- Hetta verða truplar samráðingar

- Partarnir eru farnir hvør til sítt at eftirmeta krøv og mótkrøv, og næsti fundur við fíggjarmálaráðið er avtalaður at verða mikudagin hin 25. oktober, sigur Maskinmeistarafelagið.

Í síðstu viku handaði Maskinmeistarafelagið síni krøv fyri sáttmálaøkið við fíggjarmálaráðið.

 

Krøvini fevna um limir felagsins, sum starvast hjá Vørn, Havstovuni og Strandfaraskipu Landsins.

 

- Vit ásanna, at hetta verða truplar samráðingar, um almennu Føroyar ikki skilja álvaran í okkara krøvum, nú lønin í dag er nógv minni verd, enn hon var í 2019.

 

Maskinmeistarafelagið sigur seg vóna, at arbeiðsgevarin virðir arbeiðstakaran við at geva honum virðiligar arbeiðsumstøður, tá ræður um arbeiðstíðir og virðing fyri frítíðini.

 

Í Maskinmeistarafelagnum siga tey, at partarnir nú eru farnir hvør til sítt at eftirmeta krøv og mótkrøv, og næsti fundur við fíggjarmálaráðið er avtalaður at verða mikudagin hin 25. oktober.

 

##med2##

 

Maskinmeistarafelagið hevur eisini havt kunningarfundir við maskinmeistararnar, sum starvast á Sundsverkinum.  

 

- Av tí, at maskinmeistarar á Sundsverkinum arbeiða í vaktarskiftum, vóru kunningarfundirnir hildnir í tveimum, soleiðis at allir høvdu møguleikan av luttaka.

 

Í Maskinmeistarafelagnum vísa tey á, at á hesum kunningarfundum vórðu ymisk sjónarmið havd á lofti í samband við sáttmálasamráðingarnar, sum liggja fyri framman.

 

- Vit takka fyri góða undirtøku og góðum kjaki í samband við sáttmálakrøv, hugsanir og hugskot, verður lagt aftrat.