðriksmørk? Hon ætlar sær at ganga ½ marathon 2.juni, tá Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður. Í dag klokkan 17
upp og livdi síni unglingaár, áðrenn leiðin lá fyrst til Havnar og so niður til Danmarkar at nema sær útbúgving. Hann tók læknaprógv í 1977 í Keypmannahavn. Seinni flutti hann til Svøríkis at arbeiða sum [...] heilsumál. Og ikki kann sigast annað enn at væl hilnaðist hjá honum sum landsstýrismaður, og vann hann sær stóra virðing millum manna. Við løgtingsvalið í 2002 varð Andrias valdur løgtingsmaður. Hesa tíðina [...] fáur annar, hevði Andrias eitt sera gott minni. Honum nýttist ikki at leita upplýsingar fram, sum vit gera nógv av í dag, tí hann hevði flestu hesar sum vanliga vitan. Hendingar, árstøl og ikki minst ættarbond
ætlar at gera nakað við syndarligu støðuna. Fólkaflokkurin er ikki bara einasti flokkur, ið hevur víst á hetta, men vit eru eisini einasti flokkur, ið hevur eina ítøkliga ætlan við fiskiflotanum. Gera reiðaríir [...] ð, tí Jacob Vestergaard løgtingsmaður, hevði úttalað seg um umhvørvið. Nú var lagamanni at hvessa sær pennin og leggja fólkafloksfólk undir líkt og ólíkt. Hetta er sami skitni taktikkur, flokkurin brúkti [...] rinda tey ikki tilfeingisgjald, fyrr enn skipið er afturrindað. Hetta er ikki bara besti mátin at gera tað uppá, men er somuleiðis tann mest effektivi. Tí má javnaðarflokkurin velja, hvat hann vil hava: