Tórsgøtu 21 Tlf. 316491 Opið er hvønn mánadag-fríggjadag frá kl. 10.00? 17.00. Drekkamunnur og bløðini er at fáa hvønn dag. Mánad. 14. sept.: kl. 10-12: Myndaveving og ymiskt ítriv kl. 14.30-17: Kortspæl Týsdagin [...] Skansan og á Kongaminnið Hósdagin 17 sept.: kl. 10.30-11.30: Fimleikur - Sonja Danielsen kl. 14-17: Telduprát - Brandur Petersen Fríggjadagin 18. sept.: kl. 10-17: Hugnaløta Tað er altíð eitt horn í Tilhaldinum [...] frágreiðing frá túrinum í Rumenia. Øll eru vælkomin. Lívsins Orð, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 10.30 við luttøku av bíbliuskúlanæmingunum á Eiði. Meinigheitshúsið á Skála Ungdómsmøti verður í kvøld
í fjør endaði 1-0 til VB. Í 1996 vóru klaksvíkingar omaná 2-0, og tað vóru teir eisini í 1995, tá VB æt Sumba/VB. Ta ferðina vann KÍ 2-1. Í 1994 var VB í 2. deild, men í 1993 vann KÍ 1-0. Fuglfirðingar [...] Suðuroynni og ein í Havn. Longu í dag spæla TB og B36 á Sevmýri. Tvørámenn fingu eitt sindur av luft undir veingirnar seinast, tá teir vunnu 2-1 í Fuglafirði. Tað var fyrsti sigur hjá TB í landskappingini
Um 10 tíðina henda vakra sunnumorgun hittust nøkur ferðabúgvin fólk omanvert fótbóltsvøllin í Fuglafirði, við tí ætlan at ganga upp um Háls og niður í Góðadal. Saman við bygarfólkunum vóru nøkur úr Havn [...] Botni, har hevur hon átt í so mong Harrans ár, ríkaði okkum løtuna. Minnini frá barnaárunum uppi undir Botnsbrúgv, har Malunnar hav lá, fekk onkra hugfarsliga viðgerð. Umframt allar varðarnar, sum ung [...] árum síðani, hava tey eisini endurreist fleiri kráir, eina á sjálvari Botnsbrúgv og eina longri uppi undir vestara kjálka. Gestirnir vildu vita eitt sindur um báðar teir stóru varðarnar, ið standa á Skarðinum
Men tá veðrurin so fór undan monnunum, spakuliga, broyttist henda meting skjótt eini 10-15 pund. Ikki bøkkur helt undir veðrinum! Tá teir fingu rikið veðrin í eitt slag av haldi, herjaði hann á, mest sum [...] einki annað frámerki av nøkrum slagi, so eigari var eingin, uttan hagaparturin, har Kvívíksskor hoyra undir. Kvívíksskor er ikki so stór sum ein fótbóltsvøllur, nakað væl minni, verður sagt, og har var vanligt [...] hart út at byrja við og vóru tað ikki smávegis lop í boðunum, men tá prísurin var komin upp á einar 10.400 krónur, gjørdust lopini nakað minni. Og tá farið var um 11.500 krónur fór tað at taka longri tíð
juli í fjør til 279 mió. kr. í ár ? ein vøkstur upp á tilsamans 10 mió. kr. Sjálvt »Felagsskapir, mentan« hava fingið eitt kvink upp eftir. Her er vøksturin seinasta árið 1 mió. kr. [...] r er farin úr 133 up í 148 mió. kr. í lønarútgjaldingum seinasta árið. Tað sum Hagstovan kallar »ídnaður annars« er seinasta árið vaksið við 5 mió. kr. ? úr 64 mió. kr. upp í 69 mió. 30 mió. meira til [...] fremst góði fiskiskapurin og góðir fiskaprísir, ið leggja lunnar undir stóra vøksturin í lønarútgjaldingum seinastu 12 mánaðirnar. Undir »fiskiskapur« er vøksturin næstan 100 milliónir krónur ? talið er
Leirvíkingar vildu hava rangstøðu, men fellan miseydnaðist, og Rógvi Joensen legði havnarliðið á odda. 1-0 til HB, men tað var helst júst hetta, sum fekk heimaliðið at rakna við, og sum hálvleikurin leið, bleiv [...] var. Bólturin varð sendur fram til Olgar Danielsen, sum fekk vent sær og skotið, og bólturin fór undir málmannin og í málið. Eitt sindur heppið mál, men tey telja eisini, og nú var heimaliðið á odda. Í
gamal, tá B71 legði seg á odda. Bólturin kom innfyri úr høgru, og Rúni í Soylu setti høvdið undir hann, og so var 1-0. Men heimaliðið svaraði aftur áðrenn hálvleikssteðgin. Halldór Joensen var seinastur á,
m, eru tað eisini fleiri og fleiri føroyingar, sum fara undir heldur sjáldsamar útbúgvingar. Vit hava áður í Yngd hitt ung, sum eru farin undir ljósteknikaraskúla og hotellmóttøkufólk. Hetta hava verið [...] hann slapp undan at lyfta tungt. Hetta var so høvuðsorsøkin til, at hann fór undir at læra til ursmið. Áðrenn Jóhann fór undir læruna, hevði hann tveir mánaðar royndartíð, har hann og komandi arbeiðsgevarin [...] um, krevja, at tann, sum fer undir útbúgvingina, hevur antin students-, HF- ella HH-prógv. Soleiðis er tó ikki við útbúgvingini sum ursmiður. Tað er nóg mikið við einum 10. floks prógvi, men tað er altíð
móttøkuni í Norðurlandahúsinum. Embætisfólkini hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum og arbeiðsbólkurin undir ráðnum, sum tekur sær av verkætlanunum mainstreaming, sum eisini er umrøtt í blaðnum í dag, koma til [...] Dam á Neystabø, landsstýriskona við ábyrgd av javnstøðulógini, setir ráðstevnuna fríggjamorgunin kl. 10. Fimm fyrilestrar verða hósdagin, Mona Danielson úr Svøríki leggur fyri við at røða um kynsperspektivið
við javnleiki 1-1, so lagt var upp til ein spennandi dyst í Gundadali fyrrakvøldið, tá ið farið var undir seinnu hálvfinaluna. Byrjaðu varisliga Frá fyrsta bríksli av sást, at bæði liðini høvdu stóra virðing [...] trimum HB-arum, og Bárður Olsen var hægstur og stútaði bóltin hegnisliga í handara síðunet, og so var 1-0. Bert tveir minuttir seinni fekk HB eitt fríspark stutt uttan fyri brotsteigin hjá B36, men frísparkið [...] endaði hjá Bárði Mortanssyni, sum var staddur áraka brotsteigarmarkið, og hann hálvflúktaði bóltin inn undir Trónd Vatnhamar og í málið, og so var brádliga bert eitt mál á muni. Leikararnir hjá HB stríddust