upp, nú eftirspurningurin er so stórur. ? Sum støðan er nú við FCK og Brøndby í oddinum av superliguni, og at ein dystur millum hesi feløgini altíð savnar nógv fólk, kundu vit havt sett prísin á atgongumerkjum [...] til tann dystin eru eisini fleiri enn 30.000 atgongumerki seld. Leiðslan í FCK væntar, at tað eisini verður útselt til hendan dyst, og so eru danir í eini støðu, sum teir als ikki eru vanir við. At 80 [...] ein skomm, og at hann fyri fyrstu ferð rættiliga var í øðini inn á spælararnar. Trýstið, sum tað kann leggja á teir ellivu, sum byrja á vøllinum næsta hósdag, er viðvirkandi til, at FCK bara skal vinna
er, at vit brúka almennar skattapengar til at gera beint tað øvugta av øllum tilmælum hjá ST við at opna sendistovu í júst Jerusalem, hóast vit ongan samhandil hava við Ísrael. Men verri er, at vit eftir [...] umhvørvi til hægri lesnað í Føroyum, sum jú eru avgerandi fyri, at ungdómur trívist í landinum. Hevur samgongan nakrar ætlanir á hesum økinum? Ella bíða vit eftir sendistovuni í Jerusalem, áðrenn land [...] Tingið hevur nú skjótt sitið í eitt hálvt ár síðani valið 31. august, og vit síggja longu umhvarvið av tí samfelag, samgongan helst vil hava. Í størsta hasti er syrgt fyri, at virðini í fiskivinnuni aftur
ídnaðarøki á Gomlurætt. Hetta er uttan iva ein skilagóð verkætlan, men her skal viðmerkjast, at Tórshavnar kommuna just hevur bygt eitt ídnaðarøki á Sundi við gróti frá eysturoyartunlinum, eins og vit eru í gongd [...] vælveruøki. Eitt ídnaðarøki á gomlurætt hevði í minsta lagi kostað 30 mió. og hevði hetta viðført, at vit vóru noydd at seta onkra aðra íløgu afturum. Tað virkar sum um, at vit í Tórshavnar kommunu bara [...] nýggju skansabryggjuna fyri eina hálva milliard. Ì okkara íløguætlan høvdu vit ikki lagt upp fyri tí 3. Ídnaðarøkinum fyri 30 mió, tí vit m.a. høvdu planlagt eitt nýtt ellis og røktarheim, ein umlættingar og
ikki eru nógv støð í Føroyum, har umstøður eru til at byggja eina so stóra smoltstøð, men at felagið eftir at hava kannað fleiri møguleikar er komið fram til, at ídnaðarøkið hjá Klaksvíkar kommunu á Strond [...] norðuri á Strond í Klaksvíkar kommunu. Talan er helst um størstu einstøku vinnuverkætlanina í Klaksvíkar søgu. Alifyritøkan Bakkafrost stendur fyri nærum helminginum av føroyska útflutninginum, og nú hevur [...] fer verkætlanin óivað at seta ferð á ídnaðarøkið við Borðoyarvík, so hetta er í allar mátar sera jaligt fyri vinnuna í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. -Vit hava eitt gott samskifti við Bakkafrost
hvussu dugnalig tey eru. - Uttan hendan stuðulin frá SMS, var Barnaprix kappingin ikki blivin til nakað.Eisini Mentamálaráðið hevur stuðlað, og tað eru vit sera glað fyri. Tað er gott at vit hava eina slíka [...] fingið við, at Barnaprix er aftur. Fólk hava tikið tað til sín og áhugin runt landið er nú ovurhonds stórur. Vit vilja tí við hesum talla øllum, sum stuðla hesum átakinum og vóna, at nógv eisini koma at [...] siga stigtakararnir, og leggja afturat, at einki aldursmark er. Á báðum støðum er fullteknað til kappingina, men tað ber til at koma á bíðilista.
segði, at endamálið var at samla allan fakkunnleikan á einum stað. Ætlanin er at flyta allar kommunulæknarnar inn á Røktarheimið, men eftir øllum at døma eru kommunulæknarnir sjálvir ikki álvuligir við avgerðina [...] gt til røktarheim. Hetta eru tvey vítt ymisk endamál, skrivar løgtingskvinnan hjá Fólkaflokkinum. - Her skulu brúkast 15 mill og vit fáa ikki bara onki fyri peningin, men vit fáa eitt verri produkt... [...] hon. - Tað er mær ein gáta, at vælvirkandi og skræddaraseymaða Læknamiðstøðin við Sandin í Klaksvík, nú skal flytast inn í eitt 34 ára gamalt røktarheim. Eitt røktarheim, sum er bygt til røktarheim og ikki
verkætlanina er einar 400 milliónir kr. Umframt at tvey av heimsins størstu oljufeløgum eru við í hesi boring, so eru eisini fleiri føroyskar fyritøkur við í arbeiðinum. Talan er tó um avmarkaða tíð, umleið [...] kann gerast tað gjøgnumbrotið, sum bíðað hevur verið eftir nú í skjótt átta ár. Hann er sætti brunnurin, sum verður boraður her og tann næsti á basaltinum. Skuldi tað hent, at brunnurin verður turrur, so [...] útbjóðingini. Øll eygu fara komandi mánaðirnar at fylgja við, hvat hendir á Williamleiðini miðskeiðis millum Føroyar og markið. Vit kunnu ikki annað enn ynskja feløgunum, sum standa fyri hesi verkætlan og
at hesi tvey fyrstu árini eru farin til at fáa eina rúgvu av praktiskum tingum upp á pláss, men avgerandi fortreyt er, hvussu vit skulu húsast. Verður tað í tveimum hølum sum nú, so er vandi fyri, at talan [...] eftir OyL eisini, og tað var hetta, sum leiðslan ikki metti tíðina búna til. Tað skilst kortini á starvsfólki á bæði sjónvarpinum og útvarpinum, at ein samansjóðing av resursunum er eitt gott hugskot. Ikki [...] tveimum árum síðani vórðu løgd saman, var eitt av tungu argumentunum rationalisering. Men hóast ár eru gingin, tykist eingin onnur sparing vera farin fram enn eitt stjórastarv. Upp undir Oyggjaleikirnar
Tvøroyri Ja tað er í lagi at miðnámsskúlin varð fluttur á eitt í allar mátar meira hóskiligt stað, so at vit fáa eina framtíðartryggjaða loysn á hægri útbúgvingini í Suðuroy og ikki enn eina fyribilsloysn [...] heimildarlógini var til eitt 13 tal! Nei, fólkaskúla- og miðnámsskúlaviðurskiftini eru ikki í lagi – langt frá. Men skjøtil er settur á við at byggingin í Hovi er byrjað. Skúladepilin í Marknagili er útboðin og [...] num - við at framtvinga val í úrtíð-saboteraði ætlanina um økisdepil fyri sinnisveik í suðri. Men vit koma aftur! Skattalættin til hægstløntu var í lagi, tí hann var ein fyritreyt fyri at vinna meirluta
Búðini á Velbastað. Jørgen Frantz mátti lúta fyri tuberklunum í 1938 og eftir á lívi eru bert systrarnar báðar - tann yngsta og tann elsta, Anna Kathrina, sum er 95 ár og býr á Lágargarði í Havn. Á torginum [...] ommubeiggi Amaliu vitað, hvussu nógvur hávi nú verður gjørdur burtur úr honum, og bók hansara, Barbu og Harra Pál. Vit kunnu so bara gita okkum til tað, tí tað eru liðin 59 ár síðani, at Jørgen Frantz Jacobsen [...] týdning, sum »Brave Heart« hjá Mel Gibson fekk fyri Skotland. Men eini Barbu-effekt sleppa vit valla undan, og vit hava longu hoyrt um túrir, við sama heiti sum framsýningin í SMS - í fótasporum Barbu?