Tað var lagt upp til stóra kapping, tá ið 6-mannaførini við kvinnum kappaðust. Sølmundur hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ og Rádni úr Fuglafirði høvdu vunnið tvær kappingar í part.
Í dag var yvirhøvur einki at rafla um. Rádni úr Fuglafirði sprakk avstað, og so var spenningurin horvin. Tað var heilt skjótt, at munurin millum tveir teir fremstu bátarnar var ein bátslongd, og stútt og støðugt øktist munurin.
Tá ið Rádni fór um málið, vóru tað í minsta lagi fimm bátslongdir aftur til Sølmund, og frá Sølmundi og aftur til Páll Fanga var tað umleið sami teinurin.
Sigurin og sera sannførandi róðurin í dag ber við sær, at Rádni er at meta sum FM favorittur, nú tað resta tvær kappingar – í Miðvági og á ólavsøku.
1 Rádni 04.52.08
2 Sølmundur 05.05.10
3 Páll Fangi 05.20.17
FM støðan
1 Rádni 33
2 Sølmundur 32
3 Páll Fangi 24