Sverri S. Nielsen úr Miðvági luttók fyrrapartin í finaluni í single scullara í World Cup kappingini í rógving, sum síðstu dagarnar hevur verið í Luzern í Sveis. Hetta var fyrsta ferðin, at Sverri var í A-finalu í World Cup.
Tað vóru seks luttakarar í finaluni, og Sverri endaði á fimta plássi. Tá ið startspurturin var av, var Sverri næstfremstur, men so dragnaði hann.
Heimasíðan hjá danska róðrarsambandinum, roning.dk, heldur, at kappingin í Sveis var stóra altjóða gjøgnumbrotið hjá Sverra S. Nielsen.
Næsta stóra altjóða avbjóðingin hjá føroyska rógvaranum, sum rør fyri danska landsliðið, verður síðstu vikuna í september. Tá verður HM kapping í Florida í USA.










