Ein løtt avgerð at flyta - tá

Fyri mong kann tað tykjast at vera ein stór fjarstøða millum Klaksvík og Trøllanes. Men fyri Signhild Joensen á Trøllanesi er henda fjarstøðan kortini ikki størri enn so, at hon kann búgva her og arbeiða í Klaksvík. – Ferðasambandið er gott, og tí átti at borið til at flutt onkur almenn størv úr miðstaðarøkinum norður higar, sigur hon.

Trøllanes: - Tá eg varð gift norður higar, var tað ikki ein spurningur um, hvar vit skuldu búgva.

- Maðurin var bóndi, og tað var tí púrasta natúrligt at flyta hagar sum hann búði, sigur Signhild Joensen, sum eisini er býráðslimur í Klaksvík.

Á Trøllanesi hevur hon alt upp síni fýra børn, men í dag kann hon staðfesta, at eitt ættarliðsskifti er á veg í bygdini: Við ársbyrjan vóru 12 fólk undir 20 ár, men bert eittans barnið undir skúlaaldur.

Fólkið í bygdini kann tí bert staðfesta, at fólkatalið og serliga á teimum ungu er í einum aldudali. Men tey falla kortini ikki í fátt:

- Nei, tað gera vit ikki. Men tað kann taka sína tíð at »byggja« tað uppaftur, sigur Signhild Joensen við Sosialin.

Tey eiga sjálvi fýra børn – eitt sum er liðugt við miðnámsskúla, eitt í studentaskúla, eitt í 8. flokki og eitt sum gongur í 2. flokki í Mikladals skúla.


Løtt avgerð

Tá Signhild á sinni varð gift við Mikkjali Joensen og skuldi flyta allan vegin úr Klaksvík og norður til Trøllanes, var hetta ikki ein trupul avgerð at taka.

- Orsøkin til hetta var tann, at vit tá skrivaðu árstalið 1991 og at tíðirnar ikki vóru so góðar um tað mundið, greiðir hon frá.

Búskaparliga afturgongdin hevði tað við sær, at fólk gjørdust arbeiðsleys. Og tey sum ynsktu at finna annað arbeiði máttu bara ásanna, at tøk arbeiði vóru ikki at finna undir hvørjum steini í Klaksvík.

Norðuri á Trøllanesi vóru betri umstøður at fóta sær innan landbúnaðin, fáa mat á borðið hvønn dag og ala upp børn á einum tryggum og barnavinarligum staði á útoyggj.

- Nei, hetta var eingin tung avgerð at taka, sum onkur kanska vildi hildið. Men um avgerðin hevði verið eins einføld at tikið í dag, - tja, tað er ein heilt annar spurningur.

- Í dag trúgvi eg, at eg hevði hugsað meg um fleiri ferðir, sigur Signhild álvarsom.


Betur aðrastaðni

Føroyska samfelagið er nógv broytt hesi seinastu 17 árini, eisini á Kalsoynni. Hjá kalsoyingum er ferðasambandið við meginøkið vorðið munandi betri við fleiri fráferðum um dagin og um kvøldið, eftir at Barsskor gavst at sigla og varð avloystur av SAM.

Hetta hevur aftur ført við sær, at teimum stendur í boði at taka lut í virksemi í Klaksvík av ymiskum slagi. Hesin møguleikin, hjá bæði børnum og vaksnum, var ikki til staðar fyri bert fáum árum síðani.

Fyri Signhild er spurningurin alla tíðina um hesar umstøðurnar hóast alt gera sítt til, at tað unga fólkið fer at støðast í norðastu bygdini á Kalsoynni.

- Tá ein fær fleiri børn, er tað ikki altíð so at tey eru eins. Og eg má bara viðganga, hóast eg veit at øllum ikki dámar tað: - At fyri nøkur av børnunum, hevði tað uttan iva verið lættari at búð aðrastaðni.

- Og tá ein, sum í mínum føri, eigur fýra børn, er stórur møguleiki fyri at onkur teirra ikki trívist í bygdini, tí vit eru so ymisk. Men hvat er alternativið, tá ið maðurin hevur sítt inntøkugrundarlag á staðnum?!, spyr Signhild álvarsom á málinum.

Hennara niðurstøða er tí, at tað í roynd og veru ikki er pláss fyri øllum børnunum og teimum ungu í bygdini, so hvørt sum tey gerast eldri.

- Eg veit, at tað er hart at siga tað, og kanska eg taki feil – ja, tað fer so tíðin at vísa. Men í dag eru viðurskiftini broytt sera nógv og krøvini vorðin størri frá tí einstaka.

- Tí í dag krevur man ikki bara at liva fyri at liva, men at hava góðsku og eitt innihald, og ikki minst hava eina orsøk at verða verandi á einum slíkum staði so langt burtur frá meginøkinum, slær hon fast.


Ikki broyta ov nógv

Fyri Signhild og kalsoyingar annars, er eingin ivi um, at var ferðasambandi ikki so gott sum tað er í dag, hevði støðan verið munandi verri og fólkatalið væl minni.

Tann næsti og viðkomandi spurningurin til Signhild er tí hesin: - Kann nakað gerast til tess at tryggja eina framtíðar búseting á Trøllanesi og hinum bygdunum í oynni?!

Til henda spurningin hevur Signhild eina heilt greiða fatan: Hóast ein fegin vil, so kann ein ikki broyta ov nógv í slíkum bygdasamfelagi.

- Hóast eg onkutíð hugsi um, at tað er trupult at búgva her, so dugi eg samstundis væl at síggja, at ein kann ikki broyta alt ov nógv, sigur hon.

Sambært henni skulu Føroyar vera fjølbroyttar, og vísir her á tað serstaka lívið sum er á útoyggj. Trendurin er eisini hann, at føroyingar í størri og størri mun leita sær til tey smáu plássini í frítíðini, og høvdu neyvan gjørt tað, um tær heilt stóru broytingirnar høvdu verið.

- Tað, sum er gott við at vera her á Trøllanesi er, at tað brýtur fullkomuliga frá býarlívinum: Her er friðsælt, onki stress og eitt paradís fyri tey flestu børnini. Eg dugi so ikki at síggja nakran trupulleika í at politikkararnir flyta okkurt alment starv úr miðstaðarøkinum og út á útoyggj, sigur Signhild og leggur síðani aftrat:

- Tað minsta kravið hjá okkum foreldrum er kortini tað, at vit hava ein góðan skúla fyri at tryggja børnunum eina eins góða undirvísing, sum børn aðrastaðni kring landið fáa!



Bygdarlívið er gott, men ...

Tað eru, sum longu nevnt 17 ár síðani Signhild giftist til Trøllanesar.

Tá hon skal líta aftur um bak, kann hon bara staðfesta, at hon livdi rættiliga avskorin tey fyrstu 14 árini, tí ferðasambandið ikki var nøktandi. Hesi árini gekk tíðin fyri tað mesta við at taka sær av húsi, heimi og børnum.

- Nú eru børnini vorðin tað eldri, eins og ferðasambandið til Klaksvíkar er vorðin nógv betri. Eg eri nú farin til Klaksvíkar at arbeiða, og er tað eins og ein nýggjur heimur hevur latið seg upp fyri mær, nú eg eri komin aftur til røturnar í heimbýnum.

Í Trøllanesi búgva í dag 22 fólk, meðan talið tvey tey seinastu árini var uppi á 27. Ein veruleiki er kortini hann, at fólkatalið kann fara at minka uppaftur meiri í framtíðini, tí í løtuni er bert eitt einstakt barn undir skúlaaldur.

- Ein fylgja av hesum er tí, at tað verða helst ikki fleiri fólk í bygdini í framtíðini, enn hvat tað higartil hava verið, sigur hon.

Hinvegin er hon sannførd um, at tað ber heldur ikki so væl til, av teirri einfaldu orsøk at fíggjarliga grundarlagið hjá fólki er so avmarkað.

Hóast strandfaraskipið SAM siglir upp í níggju ferðir um dagin, og hóast regluligt samband er við bussi til Syðradals, so er hetta ikki nóg mikið til at fáa fólk at støðast í eini slíkari bygd.

- Í dag vilja fólk ikki bert hava eitt arbeiði. Tey vilja eisini hava okkurt at gera og fara til í frítíðini. Hesir møguleikarnireru so smáir, at ilt er at nøkta tørvin hjá øllum pørtum her á staðnum.

- Tí velja helst fleiri at verða búgvandi í stórbýnum, heldur enn úti á bygd, sigur Signhild Joensen.



FAKTA 


Íbúgvarar á Trøllanesi

Aldursbýtið millum fólkið á Trøllanesi er rættiliga spjatt, hóast tey bert eru 22 í tali.

Sambært einum yvirliti hjá Hagstovuni er býtið hetta:

0-10   4 fólk

11-20 8 fólk

21-30 0 fólk

31-40 4 fólk

41-50 2 fólk

51-60 0 fólk

61-70 2 fólk

71-80 2 fólk

81-     0 fólk