Kringvarpið enn í tveimum

Hóast stjórin í Kringvarpinum, Jógvan Jespersen, vil vera við, at miðlarnir eru undir einum hatti, so er tað kortini sannroynd, at tvey lið við hvør sínum redaktøri verða send til Oyggjaleikirnar

Tá Sjónvarpið og Útvarpið fyri tveimum árum síðani vórðu løgd saman, var eitt av tungu argumentunum rationalisering. Men hóast ár eru gingin, tykist eingin onnur sparing vera farin fram enn eitt stjórastarv.

Upp undir Oyggjaleikirnar hevur verið lagt upp til økt samstarv millum gomlu stovnarnar, men leiðslan í Kringvarpinum vísti hesum frá sær við teirri grundgeving, at tíðin ikki er búgvin til slíkt samstarv enn.

- Tað er ein avgerandi fyritreyt, at hølisspurningurin verður avgreiddur, áðrenn prosessin kann halda fram at samansjóða útvarp og sjónvarp. So í løtuni bíða vit eftir einari politiskari avgerð, sigur Jógvan Jespersen, kringvarpsstjóri.

Hann sigur seg heldur ikki kenna annað til nakra samansjóðing av stovnunum báðum enn eitt uppskot frá einum starvsfólki í sjónvarpinum. Har var lagt upp til tættari samstarv undir Oyggjaleikunum, men sum kringvarpsstjórin skilti tað, var tað ein treyt, at hetta samstarv helt fram eftir OyL eisini, og tað var hetta, sum leiðslan ikki metti tíðina búna til.

Tað skilst kortini á starvsfólki á bæði sjónvarpinum og útvarpinum, at ein samansjóðing av resursunum er eitt gott hugskot. Ikki tí, at starvsfólkið sum so er áhugað í rationaliseringum, men tí at tey fegin vilja bjóða hyggjarum og lurtarum bestu tænastuna.

 

Hølini avgerandi

Hvussu enn verður hugt eftir tí, so er tað ein sannroynd, at útvarpið sendir fimm fólk til Rhodos og sjónvarpið sendir sjey. Hartil kemur ein webredaktørur, sum eftir hvat skilst verður kringvarpsstjórin sjálvur.

Jógvan Jespersen sigur, at teir hesaferð ætla at gera nógv meiri burtur úr internetinum, og fara at leggja bæði bandaðar frágreiðingar og filmsbrot út á heimasíðuna.

Hann sigur eisini, at hóast ein redaktørur verður fyri útvarp og ein fyri sjónvarp, so fara tey kortini at hava felags redaktiónsfundir undir oyggjaleikunum.

- Tú kanst siga, at hesi tvey fyrstu árini eru farin til at fáa eina rúgvu av praktiskum tingum upp á pláss, men avgerandi fortreyt er, hvussu vit skulu húsast. Verður tað í tveimum hølum sum nú, so er vandi fyri, at talan framvegis fer at verða um tveir miðlar. So tað er alneyðugt, at vit fáa at vita frá politikarunum, hvat teir ætla í so máta, sigur Jógvan Jespersen.

Ikki fyrr enn hetta er greitt ber tað til, sambært kringvarpsstjóranum, at samansjóða programmdeildirnar meiri.