Kommunur bróta dagstovnalógina

- Tá ið dagstovnar verða settir á stovn uttan at leiðsluviðurskiftini eru í lagi, kunnu vit seta spurnartekin við trygdina og hvør hevur dagligu ábyrgdina, sum dagstovnalógin fyriskrivar. Og tá ið hesi viðurskifti ikki eru í lagi, kunnu vit spyrja, um onnur krøv verða fylgd, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag

 

Áðrenn kommunurnar 1. juli í fjør yvirtóku dagstovnaøkið, skuldu allir barnagarðar sambært lóg góðkennast á hægsta stað, nevniliga í Almanna- og heilsumálastýrinum. Í dag eru tað tær einstøku kommunurnar, sum skulu góðkenna stovnarnar, ið eru í teirra egnu kommunu sambært nýggju dagstovnalógini. Henda lógin setir kortini krøv og treytir eins og tann gamla til karmar, innihald og mannagongdir, sum stovnarnir skulu lúka. Men hetta lítla árið síðani kommunurnar yvirtóku økið ber til at vísa á kommunur, sum ikki fylgja lógini og sum stovna og skipa dagstovnar uttan at lýsa størv leys og sum ikki seta leiðara. Meðan dagstovnalógin var í umbúna og til viðgerðar á tingi, setti forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Carita Björklund, spurnartekin við, í hvønn mun kommunurnar fóru at fylgja lógini og hon bar ótta fyri, at vit fóru at fáa ymiskar stovnar við ymiskum innihaldi.

- Dagstovnalógin er nóg góð. Í henni stendur bæði, hvussu arbeiðast skal, mannagongdir, normeringslykil og so framvegis. Lógin er gjørd við tí fyri eyga at tryggja børn, foreldur og starvsfólk. Men tíverri síggja vit í dag, at fleiri kommunur ikki fylgja lógini, og ivaleyst hendir ymiskt vit ikki eru vitandi um, sigur Carita Björklund.

Her sipar Carita Björklund serliga til útibarnagarðar, sum er vorðin ein væl umtókt loysn nógvar kommunur velja, tí útibarnagarðar eru bíligir í rakstri og skjótir at seta í verk.

- Vit síggja, at útibarnagarðar verða settir á stovn eitt nú í Tórshavnar kommunu uttan at leiðslan er í lagi, og vit vita, at hetta hendir aðra staðni eisini. Tað vanliga er og hevur altíð verið at søkja eftir leiðara og síðani eftir starvsfólkum, men nú síggja vit, at stovnar verða settir á stovn uttan at seta leiðara, og tá kunnu vit seta spurnartekin við trygdina og hvør hevur dagligu ábyrgdina, sum dagstovnalógin fyriskrivar. Og tá ið hesi viðurskifti ikki eru í lagi, kunnu vit spyrja, hvussu er við brunatrygd, arbeiðsumhvørvi, heilsu- og hølisviðurskiftum og øðrum, sigur Carita Björklund.


Avleiðing av yvirtøku

At kommunurnar á henda hátt ganga uttan um lógina er ein avleiðing av, at kommunurnar hava yvirtikið dagstovnaøkið. Áðrenn kundi eingin stovnur lata upp áðrenn endaliga góðkenningin var komin frá Almanna- og heilsumálastýrinum.

- Vit mugu ganga út frá, at hesir stovnar, sum ganga uttan um tað sum lógin fyriskrivar, eru góðkendir av kommununi á staðnum.

Og tá ið kommunan skal hava eftirlit við egnum stovnum og samstundis er áhugað í at hava bíligar stovnar, kunnu vit spyrja, um hetta hongur saman. Samstundis vita vit, at smærru kommunurnar ikki hava umsiting til at røkja ábyrgdina nóg væl, og tí er tað ein stórur biti hjá nógvum at gloypa at yvirtaka eitt so stórt øki. Hinvegin fegnast vit um, at síðani nýggja dagstovnalógin kom, eru nógvir nýggir stovnar komnir, stovnar sum eru góðkendir viðvíkjandi øllum krøvum, sum verða sett. So tað ber til at stovna barnagarðar og halda seg til lógina, sigur Carita Björklund.

Endaliga eftirlitið við at dagstovnalógin verður hildin hevur Almanna- og heilsumálastýrið, og fær aðalstýrið at vita, at alt ikki er farið rætt fram, vendir tað sær til kommunurnar.

- Eftirlitið verður tí ógvuliga tilvildarligt, sigur Carita Björklund.


Við í lógarsmíði

Føroya Pedagogfelag fylgir ógvuliga væl við, hvat hendir innan lógarsmíð, tá ið tað snýr seg um børn og viðurskifti hjá børnum. Ætlanin er at gera eina nýggja barnaforsorgarlóg, og innan hetta økið arbeiða eitt nú pedagogar innan serstovnaøkið.

- Málið hjá okkum er at koma í nevndina, ið fyrireikar lógarsmíðið, soleiðis at lógin verður so góð sum møguligt. Hetta royndu vit eisini, tá ið dagstovnalógin varð gjørd, men tað eydnaðist ikki. Í tí førinum var eingin serfrøðinganevnd sett, og tað ber lógin brá av. Eitt nú at dagrøktarlógin og dagstovnalógin vórðu tvinnaðar saman. Tað er ógvuliga óheppið, tí tað ber ongantíð til at seta somu krøv til eina dagrøkt sum til ein dagstovn. Annars eru vit ógvuliga fegin um at hava fingið eina góða dagstovnalóg og ikki minst, at hendan lógin, sum tryggjar børnini, varð gjørd samstundis sum kommunurnar yvirtóku dagstovnaøkið, sigur Carita Björklund.