Visit Faroe Islands fer nú undir at betra um skeltingina í Føroyum í samband við ferðavinnuna.
Alda Egilstrøð Magnussen, sum er menningarsamskipari hjá Visit Faroe Islands, sigur, at tey hava varnast, at tað er ein stórur tørvur á betri kunning til ferðafólk í Føroyum, og at hesin tørvurin gerst sera sjónligur, jú fleiri ferðafólk vitja.
Visit Faroe Islands fer tí undir at útvega fleiri skelti og at endurmynda gomlu kunningarskeltini, sum hava verið.
Nýggj bygdaskelti verða sett upp, sum kunna um, hvat er at finna og gera í bygdini. Har er kunning um p-pláss, vesi og matstovur, umframt at bygdagøtur og gongutúrar eru merktir á skeltunum. Harumframt er ein stutt søgulig lýsing av bygdini á føroyskum og enskum.
Fyri at lætta um hjá ferðafólkum og kanska eisini bøta um viðurskiftini millum ferðafólk og føroyingar, hevur Visit Faroe Islands ment 11 boðsskelti. Fleiri av hesum skeltunum eru longu sett upp ymsastaðni í landinum. Á onkrum skiltum er ein áheitan um at ansa sær, um lendið er vátt, á øðrum ein ávaring um at ganga longur yvirhøvur. Eitt skelti minnir fólk á at lata portur aftur eftir seg, eitt annað biðjur tey ikki heinta blómur ella at halda seg til gøtuna, tá tey ganga og aftur eitt, sum heitir á ferðafólk um at virða privatlívið hjá teimum, sum búgva í økinum.
Í teimum økjum, har okkurt serligt er at síggja, eru eisini kunningarskelti í greiða frá. Í Mykinesi verða tí skelti sett upp, sum greiða ferðafólkunum frá um súluna.
Ein avbjóðing við ferðavinnuni í Føroyum hevur verið gongutúrarnir. Føroyar verður í stóran mun marknaðarført sum eitt land, har tú kanst njóta náttúruna frítt, sum tær lystir. Hetta hevur elvt til nógv kjak og orðaskifti millum bøndur og ferðavinnuna, og ikki sørt av ørkymlan, tá ferðafólk ganga seg í óføri í føroysku fjøllunum.
Í fyrsta umfari fer Visit Faroe Islands tó at gera betri merking fyri, hvar hagagøturnar eru.
- Við at gera yvirlit yvir øki og tess tilboð, á skeltum við innkomu til bygdina, ber partvíst til at stýra ferðafólkunum. Hetta við at vísa á støð har ynskiligt er at tey fara, eitt nú við at vísa á gongu -, varða – og bygdagøtur, sigur Alda Egilstrøð Magnussen.
Við byrjan av gongutúrinum er eitt skelti við tilvísing til gøturnar. Her verður kunnað um torleikastig, longd og ein lýsing av, hvørji atlit mugu takast á túrinum.
Undir heitinum á hvørjum túri, er annaðhvørt merkt ein røð av prestum ella ein røð av varðum – hetta sipar til hvussu gøtan er uppmerkt. Er talan um varðagøtu vera prestar settir ímillum varðarnar, um hetta er neyðugt. Hvør túrur hevur sín lit. Tað eru starvsfólk á Verkstaðnum Vón, sum hava framleitt prestarnar.
- Vit hava soleiðis lagt okkum eftir at skapa ein skeltaleist ið er lættur at finna runt í, og er lættur at kenna aftur.Hesin leistur kann víðarimennast, soleiðis, at hann sæst aftur í øðrum kunningartilfarði so sum faldarum, FØ kortinum, heimasíðu, kunningardiskum o.a.Soleiðis kann tann ferðandi gerast tryggur við kunnigarleistin, og fær møguleikan at kenna skeltini – helst áðrenn hann kemur til landið, sigur Alda Egilstrøð Magnussen.











