størri, so vóru tey keypt á. Ætlanin var at flyta búfólkini, og at starvsfólkini skuldu flyta við teimum. Orsøkin til at hetta ikki er gjørt seinni, er at nú er eingin peningur til slíkt tiltak, sigur Heri [...] eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Petry Olsen, leiðara á Pensionatinum, um gongdina i málinum. Bert verður stutt sagt á Landssjúkrahúsinum, at Petry Olsen ikki er koyrd úr starvi, men at hon er sjúkrameldað [...] sigur við Sosialin, at tað er skeiv merking at kalla bústaðin hjá teimum 10 fólkunum Pensionatið. Hetta er í veruleiknaum deild seks á psykiatrisku deild. - Partur í søguni er, at tey 10 fólkini hava verið
til, at Sjálvstýrisflokkurin ikki longur er partur av samgonguni. Hetta sigur formaður floksins, Helena Dam á Neystabø. Hon sigur, at samstarvið í samgonguni hevur verið strivið frá byrjan, og at tað er [...] uppsøgn av landsstýrismanninum er tískil uppsøgn av samstarvi við flokkin, sigur hon. Orsøkin til at Sjálvstýrisflokkurin ikki heldur fram í sitandi samgongu er fyrst og fremst, at flokkurin hevur fult álit [...] er ein sannroynd, at løgmaður ikki hevur megnað at samansjóða arbeiðið í tann mun, tað er neyðugt, tá fleiri flokkar skulu arbeiða saman. ? Hóast samgongan bert hevur sitið í góð trý ár, so hava ikki færri
væl, og enn hevur tætt samband við eftirkomarar hansara, fer at tala um Gudmund Bruun, soleiðis sum hon persónliga kendi hann. Hon fer eisini at vísa fram forvitnisligar lutir og verk, sum hava samband við [...] yvir farin mentafólk Miðvingar hava í eina tíð fyrireikað minnislund á Tungu at minnast farin mentafólk úr Miðvági. Tunga er millum Kirkjuna og býlingin við Kirkjar. Eitt mentafólk á skránni hvønn vetur [...] skránni. Í ár er tað so Gudmundur Bruun, sum stendur fyri tørni. Sungnir verða sálmar og sangir eftir Gudmund Buun. Upplestur verður úr verkum hansara. David Johannesen, sóknarprestur fer at hava fyrilestur
vísa, at vit klára at takla eina støðu og at vit tola at síggja, at vit hava eitt yvirskot á eini fíggjarlóg uttan at brúka tað til eitt og annað. Løgmaður sigur, at tað er eisini altavgerandi fyri at vit [...] landsstýrismonnum spurdu vit hann, um hann ikki er lopin framav! - Tað er løgmaður avgjørt ikki. Tað er vert at undirstrika, at tað er uppgávan hjá løgmanni at meta um, um ein landsstýrismaður hevur umsitið [...] ger, at tað er møguligt at fara undir eitt slíkt stórt projekt nú. Tíðin er ikki búgvin. Føroyaska samfelagið er ikki til reiðar. Men tá tíðin er búgvin til tað, so vil eg fegin seta pengar av til at byrja
einglar, fólkið er ikki betri enn onnur fólk. Náttúran er vøkur, men tað er heldur ikki bara hon, sum fær meg at trívast so væl her. - Tað hevur nakað at gera við, at samfelagið er so lítið, at vit øl eru nakað [...] langari tíð síðan sag, at tað er okkara ynski at gerast gomul í Føroyum. Øll eru nakað - Hvat er tað, sum er so gott við at búgva í Føroyum? - Tað havi eg ofta hugsað um. Tað er ikki tað, at her bara búgva einglar [...] t.d. um góða røkt, og tí er tað so lívgandi at vitja sjúk fólk. - Tað er ein serlig støða at vera í at liggja sjúk á einum sjúkrahúsi. Fólkini kunnu so at siga eiki at gera, og tey hava ov mikið av tíð
fyri, at hon er í móti, at bara ein samfelagsbólkur fær skattalætta. Hon vil fegin, at fiskimenninir fáa tað, men so skulu onnur eisini. Hatta fer bara at seta kílar í millum løntakarar, heldur hon. Og tað [...] virka við til at broyta tað soleiðis, at vit fáa eina betri skipan, sigur hann. Álvur Zachariassen heldur, at landstýrismaðurin hevur lagt ov hart út, og at markið, tær 10.000 krónurnar, er ov høgt sett [...] Hann sigur, at hann vil virka fyri í Vinnunevndini, at uppskotið verður broytt. Fyrr enn uppskotið er komið aftur úr Vinnunevndini, vil hann einki siga um, hvat hann fer at atkvøða. Annars er Álvur Zachariassen
er innbygt í skipanina, at hon leggur upp til misbrúk. »Tað er alt ov lætt at sleppa í almenna kassan,« sigur Bjørn á Heygum. Bjørn á Heygum sigur, at verandi skipan gevur nógvar møguleikar fyri at snýta [...] snýta. Tað er rættiliga lætt at skaffa sær tær nøgdir, sum krevjast, fyri at koma undir skipanina. »Hetta er ein sjúk og avskeplað skipan,« sigur hann. Ætlanin við nýggja uppskotinum er at koma teimum sonevndu [...] við norðmonnum. Bjørn á Heygum er fyri uppskotinum hjá John Petersen, landsstýrismanni um minstavinnig til útróðrarmenn. Bjørn á Heygum sigur, at sum skipanin er í dag, er hon heilt óhaldbar og ómoralsk.
fyri øll, og at øll eru líka fyri lógini, sigur Ingeborg Vinther Ingebrog Vinther leggur dent á, at hetta er ikki vent ímóti fiskimonnum. At siga, at hetta er vent ímóti fiskomonnum, er at venda málið [...] samd um, at tað er ein vanvirðing út um alt sømiligt mark, ikki at møta upp. Tí allir flokkar høvdu játtað at koma á fundin - og ongin gav avboð, sigur hon. Standa fast Ingeborg Vinther sigur, at frammanundan [...] og verri fyri, enn fiskimenn eru. Og tað vit gera, er einans at verja teirra rætt til at at fáa skattalætta eisini. Hetta er eitt tiltak, sum er vent ímóti landsstýrinum, tí vit vilja hava sama skattalætta
sigur, at tað er so galið, at tað er ikki óvanligt, at hjún lata seg skilja uppá kvamsvís, so maðurin ótarnaður kann flyta uttanlands at búgva og sleppa undan skattinum í Føroyum. Hann sigur, at hann hevur [...] skattalættan. Tí hetta er vent ímóti fiskimonnum, hvat ið so verður sagt. Óli Jacobsen sigur, at hetta er eitt mál, hini feløgini einki hava við at gera. Og heldur enn at hótta við at leggja landið lamið [...] Vinther er sjálv besta prógvið um, hvussu lítið fæst burturúr at hótta við verkfalli í tíð og úrtið. Óli Jacobsen er púra sannførdur um, at verkfallshóttanin er tað bera ³bluff3. Tað fer bara at skaða
hálvleiki. Sigurin hjá GÍ gjørdi, at tær tóku seg tvey stig fram um VB og Stjørnuna, sum hava spælt ein dyst færri enn GÍ. Hesin dysturin, sum liðini mangla at spæla, er júst ímóti hvørjum øðrum, so onkur [...] Tveir dystir í kvinnudeildini vóru hetta vikuskiftið, og teir høvdu við sær, at GÍ tvífaldaði sítt stigatal, og at Kyndil legði seg tvey stig fram um næsta liðið í oddinum. GÍ og Stjørnan, sum saman við [...] bæði, fær stig burtur úr tí dystinum. Í dystinum leygardagin var Linda Toftegaard toppskjútti hjá GÍ, hon gjørdi sjey mál, Beinta Joensen gjørdi seks mál og Kristine Ellingsgaard fimm. Hjá Stjørnuni gjørdi