Starvsskifti
Skálafjarðar kommunala Sløkkilið (SKS), sum er felags sløkkiliðið hjá Nes kommunu, Sjóvar kommunu, Runavíkar kommunu og Funnings kommunu, hevur sett Sunleiv Højgaard í fulltíðarstarv sum brunaumsjónarmann.
Sunleiv skal hava dagligu umsitingina av SKS, meðan sløkkiliðið verður skipað við felags brunanevnd.
Petur Jacob Petersen (Dakko) er vegna Nes kommunu formaður í brunanevndini, og Sonni Johansen av Strondum er vegna Sjóvar kommunu næstformaður.
Upprunaliga vóru tað kommunurnar við Skálafjørðin, sum í 1974 gjørdu av at skipa eitt felags sløkkilið, sum fekk navnið Skálafjarðar Sløkkilið.
- Tá varð nakað av útgerð keypt og plaserað ymsastaðni kring fjørðin. Í dag eru 47 sløkkiliðsmenn knýttir at skipanini, og hesir eru spjaddir í ymsum bygdum í økinum, har størri og smærri støðir eru, sum hýsa útgerðini, sigur Sunleiv Højgaard, sum eisini hevur verið sløkkiliðsmaður í mong ár.
Formaðurin í brunanevndini hjá kommununum, Petur Jacob Petersen, sigur, at brunanevndin og kommunurnar hava sæð í eyguni, at krøvini innan tilbúgving alsamt gerast størri.
- Tí er neyðugt at fáa hett økið so væl skipað sum tilber, sigur hann.
Petur Jacob vísir á, at felags sløkkiliðið hevur virkað væl øll árini og hevur gjørt eitt stórt arbeiði.
- Tá óhapp eru, eru tað mong, sum hava sannað og sett prís upp á, at vit hava eina skipan, sum kemur raktum og neyðstøddum til hjálpar.
Formaðurin í brunanevndini sigur, at longu í dag er tað eitt stórt arbeiði at fyriskipa og umsita sløkkiliðið, eins og venjingar, útbúgving og annað skal haldast viðlíka.
- Økið kring Skálafjørðin veksur alsamt og við teimum ætlanum, sum liggja fyri framman, er eingin ivi um, at vit eiga at hava ein brandmeistara í fulltíðar starvi, sigur hann.
Sunleiv Højgaard hevur verið brandmaður síðan 1987 og hevur havt ábyrgdina av SKS síðan 2001. Í fjør tók hann donsku brandmeistara útbúgvingina, “indsatsleder” hjá Dansk Beredskabsstyrelsen.
Sjálvur sigur setti brandmeistarin, at nakað av tíð fer at ganga, til arbeiðið er lagt í fastar rammur, men sum frá líður fara kommunurnar at leggja til merkis, at brunaumsjónarmaður er settur í fulltíðarstarv.
Hann sigur, at fleiri ætlanir eru í stoypiskeiðini, men enn er ov tíðliga at siga nakað um hesar.
- Eg vil tó siga so mikið, at sum tíðin líðir fara smærru bygdirnar, sum liggja longst burtur, at fáa í boði at fáa skeið í eldsløkking.
Sunleiv Højgaard sigur, at fyrsta bygdin, sum fær hetta tilboð, verður Selatra, har alt bygdarfólkiið verður boðið til skeið seinast í mai mánaða.
- Hesi skeiðini snúgva seg um, hvussu fólk skulu bera seg at, um tey skuldu verið rakt av eldi. Vit hava roynt hendan leistin í Funningi fyri eini tíð síðan, og nærum allir íbúgvarnir í bygdini møttu upp. Elsta fólkið, sum var við, var 89 og yngsta var 3. Hetta tiltakið eydnaðist sera væl, sigur Sunleiv Højgaard, sum nú er í fulltíðarstarvi hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði.