og javnari enn tann í fjør. At kappingin er skipað yvir tveir dagar, ger eisini, at avrikini hjá luttakarunum vera betur, tí teir fáa hvílt seg meiri, sigur stóri bretin. Somuleiðis er hetta betur fyri [...] kappingini, tí bretin er meiri ella minni givin við at kappast, og ístaðin hevur IFSA, sum er altjóði felagsskapurin fyri sterkar menn, gjørt Jamie til ein av sínum dómarum. Regin er á veg fram Jamie Reeves [...] hann venur framvegis vektlyfting, eins og hann eisini er farin undir at glímast. Fyrikomandi bretin er væl dámdur millum luttakararnar, og ikki er óhugsandi, at hann fer at koma aftur at døma her komandi
sum er liðskipari og ein av teimum royndu spælarunum á liðnum. - Í fjør vóru vit á odda, tá tað manglaðu fimm dystir, og vit kiksaðu fullkomiliga. Í ár var støðan akkurát tann øvugta, so hetta er stuttligt [...] tað sum hendi. Við einum mál, sum gávumildu vertirnir sjálvir syrgdu fyri, vann TB tætta dystin. - Hetta er fantastiskt. Tá vit taptu í Fuglafirði, hildu tey flestu, at vit høvdu ongan kjans at flyta upp [...] seinastu trý árini stríðst fyri at sleppa aftur í 1. deild, og tað eydnaðist hesaferð. Styrkja liðið Støðan í fótbóltin á Tvøroyri er ikki tann sama, sum hon var í áttatiárunum, tá felagið var millum
verður spurt, hvat yvirlæknin heldur um delta-frábrigdið, og um hetta kann fara at skapa eina nýggja bylgju í landinum. Men, her svarar smittuverjulæknin, at hetta helst fer at ganga væl. Tað eru tó onnur [...] landinum eiga at vera árvaknir um indiska delta-frábrigdið, sum í løtuni spjaðir seg kring um í Stórabretlandi. - Hetta ger, at vit ikki kunnu taka okkum av løttum, fyrr enn øll hava fingið sína seinnu [...] í løtuni vera løgd inn á sjúkrahús, og talið av smittaðum er minni enn "et par tusen" um vikuna. Smittuverjulæknin heldur, at tey í Noregi nú kunnu byrja at fyrireika seg til dagin, tá korona fyllir lítið
Pauli Samuelsen er helst bólttryggasti leikarin í landinum í løtuni, og hevur hann verið mest eyðsýndi leikarin hjá EB/Streymi í ár. Hóast hann enn er spildur nýggjur í landsliðshøpi, er lítið at ivast [...] landsliðnum: - Hetta var nakað heilt serligt Í sínum fyrsta landsliðsdysti av týdningi fekk Hans Pauli Samuelsen víst nøkur av teimum tingunum, vit vita at hann dugir. Og við boðum frá venjaranum um, at hann [...] sleppa at vera partur av landsliðnum í dysti á heimavølli er nakað heilt serligt, sigur 21 ára gamli Hans Pauli Samuelsen, sum hóast tapið var fegin um at hava fingið skrásett sín næsta landsdyst á kontoina
sosialur maður. Hetta er virkuliga synd, sigur fyrrverandi eigarin. Fyrrverandi eigarin heldur, at tað er ómøguligt at tryggja eitt kampingpláss móti ísbjarnum á Svalbard. Um økið skal tryggjast, er neyðugt at [...] vakt og siga frá, um ísbjarnir nærkast. Men, í hesum føri søgdu hundarnir ikki frá. - Tað kann vera, at teir ikki løgdu merki til ísbjørnina, sum kann vera komin undan bakkanum, sum er vegurin, ið vit ikki [...] rokna við, at tær koma, sigur fyrrverandi eigarin. Andreas Umbreit vísir á, at tað, sum er so serliga trist, er, at núverandi eigari av kampingplássinum hevur keypt eina rúgvu av stólpum, ið skuldu setast
at vinna dystin, er fantastisk reklama fyri Klaksvíkina, sigur Steinbjørn. Tá ið vit spurdu Steinbjørn, um kvinnuliðið hjá Stjørnuni er ítróttarligi stoltleikin hjá Klaksvíkar býi, er hann skjótur at svara [...] allur ítróttur er stoltleiki hjá býnum, men hann leggur afturat, at avrikini hjá Stjørnuni eru so góð, at nógv uppmerksomheit eru um tær júst í løtuni. Somuleiðis fegnaðist Steinbjørn um, at klaksvíkingar [...] sanniligani eisini aðrastaðnis í landinum. Hann sigur, at hondbólturin í Klaksvík er á veg fram, og vónandi fara vit um nøkur ár at síggja Stjørnuna aftur í bestu mansdeilduni, har teir áður vóru fastir
ferðafólk enn mett var helst høvuðsorsøkin til, at FaroeJet ikki var lív lagað. Eftir standa nú 26 starvsfólk uttan arbeiði. - Hóast fleiri dagar eru farnir, síðani vit fingu hesi tungu boðini, er hetta ikki [...] ikki enn gingið rættiliga upp fyri mær. Hetta er í veruleikanum so óveruligt. - Slíkt kemur altíð púra óvart á. Eingin okkara grunaði, at tað stóð so illa til hjá FaroeJet, sigur Maria í samrøðu við Sosialin [...] Hon er gift við sjómanni, sum fór avstað nú beint undan jólum. Og so fekk hon haraftrat eina serstaka jólagávu, sum hon helst vildi verið fyri uttan. Tað er helst so sum Maria tekur til: - Hetta verða
fíggjarmálaráðið. Krøvini fevna um limir felagsins, sum starvast hjá Vørn, Havstovuni og Strandfaraskipu Landsins. - Vit ásanna, at hetta verða truplar samráðingar, um almennu Føroyar ikki skilja álvaran [...] lønin í dag er nógv minni verd, enn hon var í 2019. Maskinmeistarafelagið sigur seg vóna, at arbeiðsgevarin virðir arbeiðstakaran við at geva honum virðiligar arbeiðsumstøður, tá ræður um arbeiðstíðir [...] partarnir nú eru farnir hvør til sítt at eftirmeta krøv og mótkrøv, og næsti fundur við fíggjarmálaráðið er avtalaður at verða mikudagin hin 25. oktober. ##med2## Maskinmeistarafelagið hevur eisini havt kun
hátíðarløtuna á Sandi í dag á, at hesin dagur er byrjanin til enn eitt stórt framstig í føroyskari samferðslusøgu. Føroyar taka eitt risa fet inn í framtíðina, og hetta er samstundis ein søguligur møguleiki fyri [...] at stytta um ferðatíðirnar millum tey ymisku økini í landinum, økja vit um møguleikarnar fyri bæði menning og trivnaði í øllum Føroyum. Tað er í tí ljósinum, at vit skulu síggja hesa íløguna. Um fá ár verða [...] vit løgdu til brots við Eysturoyartunlinum, sum er størsta samferðsluverkætlan í søgu Føroya, og nú verður fyrsta skot latið av fyri Sandoyartunlinum, sum er annar parturin av hesi somu stóru verkætlan. Løgmaður
statinum. - Hetta fáa teir, sjálvt um slíkur stuðul eftir øllum at døma ikki er loyvdur. Aðrir veita stuðul til eitt nú at betra um skipini við reinari botni og tílíkum. Tummas vísir á, at tað er nógv, sum [...] Kreppa Støðan í fiskiskipaflotanum er ivaleyst nógv verri, enn mangur dugir at geva sær far um. Teir, sum vita best, hvussu vorðið er, eru teir, sum reka skipini. Hesir vita, hvørji skip eru løgd, sum [...] ikki til. Hetta verður ein rein ruin, um fyritreytirnar ikki broytast til tað betra. Hann sigur, at tað er so nógv dýrari at hava skipini siglandi enn at binda tey við bryggju. - Eg trúgvi, at tað eru ógvuliga