Á Arbeiðseftirlitinum er tey nú farin at kanna umstøðurnar, sum elvdi til syrgiligu arbeiðsvanlukkuna á skipasmiðjuni, Mest, á Skála í morgun, har ein maður, fyrst í fýrartiárunum, 40 læt lív. Maðurin [...] Hydraulik, var í ferð við at sandblása eitt skip á Mest á Skála, tá ið ein ella onnur spreinging hendi við teirri avleiðing, at hann fekk ein lut frá blásianlegginum á seg, og tað rakti hann so meint, at hann [...] vanlukkuna, og tað fingu vit eisini í hesum føri, sigur Leivur Persson, deildarleiðari á Arbeiðseftirlitinum. Hann sigur, at tey fingu boð um vanlukkuna stutt fyri døgverða og tey sendu fólk á staðið at kanna
Vanliga hava eg fingið mat frá trimum - fýra ymiskum handlum, men nú eru bara tveir eftir. Handilin, ið nú er givin, er tann, ið eg fekk mest mat frá. Handilin gav so nógvan mat, at eg fekk upp í fullan [...] givið til familjur og fólk, ið hava havt tørv á tí. Í samrøðu við in.fo sigur Leif Erik Niclasen, at onkur handil longu hevur boðað frá, at teirra samstarv nú steðgar. - Ein matvøruhandil er steðgaður. Vanliga [...] avgerðin rakar. Nakrar teirra hava longu boðað frá, at tey kunnu klára seg uttan mat, um tað eru onnur, ið eru verri fyri. Men um nakað loypir av, so skulu tær eisini fáa nakað.
Vit fáa best nyttu burtur úr okkara samferðslunetið, tá ið tað verður ókeypis at brúka tað. Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum og í vinnumálum. Hann vísir á, at sum støðan er [...] er nú, er tað nógv dýrari at búgva í útjaðaranum, enn í miðstaðarøkinum. Framvegis eru 15 % av landsins íbúgvum uttan fast samband við meginøkið og tað er eisini í hesum økjum, at fráflytingin er størst [...] Samstundis eru flest allar tænastur í meginøkinum, so fólk hava ofta brúk fyri at ferðast. Somuleiðis er tað ein áhaldandi avbjóðing hjá vinnulívinum at fáa raksturin at hanga saman tí farmagjøldini eru dýr.
framvegis gjørligt at hittast við upp til tíggju vinum ella kenningum – børn undantikin – á eitt nú matstovum. – Vit taka hetta stigið fyri at halda støðuna undir kontrol og fyri at forða fyri einum totalum [...] Belgia avmarkar nú sosiala sambandið millum landsins borgarar ógvusliga. Tað verður gjørt eftir stóran vøkstur í talinum av smittaðum við koronuvirus. Tað segði Sophie Wilmes, forsætisráðfrú, á einum tíðindafundi [...] heimaífrá so nógv sum gjørligt. Sophie Wilmes leggur afturat, at tey, sum eru smittað við koronuvirus, tykjast at vera meira smittusom nú, enn tá Belgia fór í lockdown miðskeiðis í mars. Miðal talið av smittaðum
Johannesen. Fakta á borðið áðrenn John Johannesen sigur, at tað sum er neyðug at gera nú, er at fáa tær neyðugu upplýsingarnar á borðið, áðrenn støða verður tikin. - Í dag standa vit í teirri støðu, at [...] . - Tað eru jú nógvar familjur í Vágum, sum basera teirra gerandisdag upp á at flogvøllurin er har, og tí má man so inn at hyggja uppá at fáa nøkur størv til oynna ístaðin fyri tey, sum eru nú. Men hetta [...] Degi og Viku mánakvøldið, hava víst á, at ongar kanningar fyriliggja í løtuni, sum kunnu vísa á, hvar ein flogvøllur liggur best í Føroyum, men at ein kanning er á veg, sum verður løgd fram í mars ella
hann. Petur Jacob vísir á, at felags sløkkiliðið hevur virkað væl øll árini og hevur gjørt eitt stórt arbeiði. - Tá óhapp eru, eru tað mong, sum hava sannað og sett prís upp á, at vit hava eina skipan, sum [...] plaserað ymsastaðni kring fjørðin. Í dag eru 47 sløkkiliðsmenn knýttir at skipanini, og hesir eru spjaddir í ymsum bygdum í økinum, har størri og smærri støðir eru, sum hýsa útgerðini, sigur Sunleiv Højgaard [...] kring Skálafjørðin veksur alsamt og við teimum ætlanum, sum liggja fyri framman, er eingin ivi um, at vit eiga at hava ein brandmeistara í fulltíðar starvi, sigur hann. Sunleiv Højgaard hevur verið brandmaður
mest møguligt. ? Vit hava eisini hesi seinastu árini megnað at fingið bæði flutning av ferðafólki og av farmi á føroyskar hendur, bæði á sjónum og í luftini. ? Tá ið vit settu Smyril Line á stovn, var tað [...] prísin. Men vit halda, at tað hevur alstóran týdning at føroyingar varðveita flutningin á egnum hondum. ? Bert við at varðveita flutningin ímillum Føroyar og umheimin á egnum hondum, fáa vit skipa hann [...] gjørdu vit av at varðveita farmaflutningin á føroyskum hondum. Hann vísir eisini á, at talan er um reiðiliga nógv arbeiðspláss og tað hevur eisini stóran týdning í føroyska samfelagnum. --? Høvdu vit mist
vinnuligar møguleikar í hesi bygdini og á hesum virkinum. Og á vári í 2001 kundi so hetta nýggja virkið við navninum FarIta taka ímóti fyrstu rávøruni. Nú var aftur arbeiði á virkinum. Betri umstøður Tann sum [...] kundi brúkast á øðrum virkjum kring landið - maskinur, útgerð, ja sjálvt lampurnar. Bygdarfólkinum dámdi sum sum vera man hetta sera illa, tí nú var vandi fyri at virksemi ikki fór at verða á virkinum aftur [...] Haldórsvík: Tað kennist so hugaligt at koma inn í henda virkisbygningin á havnalagnum. Tað er týsdagur og tað er kuldi í luftini. Men inni á virkinum er ikki líkt til at arbeiðsfólkið hevur trupulleikar við
Mjóvanes og úti á heimsins høvum, har landsins synir sigla. Við ynski um at vit við støði í hesum minni varða av okkara dýrabara náttúrutilfeingi, at vit menna okkara útbúgving, at vit víðka okkara verðsliga [...] varða”, soleiðis hevur Mikkjal á Ryggi týtt fornu orð Tróndar í Sálmabókini. Samantvunnin við lærdómi, er tað søgan, ið ber okkara samleika, so vit kunnu seta lutin longur fram á leið. Sum flestu kunnugt, er [...] Føroya søgu. Brúka vit nútíðar málburð, kunnu vit siga, at Tróndur er okkara fyrsti mentamálaráðharri. Hvørjir søguligir persónar krógva seg aftan fyri hugmyndirnar í Føroyingasøgu, vita vit í dag lítið ella
Hagstovan hevur í dag almannakunngjørt nýggjast tølini í fólkatalshøpi. Hetta vísir, at vit nú eru 51.318 fólk í Føroyum, og seta aftur met í fólkatalinum. Men gongdin er ikki eins allastaðni í landinum [...] fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan [...] knappliga 20.000 fólk, ið er stívliga 38% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 451 fólk svarar til 50% av øllum fólkavøkstrinum. - Í Eysturoy búgva 11.500 fólk, ið er 22% av fólkatalinum