ferð. Fleiri hava givið til kennar, at valúrslitið átti at havt við sær, at løgmaður longu valkvøldið boðaði frá, at hann legði frá sær, tí fólkaflokkurin so greitt boðaði frá, at hann vildi hava eitt [...] inn fyri einum solidariskum frælsum Føroyum. Telvingin Nú hevur í fleiri dagar verið telvað um samgongusamansetingina. Eitt er at megna at telja til seytjan, átjan ella kanska 23. Nakað heilt annað er at [...] skipanini tók tað ofta einar seks vikur at skipa samgongu og onkuntíð vóru meiri enn tveir mánaðir frá valinum og til landsstýrið var valt. Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á løgtingsskrivstovuni, sum var ein av
og ikki hevur vant hesa vikuna. B68 byrjaði landskappingina við einum sigri í Sumba, og við einum sigri afturat kann B68 koma sera væl frá byrjanini. Málverjin Magnus Poulsen hevur havt krím í vikuni, men [...] 1. pláss eftir at bert eitt umfar er spælt í landskappingini kunnu runavíkingar ikki brúka til so nógv annað enn at fegnast um, at tað er fyrstu ferð nakrantíð, at NSÍ hevur verið fremst í bestu føroysku [...] neyðugt við skurðviðgerð, og hann verður kanska klárur til dystin í Vági. NSÍ-hópurin fer suður longu í dag, so teir kunnu vera so væl fyri sum gjørligt til dystin í morgin. Hjá VB er spælandi venjarin Milan
sín fót á føroyska jørð til reiðar at giftast við Martini. Fleiri av systkjum og vinum hennara hildu hana vera heilt øra. At flyta til eitt heilt annað land og giftast við einum, hon bara hevði sæð tvey [...] eitt systkjunnabarn, sum hevði gingið til ættargransking. Frá henni fekk eg at vita um fleiri av mínum ættarfedrum heilt aftur í 1700-talið. Martin er spentur at siga frá. Hann fer inn í kamarið og eftir lítlari [...] hann fáa handilssamband við Danmark og fór tí á heysti sama ár til til flatlandið. Hann gjørdi síni ørindi í Danmark, men á veg aftur til Føroyar fekk skipið maskintrupulleikar og mátti leggja upp í Egersund
av vetrinum til nakað heilt annað. Í lummanum hevur hann húsan til triðju Jóannes Jakobsen-fløguna »myrkursins gongumenn«, sum kemur út flaggdagin 25. apríl. Og júst hetta er orsøkin til, at vit sita [...] Nógv kemur inn og vendir í høvdinum. Út frá tí koma tankar. Og frá tankunum kunnu koma orð. Kanska bara ein setningur at byrja við. Og tað kann vera nóg mikið til, at eitt lag sær dagsins ljós.« Jóannes [...] kunnu ivaleyst finna bæði eitt og annað at finnast at við kápumyndini. Men fyri meg er tað ein spurningur um at tora. Og tað nervar meg ikki, hvat onnur halda.« Frá alheimi til tjóðskap Tað eru skjótt tíggju
Sambandsflokkinum tikið til eftirtektar, tí velur hann at slaka í gomlum prinsippum, sigur Edmund Joensen í forsíðugrein við Inga Rasmussen, blaðmann. Hetta eru nýggir tónar í einum djúpt afturhaldandi S [...] veljarin ikki undir við ræðumyndum, sum millum annað Edmund Joensen borðreiddi við áðrenn løgtingsvalið. »Samhørighed« sum høvuðsevni er ikki nóg mikið í einum valstríði Framtíðin Havi alla tíðina hildið [...] eru møguliga tjóðskaparligir sambandsmenn, eitt hugtak, sum ein ungur sambandsmaður í Havn fann uppá til seinasta býráðsval. Hvussu hetta so skal skiljast. Áhugavert er eisini, at elsti tinglimurin, Flemming
at nógv av tí, hann fæst við, er grundað á royndirnar frá hesum væl seljandi bólki. Ber so til at siga, at Tutl hevur ment seg frá idealismu til at vera eitt felag, ið fer út og selur Føroyar? Jú, svarar [...] var Tutl í París til eina jazz- og klassiska messu, og fyri stuttum var Tutl fyrstu ferð umboðað á eini heimsumfatandi sølustevnu í Cannes, har risar sum t.d. Sony og Warner eisini eru til staðar. Umframt [...] vinnu, men hetta er sum sagt stuðul til alternativar vinnur. Hetta førir so eisini við sær, at vita fólk, at vit hava egnan tónleik, mentan, ítrótt, flagg og annað, sum er serstakt við landinum, so fremur
var komin út frá Løgtingsformanninum og har hann greiddi frá tí partinum í samgonguskjalinum sum er um ríkisrættarligu viðurskiftini, sigur Jógvan Sundstein. Anfinn Kallsberg greiddi frá, at nýggja samgongan [...] hann loyvir sær tó at vænta, at tað hesuferð fer at eydnast einum stórum meiriluta av Løgtinginum at gera arbeiði, sum skal til fyri at leggja til rættis eitt føroyskt fullveldi við ávísum sáttmála við danir [...] liðugt og avgreitt, og samtykt av Løgtinginum, verður skipanin send til fólkaatkvøðu til góðkenningar. 5) Í 1998 fer ein grundlógarnevnd til arbeiðis og hevur í 1999 eitt liðugt lógaruppskot, sum Løgtingið
hall uppá umleið 4 mió. kr. móti einum vinningi uppá 0,3 mió. krónur í 1996. At sparikassin hevur hall av virðisbrøvum í 1997 er einki óvanligt, tí tað skiftir ár frá ári. Fyri at vísa, hvørt sparikassin [...] tað svarar til ein øking uppá ikki minni enn 9,2 prosent. Samstundis eru útreiðslurnar øktar við 1,2 mió. krónum, men henda øking svarar bara til 7 prosent, so her liggur eisini ein orsøk til eitt betri [...] neyðuga fígging til sethús og vinnulív í tann mun sparikassin metur tað verða trygt, sum tikið verður til í ársfrágreiðingini. Í 1997 øktust útlánini við 4,8 prosentum úr 431 mió. krónum til 452 mió. krónur
samlaður startur finna fram til bólkarnar í kappingini. Teir 12 fyrstu komu í bólk A, teir 12 næstu í bólk B o.s.fr. niður til bólk E. Vestmenningar komu í bólk B við einum 16. plássi. Hetta er samstundis [...] við seks árum. Árarnar verða ikki tiknar inn til bringuna, men heldur fram við síðuni fyri at fáa longri tak. Ein líknandi bátur, Brendan, hevur verið nýttur til venjingar heima í Føroyum, men er hann í styttra [...] egnaður til kappróður Nýggi báturin, teir fingu, kallaðist »Czar«, men við 120 árum á baki kundi »Czar« ikki júst sigast at vera nakar ársungi. Tungur og heldur flatbotnaður, sum tikið varð til. Báturin
fara at taka plássini frá. Julian skal inn á miðvøllin. Har hevur Sámal Joensen sitið á einum at ytstu mandatunum, men fram móti endanum á síðsta landsliðsári spældi hann seg til fast pláss. Vit hava so [...] Simonsen heldur, at fyritreytirnar skuldu verið góðar til, at føroysku spælararnir fara at verða betri fyri hesa ferð, enn teir vóru fyri einum knøppum ári síðani: ? Tá spældu við beint eftir summarsteðgin [...] ætlar at hava átjan spælarar við til Estlands, og hann roknar við, at teir, ið skulu avstað, fáa boð mánadagin 25. ella týsdagin 26. mai. ? Nú eru tað tvær vikur, til liðið verður úttikið, og av royndum