Sverri Nielsen: Málið er OL í Tokyo

Sverri Nielsen gjørdist nummar 9 í Evropa í einskullara um vikuskifti, men hann er ikki heilt nøgdur enn.

Sverri Nielsen hevur síðani 2011 verði partur av Team Danmark, og hevur róð í einskullara fyri Danmørk. Hann er uppvaksin í Miðvági, og hevur róð føroyskan kappróður og innandura róður. Í vikuskiftinum luttók hann í EM í einskullara og gjørdist nummar 3 í B-finaluni, og harvið nummar 9 í Evropa.

 

Endaliga málið hjá unga Miðvinginum er at sleppa við til OL í Tokyo í 2020, og hesar kappingarnar eru liður í langtíðar ætlan hansara. Kappingin í oddinum er hørð, men hann høg krøv til sín sjálvs, og er ikki heilt nøgdur við avriki.

 

- Nummar níggju er ikki heilt nøktandi fyri meg. Ætlaði at koma í A finaluna, tað vil siga uppí seks teir bestu, og tað gekk heldur ikki serliga væl í mun til hvat eg rógvi til venjing. Men í mun til Team Danmark sum vildi hava meg millum tíggju teir bestu, er avriki ikki so galið, heldur 23 ára gamli rógvarin.

 

Bæði í hálvfinaluni og B-finaluni róði Sverri Nielsen við einum øgiliga høgum tempo í mun til restina og var langt fremstur á 1000 metrum. Tíverri helt stóri føroyingurin ikki til títtleikan, og misti taki á mótstøðumonnum sínum til endans í róðrinum.

 

- Eg róði á sama hátt í B-finaluni sum eg gjørdi í hálvfinaluni, men megni ikki at halda Serbia og Sveis, sum vóru nummar eitt og trý til fyrsta world cup. Tað er ein fyrimunur at liggja framman fyri, og eg eri hampiliga sterkur til teir fyrstu 1000, so fyri meg er hatta ikki eitt so hørð byrjan. Tað kostar tó hóast alt, um ikki eg rógvi væl á øðrum og triðja 500 metrum, sigur Sverri Nielsen.

 

Málið um at sleppa til OL í 2020 er nakað av leið enn, men evnaríki rógvarin er við gott mót. Hann hevur nýliga fingið nýggjar venjarar, og teir arbeiða tætt saman fyri at betra um róðurin hjá unga vágamanninum.

 

- Eg arbeiði serliga við teknikkinum, fyri at blíva meira effektivur og flyta bátin og ikki bara flyta vatn. Málið hjá mær er altíð at kappast um medaljur har eg luttaki, og í ár vil eg gjarna vera millum seks teir bestu í Evropa. Seinni aftur skal eg upp at kappast við teir bestu, sigur Sverri Nielsen at enda.

 

Sverri Nielsen skal aftur rógva vikuskifti 24. og 25 juni til Holland Beker Cup í Amsterdam sum er størsta hollendska rógvikappingin. Fleiri enn 560 lið úr 21 ymiskum londum er tilmelda og fleiri úrvalsrógvarar vitja á hvørjum ári.