Hetta er øgiliga spennandi

Eg ætli mær royna at flyta okkum eitt fet fram á

 

Útbúgving er eitt ómetaliga spennandi øki, tí tað er eitt áhaldandi arbeiðið at menna útbúgving og gransking, og tað er ómetaliga spennandi at verða ein enn størri partur av tí. Tað sigur Hanna Jensen í Framsókn, sum er nývald landsstýriskvinna í undirvísingarmálum.

 

Hon tekur við starvinum eftir at Rigmor Dam legði frá sær, sum landsstýriskvinna í mentamálum í kjalarvørrinum á gøluni um Glasir. Samgongan hevur tingast aftur og fram og úrslitið er, at Mentamálaráðið verður býtt sundur í tvey, har Hanna Jensen skal umsita undirvísingarmál, og Høgni Hoydal skal umsita hini mentamálini.

 

Hanna Jensen sigur, at endamálið er at flyta undirvísing og gransking enn eitt fet fram á leið, og tað ætlar hon sær at gera so langt, hon yvirhøvur lukkast.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr eina samrøðu, FM1 hevði við nývaldi landsstýriskvinnuna.