í 1950-árunum. Í 1956 og 1957 royndi eg við snerru, saman við øðrum, har úti og havi verið ein túr (onkuntíð fleiri) hvørt summar Undir oynni. En havi sitið og eygleitt røkurnar og siti undir hvat teir [...] tær frá báti. Á innara- einsvæl og uttara Píningi var mestsum alt fari. Lítið og einki var eftir í Rókini í Drangsundinum, sum er besta rókin í Drangi; men hon er so breið og liggur so mikið høgt uppi at [...] Vit vóru eitt sindur illa við – ivaðust í, um tað vóru ivirgangsmenn – teir hugdu niður og tosaðu ikki við fólk – og allar minst við meg. Tað skuldi vísa seg seinri, at annar av hesum var Jens-Kjeld úr Nólsoy
hava góðar og vælvirkandi samfelagsligar institutiónir ella stovnar í breiðari merking. Eitt vælsmurt og trimmað umsitingartól, sum ikki er korrupt, og har mannagongdirnar eru klárar og einfaldar. Henda [...] viðvíkjansi vøkstri, satsing, gransking og útbúgving byggja á at landið er aparte, lítið og fyllir bert eina nisju. Er Danmark lítið og aparte so er Føroyar upp aftur minni og enn meira aparte. Spurningurin er [...] kom ein tíð har vakstrarlagið stóð á jøvnum, og seinast hevur USA so lagt Europa afturum í so máta. Tey fremstu og tey næstfremstu Í ritgerðini hjá Aghion og Howitt er teknologisk framgongd á einum týðandi
lívið – frítíðina og tíðina saman við børnum, familju, vinum og teimum, sum tú hevur felagsáhugamál saman við. 1. mai er dagurin, vit minnast andsøgnina millum arbeiðsgevara og arbeiðsfólk og starvsfólk. Hetta [...] starvsfólk og vestmenningar! Takk fyri hetta høvið á Reyða Torginum í Vestmanna. Fyrireikararnir av hesum 1. mai dagshaldi eru fakfeløg og politiskir flokkar, sum vit kunnu siga eru á miðjuni- og vinstraveinginum [...] ikki í handlum, har summir bólkar – kanska nøkur av teimum í ferðavinnuni – ganga fyri vág og vind og stilt og róliga fáa samhaldsfestu fakfelagsrørsluna at vikna. Hesin dagurin minnur okkum á, at stræ
nøsini. Marius hevði saktans einki val, og tey fóru øll heim og búsettust á Tvøroyri. Børnini hjá teimum vóru Betta og Martin, sum vóru fødd í Aberdeen, Eiler, Jonna og Evelyn, sum vóru fødd á Tvøroyri. Virkin [...] Íslandi til Føroya og ætlaði at leypa fyri borð á leiðini millum londini. Mótið sveik, og í Havn fer hann á møti hjá Gamla Sloan við Tinghúsvegin, og hetta broytti hansara ætlanir og lívsleið. Brævið [...] ivasamir og hildu uppgávuna vera ov tunga. Tíðirnar vóru jú ringar í Føroyum eins og aðra staðni. Men nú var at fara at savna pening til endamálið, og tað kom væl at peningi inn. Tað komu kr.10.000 inn
brestir bóltin í stongina og inn. "Júst sama støða sum tá ið bólturin fór á stongina og út í áðni, siga tey á FM1. Ró Nielsen skorar spískt og sera væl av vonginum. 21-23 og H71 tekur timeout. Klokkan [...] gini Lagt verður fyri við kvinnufinaluni ímillum VÍF og H71 klokkan 13.30 Tróndur Arge og Turið Arge Samuelsen siga beinleiðis frá á FM1 (HER ), og dystargongdin kann fylgjast við tekstafrásøgn á in.fo [...] tekur aftur sakina í egnar hendur. Og so kemur pláss á høgru liðina hjá Duritu. Ró Nielsen tekur av og leggur VÍF á odda aftur. 17 min 8-8 Durita fær nú útvísing og Maria Weyhe setur brotskast í netið
eina ørgrynnu av strategibólkum at greina og orða stóru visjónina. Og í henni var ein av høvuðsvisjónunum: ”Í 2015 sleppur íverksetarin at savna seg um hugskotið og at vinna pening, tí allar forðingar eru [...] hjálpa uppfinnarum og nýggjum fyritøkum at koma ígongd á økjum, har tað ikki er so nógv kapping. Hesir grunnar skulu virka eftir marknaðartreytum og ikki vera politiskt stýrdir. Og treytin fyri fígging [...] um, at kunna um møguleikarnar og vegleiða teimum, ið hava góð hugskot. Og harnæst er politiski viljin tilstaðar, heldur hann. Íverksetarahúsið er eitt gott dømi um alment og privat samstarv, ið hevur riggað
sær av húsi, heimi og børnum. - Nú eru børnini vorðin tað eldri, eins og ferðasambandið til Klaksvíkar er vorðin nógv betri. Eg eri nú farin til Klaksvíkar at arbeiða, og er tað eins og ein nýggjur heimur [...] úla, eitt í 8. flokki og eitt sum gongur í 2. flokki í Mikladals skúla. Løtt avgerð Tá Signhild á sinni varð gift við Mikkjali Joensen og skuldi flyta allan vegin úr Klaksvík og norður til Trøllanes, var [...] niðurstøða er tí, at tað í roynd og veru ikki er pláss fyri øllum børnunum og teimum ungu í bygdini, so hvørt sum tey gerast eldri. - Eg veit, at tað er hart at siga tað, og kanska eg taki feil – ja, tað
Fríði og Marcello spældu saman, og hetta endaði við, at Mercello royndi at lyfta bóltin inn um HB verjuna. At síggja til var eingin vandi, men Øssur Hansen stóð har, sum bólturin datt niður, og hóast hann [...] javna. Eftir sløsut verjuspæl og eitt sindur av aftur og fram í B68 brotsteiginum, datt bólturin at enda niður hjá Halli Danielsen. Hann gjørdi skjótt av, langaði til, og umvegis fót á verjuleikara legði [...] venjaran at satsa eitt sindur, og í eini roynd at venda dystinum, varð Fróði so sendir á vøllin. Skilligt var, at hann ikki er komin heilt fyri, og tað mundi vera gott og væl ein rulla av tape, sum varð
einstøku stigunum og síðani frá hvussu hetta verður og átti at verið handfarið í Føroyum. 1. Gransking Fyrsta stigið í talvuni er gransking. Endamálið við gransking er at kanna fyribrigdi og í síðsta enda [...] tænastur og samstarvshættir. Gransking er oftast skipað á hægri háskúlum og verður fíggjað av tí almenna. 2. Íverkseting Lærdir háskúlar eru ikki gjørdir til at vinna pening úr nýggjum hugskotum, og tískil [...] verið gjørt sum partur av Fróðskaparsetrinum. Gransking og útbúgving hoyra saman, og tað hevði givið tvey fyri eitt at havt bæði vanliga undirvísing og skeið á eini tílíkari deild fyri kunningartøkni. Størsti
við lummaklútum og róptu »hurrá, hurrá« í tað óendaliga. Umsíðir steig kongur á land, og pápi fór undir vælkomurøðuna. Pápi var ógvuliga rørdur, meðan hann talaði. Røddin gjørdist veikari og veikari. Eg veit [...] at hann var dánaður, og hann var borin inn í eini hús (helst í nærmastu hús, sum vóru Bainstova, har svágur hansara búði tá). ##med4## Kongur og Valdemar prinsur fylgdu við, og boð vórðu send eftir mammu [...] við kongsins hond í sínari. Og tað var tann vakrasti deyði, sum pápi kundi fáa. Pápi helt so nógv av kongi og kongshúskinum. Kongur var sum vera man rørdur um deyða pápa, og hann royndi beinanvegin at linna