Avgerðin rakar umleið 90 familjur

Kravboðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til handlar, um ikki at geva mat burtur, kemur illa við hjá nógvum.

 

Í vikuni frættist, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði givið fleiri handlum boð um, at tað framyvir ikki longur er lov at geva mat burtur, ið annars hevði verið koyrdur burtur.
Boðini koma illa við hjá hjálparfelagsskapinum Hjálpini, ið Leif Erik Niclasen stendur fyri. Leif Erik hevur nevniliga í fleiri ár fingið mat, ið er um at ganga út, frá ymiskum handlum, ið hann hevur givið til familjur og fólk, ið hava havt tørv á tí.
Í samrøðu við in.fo sigur Leif Erik Niclasen, at onkur handil longu hevur boðað frá, at teirra samstarv nú steðgar.

- Ein matvøruhandil er steðgaður. Vanliga hava eg fingið mat frá trimum - fýra ymiskum handlum, men nú eru bara tveir eftir. Handilin, ið nú er givin, er tann, ið eg fekk mest mat frá. Handilin gav so nógvan mat, at eg fekk upp í fullan bil hvønn dag, og kundi koyra runt alt Føroyar við mati til familjur.
- Vit høvdu eina innanhýsis avtalu um, at ongin matur skuldi koyrast burtur. Avtalan millum okkum virkaði soleiðis, at tey løgdu matin til síðis í ein containari. So vitjaði eg handilin hvønn dag, og fekk upp í fullan bil.


Leif Erik Niclasen vil vera við, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur einaferð áður verið í holt við sama handil, men tá vóru aðrir eigarar.

- Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur einaferð áður verið í holt við sama handil, men tá vóru aðrir eigarar, ið góvu greið boð um, at hatta var uttanfyri starvsøkið hjá Heilsufrøðiliga Starvsstovuni. Tey vísti á, at maturin varð givin víðari, og var tískil ikki talan um burturkast, ella nakað, ið tey kundu blanda seg í.


Spurdur um hvussu nógvar familjur verða raktar av avgerðini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, metir Leif Erik Niclasen, at talan er um einar 90 familjur.

- Talan er um einar 90 familjur um alt Føroyar, ið hendan avgerðin rakar. Nakrar teirra hava longu boðað frá, at tey kunnu klára seg uttan mat, um tað eru onnur, ið eru verri fyri. Men um nakað loypir av, so skulu tær eisini fáa nakað.