Vøkstur norðanfjørðs, afturgongd sunnanfjørðs

Føroyar halda fram við at seta met í fólkatalinum, men gongdin er ikki eins um alt landið

Hagstovan hevur í dag almannakunngjørt nýggjast tølini í fólkatalshøpi. Hetta vísir, at vit nú eru 51.318 fólk í Føroyum, og seta aftur met í fólkatalinum. Men gongdin er ikki eins allastaðni í landinum. 

 

- Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-9% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu fimm árini, skrivar Hagstovan í dag. 

 

Hagstovan skrivar, at landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Bæði í tali og lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum og Eysturoyar sýslu við ávikavist 2,3 og 2,2%. Í Tórshavnarøkinum búgva knappliga 20.000 fólk, ið er stívliga 38% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 451 fólk svarar til 50% av øllum fólkavøkstrinum.

 

- Í Eysturoy búgva 11.500 fólk, ið er 22% av fólkatalinum. Men vøksturin her, ið var 250 fólk, svarar til 28% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Hinvegin búgva stívliga 6.150 fólk í Norðoyggjum, ið er 12% av fólkatalinum, og vøksturin her á 88 fólk svarar til 10% av øllum fólkavøkstrinum, skrivar Hagstovan í dag. 

 

- Í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin og í Vága sýslu svarar vøksturin umleið til miðalvøksturin fyri alt landið. Bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er ein minking í fólkatalinum við einum hálvum prosenti, skrivar Hagstovan.