Nú verður tað loksins, at byrgingin um Haraldssund verður gjørd liðug. Tað staðfestir Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Byrgingin varð gjørd miðskeiðis í áttatiárunum, men talan hevur alla tíðina verið um eina fyribils loysn.
Í 2008 fekkLandsverk pening til at gera eina ætlan fyri arbeiðið at gera hana lidna, og onkuntíð hevur verið sagt, at arbeiðið hevur verið klárt at bjóða út. Tá varð arbeiðið mett at kosta einar 30 milliónir. Men tað hendi einki, og í nýggjastu samferðsluætlanini hjá Landsverki verður mælt til at gera arbeiðið í 2027. Ætlanin var at fáa grót úr grótbrotinum á Lambareiði til endamálið.
Og nú hevur Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, spurt landsstýrismannin, hvussu landið liggur, og nær byrgingin verður gjørd. Hon sigur, at talan er um ein trygdarspurning, tí í illveðrið brýtur yvir hana, umframt at nógv grót kemur á vegin.
Heðin Mortensen sigur, at fyri at verja fyri sjóroki, er ætlanin at hækka brimgarðin, og vegin. Ætlanin er at gera ein tveybreytaðan veg, umframt gongubreyt og súkklubreyt. Somuleiðis skulu gøtuljós setast upp.
Men Heðin Mortensen er ikki sinnaður at bíða til 2027, soleiðis sum Landsverk mælur til. Tí hann sigur, at arbeiðið skal gerast nú. Hann vísir eisini á, at tað er óneyðugt at fara heilt á Lambareiði eftir grótið, tí brúkiligt grót er beint við, í grótbrotinum Norðuri á Strond, sum er beint við byrgingina.
Tað er eitt grótbrot hjá Klaksvíkar Kommunu, har Bakkafrost nú byggir smoltstøð. Og Heðin Mortensen sigur, at borgarstjórin í Klaksvík hevur givið tilsøgn um, at grót kann takast úr grótbrotinum til endamálið. Tað er serliga heilt stórum gróti, tey hava brúk fyri
Harafturat vísir ein kostnaðarmeting, at verður grótið tiki úr grótbrotinum Norðuri á Strond, fer arbeiðið ikki at kosta 30 milliónir, sum upprunaliga mett, men bara eina fimm til sjey milliónir. Og Heðin Mortensen sigur, at farast skal undir arbeiðið nú, tí tað er ikki vandaleyst at koyra eftir byrgingini, sum er.
Tískil ætlar hann sær at finna pengarnar til endamálið, og verður tað neyðugt, verður uppskot lagt fyri Løgtingið beinanvegin um at fáa eina eykajáttan til endamálið. Nú hava vit bíðað so leingi, at nú má tað gerast, leggur hann afturat.
Óluva Klettskarð vísir á, at hon hevur leingi vitað um hetta grótið og hon hevur fleiri ferðir tosað við avvarðandi partar um tað. Men eingin hevur kunnað svara upp á, hvussu grótið kundi fáast til vega. Tað einasta, hon hevur fingið at vita, er, at grótið skuldi burturbeinast, sum skjótast, men hóast tað, hendi einki.
Og hon heldur, at við at fáa fatur á grótinum nú, hevur Heðin Mortensen framt størsta bragdið, nakar landsstýrismaður hevur framt ímeðan hon havi sitið á tingi. Hon vísti á, at hetta er ein ein farleið, sum er ótrygg, men, sum eingin hevur havt áhuga fyri.