Minnislund yvir farin mentafólk
Miðvingar hava í eina tíð fyrireikað minnislund á Tungu at minnast farin mentafólk úr Miðvági. Tunga er millum Kirkjuna og býlingin við Kirkjar.
Eitt mentafólk
á skránni hvønn vetur
Í sambandi við virksemið hjá fyrireikarunum verður skipað fyri mentaløtum í Miðvágs skúla hvønn vetur.
Seinasta vetur varð Olivar á Ryggi umrøddur. Frammanundan hava Mikkjal á Ryggi og Rasmus á Háskúlanum verið á skránni.
Í ár er tað so Gudmundur Bruun, sum stendur fyri tørni. Sungnir verða sálmar og sangir eftir Gudmund Buun. Upplestur verður úr verkum hansara.
David Johannesen, sóknarprestur fer at hava fyrilestur um uppruna og virki Bruuns á almennum støði.
Valborg Svaðabú, sum kendi Bruun væl, og enn hevur tætt samband við eftirkomarar hansara, fer at tala um Gudmund Bruun, soleiðis sum hon persónliga kendi hann. Hon fer eisini at vísa fram forvitnisligar lutir og verk, sum hava samband við Gudmund Bruun.
Gudmundur Bruun
(1891 - 1956)
Gudmund Bruun varð borin í heim í Jansagerði í Miðvági 18. august 1891. Foreldur hansara vóru táverandi sóknarprestur í Vágum, Emil Bruun og konan, Dora Topp.
Gudmund vaks upp partvís í Miðvági og partvís í Havn.
Hann var evnaligur unglingi, og fór til Danmarkar at nema sær útbúgving. Hann tók preliminærprógv í 1907. Í 1909 tók hann studentsprógv. Fór síðani at lesa gudfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hann tók gudfrøðiprógv í 1915.
Eftir hesa útbúgving varð hann konstitueraður sum sóknarprestur í Vágum í eitt hálvt ár.
Gudmundur Bruun kendi seg sum føroying - serliga sum miðving.
Gudmundur gjørdi eitt stórt bókmentaligt arbeiði. Hann yrkti sálmar og sangir og týddi ein hóp av sálmum til føroyskt.
Hann gjørdi stórt arbeiði millum føroyingar í Keypmannahavn.
Hann gjørdist próstur í Hesselager á Fjóni. Haðani ferðaðist hann so til Keypmannahavnar at halda føroyskar gudstænastur fyri føroyingum í Danmark.
Ynski hansara var at koma heim aftur og gerast prestur í Føroyum, men so skuldi ikki verða.
Gudmundur Bruun andaðist 3. desember 1956, sama árið, sum Mikkjal á Ryggi doyði.










