Jaspur Vang
Valevni Sambandsfloksins á Tvøroyri.
Tað er altíð neyðugt at skapa framburð og menning. Tað gera vit við m.a. framskygdum heildarloysnum, avsetingum og nágreiniligum raðfestingum.
Væl vita vit, at ein skuld uppá uml. tvær álíkningar sjálvsagt avmarkar fíggjarliga rásarúmið hjá eini kommunu sum okkara. Hesin veruleiki má tó ikki forða okkum í at skapa framburð, menning og trivnað og harvið bjartskygni, samstundis sum vit støðugt minka um skuldarbyrðuna.
Miðvís menning
Rom varð ikki bygt eftir einum degi, og verður Tvøroyri heldur ikki endurment eftir einum degi. Tað mugu vit gera okkum greitt.
Hvat viðvíkur eitt nú
o havnaviðurskiftunum,
o veganetimum í býnum,
o barnaansingini,
oeldraøkinum,
ovatnveitingini,
okloakskipanini og
okommunalu bygningunum
mugu vit gera fullfíggjaðar heildarætlanir, neyvar kostnaðarmetingar og miðvíst avseta pening til hesar ætlanir út frá nágreiniligum raðfestingum, eins og hesar ætlanir regluliga eiga at verða endurskoðaðar og eftirmettar við atlitið til at tíðirnar, tørvurin og umstøðurnar alsamt broytast.
Havnaviðurskiftini og veganetið
Tað er m.a. neyðugt at skipa ? og býta havnalagið upp í fiskavirkisøki, farmaflutningsøki, øki fyri stuttleikabátar og øki ? og umstøður til vinnuliga riknu skipini og bátarnar. Dentur eigur at verða lagdar á at skapa vinnuni bestu karmar at virka innan, umframt, saman við vinnuni, at skapa eitt umhvørvi, sum kann vekja ans og áhuga hjá ungdóminum, soleiðis at vit gera okkara til, at neyðug tilgongd altíð er til høvuðsvinnuna.
So við og við eiga eisini neyðugar ábøtur og útbyggingar av havnalagnum at verða gjørdar.
Hvat veganetinum viðvíkur er neyðugt at fara undir fullfíggjaða og miðvísa breiðking og dagføring av veganetinum í kommununi, heldur enn at loypa stað úr stað við lappaloysnum.
Vatnveitingin
Kommunan eigar formliga at taka ábyrgd av allari vatnveitingi, soleiðis at allir borgarar fáa somu sømdir og tænastur.
Arbeitt eigur at verða fram ímóti, at allir borgarar og virkir í kommununi fáa reint vatn.
Kommunala umsitingin
Umsitingarliga er kommunan styrkt við einum verkfrøðingi, og er hettar eisini eitt stev rætta vegin. Næsta stig eigur at verða at gera eitt greitt arbeiðs- og ábyrgdarbýti. Hettar soleiðis at politikararnir í størri mun halda seg til at taka yvirskipaðar avgerðir og lata umsiting, serfrøði og arbeiðsfólk taka sær av at føra málini út í lívið. Soleiðis fær borgarin eina trygga og einsháttaða viðgerð.
Starvsfólkapolitikkur
Tvøroyrar Kommuna hevur uml. 70 ársverk, býtt á uml. 100 starvsfólk. Tí er neyðugt við einum skipaðum starvsfólkapolitikki, sum m.a. greitt útgreinar og staðfestir arbeiðs- og ábyrgdarbýti, skyldur og rættindi hjá hvørjum einstøkum starvsfólki.
Harumframt er neyðugt við miðvísari starvsfólkarøkt. Hettar soleiðis at starvsfólkið hjá kommununi kennir seg trygt og væl á arbeiðsplássinum, eins og dentur eigur at verða lagdur á møguleikarnar fyri persónligari førleikamenning hjá hvørjum einstøkum.
Ítróttin
Vit mugu ásanna at ítróttinum tørvar betur umstøður at virka undir. Tí er neyðugt at savna allar góðar kreftir og í felag gera eina ætlan fyri, hvussu vit nøkta tørvin á hesum økjum. Talan kundi verið talan um ein stigvísa heildarætlan, sum so við og við varð gjørd til veruleika, alt eftir fíggjarligum førleika.
Kommunur um alt landið stuðla ítróttini, sum jú er ein týdningarmikil liður í menningini av okkara ungdómi, eins og ítróttin fremur samanhald og felagsanda á plássinum. Tí eigur kommunan - sjálv- sagt eftir førimuni - at stuðla á hesum øki og um neyðugt ganga á odda, tá umræður at skapa karmarnar.
Kommunuskuldin
Komandi býráð á Tvøroyri eigur miðvíst at gjalda niður skuldina, sum við ársskifti verður á leið 74 mió. kr. Vit, sum í dag eru vinnufør, hava skyldu til tess. Hettar soleiðis at vit sjálvi og tey, sum koma eftir okkum, sum frálíður fáa eitt størri fíggjarligt frælsi.
Í samband við at lánsaftalan hjá kommununum verður endurskoða um uml. 1 1/2 ár,, verður tað tí ógvuliga umráðandi at finna eina skilagóða loysn, soleiðis at lánsbyrðan alsamt minkar, samstundis sum neyðugur peningur verður til framburð, menning og trivnað.