Fyrrverandi eigarin av kampingplássinum við Longyearbýin á Svalbard heldur, at ísbjarnirnar á leiðini hava broytt atferð seinnu árini.
Fríggjanáttina varð ein 38 ára gamal niðurlendingur, Johan Jacobus Kootte, sum lá í tjaldi á økinum, álopin og dripin av einari ísbjørn. Sambært norska kringvarpinum - NRK - var maðurin sjálvur dagligur leiðari av kampingplássinum, meðan eigarin var í feriu.
Tað eydnaðist einum av gestunum, sum eisini tjaldaði á kampingplássinum, at skjóta bjørnina. Men, hon doyði ikki á staðnum. Hon fór tá gangandi móti flogvøllinum, og har varð hon seinni funnin deyð á parkeringsplássinum, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.
Andreas Umbreit, sum áður hevur átt og rikið kampingplássið, kendi væl mannin, sum varð álopin og dripin, og hann kennur eisini fleiri av teimum, sum vóru vitni til hendingina fríggjanáttina. - Johan Jacobus Kootte var ein serstakliga sosialur maður. Hetta er virkuliga synd, sigur fyrrverandi eigarin.
Fyrrverandi eigarin heldur, at tað er ómøguligt at tryggja eitt kampingpláss móti ísbjarnum á Svalbard. Um økið skal tryggjast, er neyðugt at byggja ein múr,. - Men, vit eru ikki í fongsli her á Svalbard, leggur Andreas Umbreit aftrat.
Vanliga eru tveir hundar á kampingplássinum, sum halda vakt og siga frá, um ísbjarnir nærkast. Men, í hesum føri søgdu hundarnir ikki frá. - Tað kann vera, at teir ikki løgdu merki til ísbjørnina, sum kann vera komin undan bakkanum, sum er vegurin, ið vit ikki rokna við, at tær koma, sigur fyrrverandi eigarin.
Andreas Umbreit vísir á, at tað, sum er so serliga trist, er, at núverandi eigari av kampingplássinum hevur keypt eina rúgvu av stólpum, ið skuldu setast upp við elektriskum hegni, sum ein eykaverja móti ísbjarnum. - Men, tey vóru ikki komin so langt, tí korona seinkaði arbeiðnum, sigur hann við norska kringvarpið.