Norðurlendsk fakfeløg mæla til stimbrandi politisk tiltøk

Spara ella stimbra seg úr kreppuni? Tað hevur verið spurningurin hjá ríku londunum í vetur. USA við Barack Obama sum forseta hevur valt tað seinna. Ein risastórur stuðulspakki skal tálma og møguliga eisini venda lágkonjunkturinum

Londini í ES eru ósamd og eru higartil ikki komin ásamt um ein samlaðan samfelagsliga stimbrandi politikk.

 

Men kjakið heldur fram. Møguliga kunnu Norðurlond vísa vegin á hesum øki. Tað skriva sjey fakfelagsumboð úr seks Norðurlondum.

 

 

Fíggjarkreppan í heiminum hevur gjørt, at flestu lond hava fingið fíggjarligar trupulleikar. So er eisini her í Norðurlondum. Ísland er serliga hart rakt, og fylgjurnar fyri íslendska fólkið eru størri, enn vit onnur í Norðurlondum kunnu ímynda okkum.

 

Norðurlendsku stjórnirnar hava stuðlað bankum og ídnaði við peningi, men tað almenna hevur higartil ikki fingið nógv av hesum stuðli.

Nú er tíðin komin at broyta hesa mannagongd. Fyri at kreppan ikki skal gerast enn djúpari, er neyðugt at londini í Evropa standa saman og fremja munagóð tiltøk. Her kunnu vit í Norðurlondum vísa vegin. Norska stjórnin hevur longu víst vegin við at tryggja milliardir til kommunurnar. Hinar stjórnirnar áttu at gjørt tað sama.

 

Vit hava brúk fyri stimbrandi politikki, at forða fyri at túsundtals fólk gerast arbeiðsleys og soleiðis bæði at fyribyrgja arbeiðsloysi og eisini lækkandi tænastustøði. Vit vilja geva børnum, eldri og teim veikastu tann stuðul teimum tørvar.

 

Fíggjarliga gongdin í øllum Norðurlondum hevur í mong ár verið stórt sæð hin sama, fíggjarlig framgongd, lítið arbeiðsloysi, smidligur arbeiðsmarknaður og eitt vælvirkandi almannaøki, sum vit øll gjalda til. Nú hava vit brúk fyri einum samlaðum norðurlendskum politikki í Evropa við fokusi á statin/land, kommunur og landspartar, um kreppan ikki skal gerast enn djúpri. Norðurlendsku londini hava her ein framúrskarandi møguleika at vísa vegin í Evropa við einum aktivum konjunkturpolitikki.

 

Tað almenna kann í krepputíðum hava ein tryggan leiklut í búskapinum og arbeiðsstøðuni. Hetta kann gerast við øktum aktivum arbeiðsmarknaðartiltøkum, so sum umskúling og vaksnamannaútbúgving. Tað kann eisini gerast við at leggja íløgur til vegir, útbúgving, gransking og ábøtur til almenn høli sum skúlar, sjúkrahús, og bústaðir fyrr enn áður var ætlað. Almennar íløgur hava eina greiða og tíðandi ávirkan og halda arbeiðsloysinum niðri.

 

Vit kunnu varðveita førleikan hjá teimum, ið arbeiða innan sjúkrahús, skúla og tað almenna við at stimbra í krepputíðum. Um fleiri starvsfólk missa starvi, so hvørvur førleiki, sum landið hevur gjørt íløgur í.

 

Samstundis gerast fleiri og fleiri medvitandi um, at á orku- og umhvørvisøkinum mugu stórar broytingar gerast í Norðurlondum. Orku og umhvørvisskipanir mugu byggjast fyri at minka um árinini á umhvørvið. Stimbran og almennur stuðul á hesum økinum kann kosta nógv í fyrstu atløgu, men lønar seg í longdini. Tað tálmar arbeiðsloysinum og ger at skattaintøkurnar halda sama støði samstundis sum hetta er nakað, ið má gerast. Ein djúpur lágkonjunkturur kann vera júst tíðin at satsa uppá alternativa orku og grøna tøkni.

 

Skilagóðar stjórnir geva kommunum og landstingum stuðul og rásarúm í dagsins torføru fíggjarligu støðu. Tað kann gera tað gjørligt at dygdartryggja og menna arbeiðspláss við nógvum starvsfólki, fyri at varðveita tænastustøðið og vælferðina.

 

Øll vinna kann mennast og sjálvsagt eisini almennar tænastur. Er arbeiðið tilrættislagt á fullgóðan hátt, við rætta starvsfólkinum á rætta plássinum? Vit meina, at tað eru stórir møguleikar at skipa arbeiðið, so enn betri góðska og hægri effektivitetur fæst burturúr.

 

Vit vita at fíggjarkreppur ofta raka kvinnurnar serliga hart. Javnstøðan versnar og tey sum hava lítið fáa oftani minni. Stjórnir, ið bara sita og hyggja at, fleiri og fleiri arbeiðsleys, sjúk og útstoytt, er ikki loysnin. Vit hava ikki ráð at hava størri bólkar av fólki standandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin, tá tíðirnar broytast og ferð aftur kemur á búskapin.

 

 

Norðurlendsku fakfeløgini á starvsmannaøkinum hava í ár samstarva í 75 ár í Nordisk Tjänstemannaråd (NTR). Tað hevði verið okkara besta føðingardagsgáva, um norðurlendsku stjórnirnar eisini kundu samstarva í eini truplari tíð og satsa uppá at minka kreppuna við at stimbra tað almenna og gera íløgur á hesum økið.

 

 

Eva Nordmark, SKTF Sverige, Gunn Olander, Delta Norge, Bodil Otto, HK/Kommunal Danmark, Merja Aulis, Jyty Finland, Ögmundur Jónasson, BSRB Island, Súni Selfoss, Starvsmannafelagið, Føroyar, Dan Nielsen, NTR

 

Nordisk Tjänstemannarådet (NTR) er eitt samstarv millum 10 starvsmannafeløg í Norðurlondum, við umleið 400 000 limum.