Nielsen úr Miðvági luttók fyrrapartin í finaluni í single scullara í World Cup kappingini í rógving, sum síðstu dagarnar hevur verið í Luzern í Sveis. Hetta var fyrsta ferðin, at Sverri var í A-finalu í World [...] at kappingin í Sveis var stóra altjóða gjøgnumbrotið hjá Sverra S. Nielsen. Næsta stóra altjóða avbjóðingin hjá føroyska rógvaranum, sum rør fyri danska landsliðið, verður síðstu vikuna í september. Tá [...] Tá verður HM kapping í Florida í USA.
hava vunnið allar fimm róðrarnar higartil í ár. Harvið er tað undan vestanstevnu í Miðvági leygardagin greitt, at Ingibjørg við dreingjamanning er meistari í barnaróðrinum. Barnaróður dreingir 1 Ingibjørg [...] skuldi vera tíðliga seinnapartin í gjár, útsettur til eftir at 10-mannaførinum høvdu róð. Líkindini vóru betri, tá ið barnamanningarnar kappaðust í gjárkvøldið. Vinnarin í dreingjakappingini var tann sami [...] Ingibjørg nú eru føroyameistarar. Ásetingarnar í barnakappingini siga, at tann báturin er meistari, ið hevur flest stig, tá ið fimm tey bestu úrslitini í teimum sjey kappingunum verða tald saman. Óføru
Í gjár megnaði Sverri S. Nielsen úr Miðvági fyri fyrstu ferð nakrantíð at kvalifisera seg til A-finaluna í Wolrd Cup kapping. Hann hevur verið við í altjóða kappingum seinastu árini. Í gjár rakk hann besta [...] tá ið hann vann triði bestu tíðina av øllum í hálvfinaluni og harvið kvalifiseraði seg at rógva finalu ídag. Tað verður kappast í Luzern í Sveis. Avrikið í gjár ber við sær, at møguleiki er fyri at Sverri [...] Sverri S. Nielsen um eina løtu fer at vinna heiðursmerki í World Cup. Í donsku róðrarleguni eru tey ógvuliga spent uppá, hvussu tað fer at roynast hjá Sverra, sum verður roknaður at vera góður møguleiki
kappaðust. Sølmundur hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ og Rádni úr Fuglafirði høvdu vunnið tvær kappingar í part. Í dag var yvirhøvur einki at rafla um. Rádni úr Fuglafirði sprakk avstað, og so var spenningurin horvin [...] fór um málið, vóru tað í minsta lagi fimm bátslongdir aftur til Sølmund, og frá Sølmundi og aftur til Páll Fanga var tað umleið sami teinurin. Sigurin og sera sannførandi róðurin í dag ber við sær, at Rádni [...] Rádni er at meta sum FM favorittur, nú tað resta tvær kappingar – í Miðvági og á ólavsøku. 1 Rádni 04.52.08 2 Sølmundur 05.05.10 3 Páll Fangi 05.20.17 FM støðan 1 Rádni 33 2 Sølmundur 32 3 Páll Fangi 24
Tað var soleiðis, sum tað hevur verið fýra tær undanfarnu ferðirnar í summar, tá ið 5-mannaførini við gentum kappaðust á Skála, har tað í dag er fjarðastevna. Firvaldur av Tvøroyri fleyg avstað, og so sóu [...] sær, at Firvaldur nú hevur 35 stig. Tað er sannlíkt, at FM heitið verður staðfest á vestanstevnu í Miðvági. Eina løtu var stór kapping um næstfremsta plássið millum Drekan og Falkin. So munaðu tøkini hjá
Í vikuni kom Norðhavið á Vág. Tað er Ocean Group Faroes í Vági, ið hevur keypt Norðhavið úr Kollafirði at fiska burtur av felags svartkjaftakvotuni. Keypsprísurin var 40,5 mió.kr. Northwest Pelagic í [...] Kollafirði átti Norðhavið, sum fyrr kallaðist Atlantsfarið, tá skipið var skrásett í Miðvági. Ocean Group Faroes hevði veiðiloyvi, sum nú er flutt til Norðhavið.
vegleiðarar eisini verið námsferð í Oslo í eina viku, har millum annað “Leikaramenning”, “Dystar- og leikaragreining” og “Nýggj/serstøk rák í fótbóltinum” vóru á skránni. Í 1999 fingu fyrstu føroysku venjararnir [...] A-venjaraútbúgving hjá FSF. Fríggjadagin 9. juni varð skipað fyri lítlari samkomu í matstovuni ”Katrinu Christiansen” í Havn í tí sambandi. UEFA A-venjaraútbúgvingin tekur hálvt annað ár, og endar við próvtøku [...] Simonsen, sum eisini hevur verið skeiðsleiðari. Útbúgvingin byrjaði í januar 2016. Síðani tá hava luttakararnir verið til skeið í vikur og í vikuskiftum. Eitt nú um “Fysiska venjing” við Magna Mohr, “Taktiska
bendir á, at hann endar aftur í barndómsfelagnum, Frem. Daniel ”Elly” Pedersen spældi fýra dystir fyri HB og skoraði heili sjey mál, men tey komu øll í risasigrinum á MB í steypakappingini. [...] Fyrr í dag kunngjørdi Havnar Bóltfelag, at Daniel ”Elly” Pedersen ikki heldur fram í felagnum. Partarnir hava avgjørt at uppsiga sáttmálan. Høvðusorsøkin er, at danski áleyparin ikki megnar at spæla á [...] á graslíkinum uttan at fáa skaðar. Les eisini: "Elly" ferdigur í HB - Vit eru sannførdir um, at tað er graslíki, sum er orsøkin til yvirbelastningin. Kroppurin hjá mær hevur ikki klára at umstillað seg
hevur róð í einskullara fyri Danmørk. Hann er uppvaksin í Miðvági, og hevur róð føroyskan kappróður og innandura róður. Í vikuskiftinum luttók hann í EM í einskullara og gjørdist nummar 3 í B-finaluni [...] , og harvið nummar 9 í Evropa. Endaliga málið hjá unga Miðvinginum er at sleppa við til OL í Tokyo í 2020, og hesar kappingarnar eru liður í langtíðar ætlan hansara. Kappingin í oddinum er hørð, men hann [...] heilt nøktandi fyri meg. Ætlaði at koma í A finaluna, tað vil siga uppí seks teir bestu, og tað gekk heldur ikki serliga væl í mun til hvat eg rógvi til venjing. Men í mun til Team Danmark sum vildi hava meg
leggja graslíkisvøllir í Føroyum. Graslíkið er av tí nýggjasta frá Domo Sportsgras, sum er størsti veitari av graslíki í Europa. Stráini eru 5 cm long, og tey reisa seg sjálvi aftur eftir at ein hevur [...] Nýtt graslíki er lagt á vøllin í Sørvági. Arbeiðið byrjaði týsdagin 9. mai, og áleggingin varð liðug nýggju dagar seinni. Teir sum hava gjørt arbeiðið komu úr Týsklandi og hava drúgvar royndir við at leggja [...] síggjast Birgir Andreasen frá Føroya Møblasølu, sum hevur veitt vøllin, og Aimé Jacobsen borgarstjóri í Sørvágs Kommunu. Graslíkið er FIFA 2 star góðkent, og FSF hevur kannað og góðkent vøllin.