Oddagrein· Williambrunnurin – vónir og vánir

So hendir aftur nakað á leitiøkjunum á landgrunninum. Um dagarnar kom boripallurin Transocean Rather í føroyskan sjógv, og í løtuni verður hann so festur í botnin. Hetta arbeiðið hevur verið tarnað nakað av veðri, men nú er líkt til, at boringin kann byrja komandi vikuskifti

.

 

Talan er um eina rættiliga stóra verkætlan í føroyskum høpi. Samlaða upphæddin fyri alla verkætlanina er einar 400 milliónir kr. Umframt at tvey av heimsins størstu oljufeløgum eru við í hesi boring, so eru eisini fleiri føroyskar fyritøkur við í arbeiðinum. Talan er tó um avmarkaða tíð, umleið fýra mánaðir. Mett verður at boringin er liðug um hálvan februar. So um enn talan er um eitt stutt tíðarskeið, so hevur boringin eisini eisini týdning fyri vinnulívið her heima.

 

Tað er greitt, at Williambrunnurin kann gerast tað gjøgnumbrotið, sum bíðað hevur verið eftir nú í skjótt átta ár. Hann er sætti brunnurin, sum verður boraður her og tann næsti á basaltinum. Skuldi tað hent, at brunnurin verður turrur, so verður tað heilt givið eitt afturstig fyri leiting við Føroyar, tó at fleiri aðrir brunnar verða boraðir komandi árini.

 

BP, sum hevur verið lokomotivið á Føroyaøkinum frá byrjan, kann koma í ta støðu, um brunnurin verður turrur, at tað skal til at endurskoða sína framtíð her. Í ringasta føri kann henda, at hetta stóra og virkna oljufelagið tekur seg úr Føroyaøkinum. Tað fer at vera eitt veruligt afturstig, tí BP er so virkið eystan fyri markið. Vit kunnu so bara vóna, at okkurt skilagott fer at spyrjast burtur úr boringini, og at tað kann fasthalda áhugan hjá BP at vera millum feløgini, sum vilja halda fram at leita eftir olju og vónandi eisini við í útbyggingini av komandi fundum. Vit skulu so heldur ikki gloyma leiklutin hjá Shell og Anadarko. Fyri tey er úrslitið av hesum brunni eisini avgerandi fyri framtíðar virksemi her.

 

Williambrunnurin hevur so eisini stóran týdning fyri komandi útbjóðing. Um okkurt positivt fer at koma út um boringina longu innan árslok, so kann tað gera, at fleiri feløg fara at luttaka í 3. útbjóðingini.

 

Øll eygu fara komandi mánaðirnar at fylgja við, hvat hendir á Williamleiðini miðskeiðis millum Føroyar og markið. Vit kunnu ikki annað enn ynskja feløgunum, sum standa fyri hesi verkætlan og ikki minst føroyskum oljumyndugleikum góða eydnu. Í kvøld fer umboð fyri BP at greiða frá vánum og vónum til brunnin og hvønn leiklut hann hevur fyri virksemið á Atlantsmótinum.

 

Sosialurin