eiga at verða endurskoðaðar og eftirmettar við atlitið til at tíðirnar, tørvurin og umstøðurnar alsamt broytast. Havnaviðurskiftini og veganetið Tað er m.a. neyðugt at skipa ? og býta havnalagið upp í fi [...] okkum í at skapa framburð, menning og trivnað og harvið bjartskygni, samstundis sum vit støðugt minka um skuldarbyrðuna. Miðvís menning Rom varð ikki bygt eftir einum degi, og verður Tvøroyri heldur ikki endurment [...] okloakskipanini og okommunalu bygningunum mugu vit gera fullfíggjaðar heildarætlanir, neyvar kostnaðarmetingar og miðvíst avseta pening til hesar ætlanir út frá nágreiniligum raðfestingum, eins og hesar ætlanir
vegna sparingar og skeivar politiskar raðfestingar. Nú eiga okkara landspolitikarar at raðfesta rætt og seta sjúklingin í fokus og velja vælferðartænastur fram um berghol, asfalt og beton og snævurskygdan [...] kvalifiseraðar læknar og starvsfólk annars. Tað er sostatt ein falskur tryggleiki at búgva tætt við smá sjúkrahús - teimum vanta nevnliga førleikar, servitan, læknar og royndir, og tað kann fáa álvarsligar [...] sjúkan kann viðgerast og tey gerast frísk. Infrakervið í Føroyum við vegum og tunlum er útbygt soleiðis, at 85% av íbúgvunum eru bundnir saman við føstum sambandi – góðir vegir og akfør. Tí er grundarlag
rektarastarvið, skriving og politisk øsing og endurlýsing, áðrenn 29 ára gamli havnarmaðurin, sum í Århus hevði lokið embætisprógv í evnafrøði og alisfrøði, varð settur í starvið. Sámal og tey fluttu úr Klaksvík [...] Fjarða og Leirvík vórðu nevnd. Bygdarleiðir vóru ikki til, Leirvíkstunnilin var ikki bygdur, og rektarin setti seg í sambandi við busseigarar um at koyra næmingarnar til og frá bygdunum í oynni og norðastu [...] lærarar, starvsfólk annars og leiðslu hevur verið stak góður. Eingin ivast í, at rektarin øll 25 árini hevur átt størsta lutin í hesum. Sámal er fyrikomandi og áhugaður í skúlanum, starvsfólkunum og næmingunum
ikki høvdu ta vitan og servitan, sum henda vinna kravdi, og at fleiri alibrúk tá máttu snara lykilin um til stórt tap hjá fíggjarstovnum, alibrúkum, vinnulívsfólki, íleggjarum og fólki og familjum yvirhøvur [...] leigu fyri firðir og havumhvørvi. Og her eru politisku ósemjurnar. Jú, vit kunnu velja at taka minni frá alingini og landið sostatt hjálpir teimum við nýíløgum, ella vit kunnu taka meira, og teir sjálvir, [...] atliti til okkara land, - stødd, búskap og vinnufjølbroytni. Eins og um øll viðurskifti sum kunnu vera øðrvísi og gera seg galdandi í lítlum, samanborið við størri lond og størri samfelagsviðurskifti. Við vón
til vegir, útbúgving, gransking og ábøtur til almenn høli sum skúlar, sjúkrahús, og bústaðir fyrr enn áður var ætlað. Almennar íløgur hava eina greiða og tíðandi ávirkan og halda arbeiðsloysinum niðri. Vit [...] kommunum og landstingum stuðul og rásarúm í dagsins torføru fíggjarligu støðu. Tað kann gera tað gjørligt at dygdartryggja og menna arbeiðspláss við nógvum starvsfólki, fyri at varðveita tænastustøðið og vælferðina [...] forða fyri at túsundtals fólk gerast arbeiðsleys og soleiðis bæði at fyribyrgja arbeiðsloysi og eisini lækkandi tænastustøði. Vit vilja geva børnum, eldri og teim veikastu tann stuðul teimum tørvar. Fíggjarliga
hjá samgonguni og heildarætlanina “Fólkaflyting og fólkavøkstur”. Sparingarnar á Setrinum eru sum at pissa í buks. Tað er heitt og fjált eina stutta løtu, men síðani verður tað kalt og klebrut. Samgongan [...] nýggj útbúgvingartilboð og granskingarøki, ið føroyska samfelagið hevur tørv á.” At fólk lesa á Setrinum og ikki uttanlands hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin og mentanar- og sosiala lívið. Lesandi [...] pengar her og eru við til at skapa lív og trivna. Hetta hevur eitt stórt virði fyri okkum. Samgonguskjalið frá 2015 millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur nógv vøkur orð um útbúgving og Setrið
treytir eins og tann gamla til karmar, innihald og mannagongdir, sum stovnarnir skulu lúka. Men hetta lítla árið síðani kommunurnar yvirtóku økið ber til at vísa á kommunur, sum ikki fylgja lógini og sum stovna [...] stovna og skipa dagstovnar uttan at lýsa størv leys og sum ikki seta leiðara. Meðan dagstovnalógin var í umbúna og til viðgerðar á tingi, setti forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Carita Björklund, spurnartekin [...] Lógin er gjørd við tí fyri eyga at tryggja børn, foreldur og starvsfólk. Men tíverri síggja vit í dag, at fleiri kommunur ikki fylgja lógini, og ivaleyst hendir ymiskt vit ikki eru vitandi um, sigur Carita
hevur verið at geva lesandi, starvsfólki og vitjandi eitt savnandi og stimbrandi lestrarumhvørvi, og at bygningurin skal laga seg til lendið, nærumhvørvið og taka atlit at fjøltáttaða virkseminum, sum [...] nýtsluni av bygninginum og í sambandi við framtíðar tillagingar og útbygging. ##med4## • Byggingin er somuleiðis løtt at laga til verandi umstøður og tað undandrag, sum verandi bygningar og eitt óslætt lendi [...] umboða Setrið við tign og arkitektoniskari dygd og vera fyrimynd, tá tað ræður um burðardygga bygging í Føroyum. Umráðandi hevur verið, at bygningurin skal vera innbjóðandi fyri mongu og sera ymisku áhugapartarnar
gott og tí eru møguleikar fyri einum sterkum vinnulívi góðir og stórir. ? Hesi tøl eru fakta og tey vísa, at tað ber til, men tað er ikki lætt. Tað skulu breiðir herðar til og fólkið má standa og lyfta [...] gloyma alt um fullveldið og innrættað okkum sum stuðulssamfelag og spæla harrar í húsi, sigur Jørgen Niclasen og heitir á politiska myndugleikan um at stinga fremstafingur í sandin og halda fast um positivu [...] mió. krónur. Og kortini hava vit eitt yvirskot á fíggjarlógini uppá 300 mió. krónur. ? Tað vil siga, halda vit fast og alt annað líka, hava vit 700 mió. krónur árliga til rentu og avdráttir, og tá eru bert
fyri góðari umsorgan, at starvsfólk fáa neyðuga og hóskandi útbúgving til at vera um tann sjúka, at avvarðandi fáa neyðugan kunnleika til sjúkuna og sjúkueyðkenni og fáa stuðul og samkenslu undir sjúkugongdini [...] kann ganga yvir fleiri ár, og tey avvarðandi kunnu fáa hjálp og stuðul til at gera gerandisdagin liviligan. Útbúgving og karmar Tí er umráðandi, at fólk við ábyrgd, bæði lands- og kommunupolitikkarar, skapa [...] Miðstøðin Føroyska Alzheimerfelagið veitir fólki ráð og vegleiðing í sambandi við Alzheimers og aðrar demenssjúkur, felagið hevur heimasíðu og telefon, og alt verður viðgjørt í trúnaði. Felagið rekur eisini