Sjálvt læknarnir mótmæla

Fleiri og fleiri mótmæla ætlanunum at flyta kommunulæknarnar í Klaksvík inn í Røktarheimið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur skilir ikki avgerðina hjá Klaksvíkar kommunu at byggja nýtt heisuhús í Røktarheiminum. Tað ger støðuna enn meiri margháttliga, at núverandi heilsuhús síðani skal umbyggjast til røktarheim, heldur hon.

 

 

- Tað er mær ein gáta, at  vælvirkandi og skræddaraseymaða Læknamiðstøðin við Sandin í Klaksvík,  nú skal flytast inn í eitt 34 ára gamalt røktarheim.  Eitt røktarheim, sum er bygt til  røktarheim og ikki læknamiðstøð, skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Les eisini Ein dáragerð

 

Dagur og Vika tosaði í gjár við Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, um ætlaðu broytingarnar. Hann segði, at endamálið var at samla allan fakkunnleikan á einum stað.

 

Ætlanin er at flyta allar kommunulæknarnar inn á Røktarheimið, men eftir øllum at døma eru kommunulæknarnir sjálvir ikki álvuligir við avgerðina.

- Kommunulæknar og sjúkrahús er hvør sítt, segði Magnus Magnussen, sum hevur starvast sum kommunulækni í Klaksvík í mong Harrans ár, og er sera væl nøgdur við verandi umstøður í nýggju Læknamiðstøðini á sandinum í Klaksvík.

 

 

- Hetta  kann valla  kallast annað enn  ein dáragerð. Kommunulæknar og heilsustarvsfólk skulu flytast úr  eini vælvirkandi  læknamiðstøð, sum er skræddaraseymað/bygt til endamálið inn í eitt 34 ára gamalt røktarheim, sum er skræddaraseymað/bygt til  røktarheim.  Hetta eru tvey vítt ymisk endamál, skrivar løgtingskvinnan hjá Fólkaflokkinum.

-  Her skulu brúkast 15 mill og vit fáa ikki bara onki fyri peningin, men vit fáa eitt verri produkt... Hol í høvdið  vildu vit sagt, og   hetta hevði neyvan komið fyri  í privatu vinnuni.  Hinvegin sýnist tað tíverri soleiðis, at alt ber til innanfyri tað almenna. Kanska  serliga væl, tá tað snýr seg um  veik og sjúk. Politiskar kabalir verða tiknar fram um.  Alt snýr seg  um at fáa ávirkan –  enntá fyri einhvønn prís, skrivar tingkvinnan.

 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vil vera við, at Klaksvíkar kommuna ætlar at fara allan vegin runt og at enda gera læknamiðstøðina til røktarheim. So læknarnir skulu flyta inn á Røktarheimið og røktarheimið í Læknamiðstøðina.

 

Eitt er at gjalda skatt, har peningurin fer  til eitt gott endamál,  og tað sum er neyðugt. Í hesum førinum verða brúktar 15 mió til nakað sum frammanundan virkar og verður gjørt verri. Harumframt skal ein ókend milliónaupphædd  brúkast til at broyta læknamiðstøðina til eitt røktarheim, skrivar hon.

 

Les lesarabrævið her