hava ongan rætt til at gera nýtslu av henni. Her tosi eg sjálvandi um teir útróðrarmenn, sum sjálvir eiga og reka sínar bátar. Meginfelag Útróðrarmanna hevur nú gjøgnum sín sáttmála virka til at útróðrarmenn [...] vera bidnir umborð á bát, arbeiða undir skipaðum viðurskiftum, bæði hvat viðvíkur lønarsatsir og uppsagnartíðum. Tað ber tí væl til at staðfesta nær arbeiðsloysi tekur við. Øðrvísi er statt við tí sum [...] einsamallur á báti ella rekur hann saman við øðrum sum t.d. íognarfelag. Tá skulu avgerandi broytingar gerast í ognarviðurskiftunum, áðrenn arbeiðsloysi verður staðfest. Ein útróðrarbát stingur tú ikki uttan víðari
ársskiftið fer bókin til prentingar. Og tað verður ikki hissini bók í stødd, størri enn nøkur onnur bók, sum er givin út á føroyskum. Frá krossorðum til orðabók Orðabókaarbeiði hevur ikki eyðkent lívið hjá [...] fyri máli og serstakligum føroyskum altíð hevur verið stórur. - Alskurin til málið drívur verkið. Føroyskt er eitt ótrúligt mál, størri enn vit geva okkum far um til dagligt. Við hesi bókini vóni eg, at okkara [...] Henning, er áhugin. - Eg var liðugur við realskúlan í 1950, og tað er avmarkað, hvat tað hevur givið mær av førningi til slíkt arbeiði. Eingin fyrimynd Samheitaorðabókin hjá Henningi Thomsen er ikki sum
Týsdagin 21. desember fer SEV einaferð enn at kalla saman til eykaaðalfund í eini roynd at fáa kommunurnar at góðtaka eina príshækking. SEV hevur mælt til, at prísurin hækkar 15 oyru fyri hvørt kilowatt. Tað [...] har øll betala tað sama fyri streymin, antin tú býr í Havn ella í Dímun. Tey eru eisini samd um, at trygdin verður ikki slakað. - Vit hava longu verið noydd til at toyggja umvælingar, men tað loysir seg als [...] longdini. Ein avleiðing av tí hevur verið, at nú vit fóru eftir Heygaverkinum í Vestmanna, varð tað nógv dýrari enn ætlað. - Slaka vit krøvini til trygdina, førir tað til fleiri streymslit og verri veiting
at vera ov bersøgin ella avgjørdur í sínum meiningum um, hvat er dygdargóð list. Og mentamálaráðharrin hevur longu gjørt greitt, at fyri hann er tað ein stórur spurningur, hvør hevur skil fyri list. Tað [...] mentamálaráðharr-an-um, at ongin skal siga nøkrum, hvat er sonn list ella góð mentan, so er alt jú list og vit øll lista-fólk. Hetta sær eisini í stórum út til at vera mentanarpolitiska skráin hjá landsins [...] discountloysnunum ella framferðini hjá sitandi mentamálaráðharra. Hinvegin eiga vit at hava í huga, at ráðið, hann er settur at varða av, sjáldan hevur havt tær sømdir og ta virðing, tað hevur uppiborið. Sum
gólvinum. Til steypafinalurnart hesaferð verða nógvar sølubúðir. Høllin hevur sínar, men til finalurnar hjá teimum yngru verða tað feløgini sjálvi, sum hava sølubúðirnar. Tað hava tey eisini til finalurnar [...] nú fleiri túsund fólk koma til hondbóltsdystir, sigur Regin W. Dalsgaard, sum er stjóri í Høllini við Tjarnir. Til finalurnar er pláss fyri 3.050 fólkum. Høllin er góðkend til 3.700 fólk, men tey hava valt [...] Dalsgaard. Tað verður gjørt, hóast høllin er góðkent til 4.700 fólk til tiltøk, har fólk eisini kunnu vera á gólvinum, tá er ikki talan um sitandi fólk. Til konsertinga hjá Symfoniorkestrinum næsta vikuskifti
eitt kakustykki ella hvat tað skal verða, og so er tað yvirstaðið, men so má ein eisini taka avleiðingarnar dagin eftir, tí tað skal av aftur, sigur hon og smílist. Síðani hon kom heim, hevur hon tapt fýra [...] vikur av til uppihaldið, men hon gjørdist beinanvegin varug við, tá tíðarfreistin nærkaðist, at hon var ikki til reiðar at fara heim. ? Allar tær ferðirnar, tá eg havi roynt at tapa meg, hevur tað steðgað [...] aftur í gongd allan dagin til klokkan fýra, tá tey sjálvi skulu gera mat. Men Giggi sigur tó, at tað er ikki so, at tað verður avgjørt fyri tey, hvat tey skulu gera. Tað er upp til tey sjálvi, um tey velja
favoritt, tí tað er jú alt meira ella minni pliktir. Og eg gleði meg ongantíð til at gera húsarhaldspliktir. Tær skulu bara gerast. 8. Hvat borðreiðir tú við, tá tú hevur gjørt okkurt serstakliga leskiligt [...] 1. Heldur tú sjálvur, at tú ert húsligur? ? Ja, tað haldi eg, at eg eri. Eg plagi at rudda og vaska upp av og á. Uppvaskið sleppur ikki at standa longi. 2. Hvørja uppvaskisápu nýta tit heima, og hvussu [...] k, og uppvaskibustin er hvít og grá. 3. Hvussu ofta gert tú mat um vikuna? ? Tað man vera einar tvær ferðir um vikuna. 4. Hvussu longi kókar tú eplir? ? Tað er altíð 35 minuttir. Eg veit ikki, hví júst
og talu. Málið er tað tú hevur innan fyri, hugtøkini tú hevur, og talan er mátin, tú úttalar orðini. Talutrupulleikar er tí t.d. ikki at duga at siga s og r ordiligt, staman, ella tosa ígjøgnum nøsina. [...] børnum, men í dag haldi eg minni verður gjørt av tí. Tað at sjónvarpið hevur sent tilfar til børn, sum ikki hevur føroyska talu, hevur havt stóra ávirkan á børnini, tí fleiri børn brúka enskar og svenskar [...] okkurt, tá ið man hevur frí. Foreldur eiga at hugsa seg væl um og spyrja seg sjálv, hvat tað er tey bjóða børnunum. Tað er ikki sunt at renna runt til alt. Samstundis ganga foreldrini til alt møguligt. Summar
í Frankaríki fyri fýra árum síðan, men annað enn tað kendi eg ikki nógv til Føroyar ella føroyskan tónleik. Inntil víðari hevur uppihaldið hjá Kieron í Føroyum verið útmerkað. - Fólk eru ótrúliga fitt [...] tónleikurin, sum eg havi hoyrt, hevur havt eitt ótrúliga høgt støði. Hóast sumt ikki er mín stílur, so hevur støðið verið høgt, sigur Kieron, sum tó ikki vil úttala seg specifikt, hvat honum dámar føroyskan tónleik [...] Her hugsi eg serliga um, hvussu nógvir aldrar eru blandaðir á festivalinum. Tú sært alt frá smábørnum, ið savna fløskur, til ung sum lurta eftir tónleiki og so aftur tilkomin og eldri, ið eisini hugna
keypt ella seld, og tað órógvar ómetaligt, tá so stórar og týðandi avgerðir verða tiknar í tólvta tíma. Tað sigur Eyðstein Poulsen í Klaksvík, sum er reiðari á frystilínuskipinum Ågot, ið júst hevur gjørt [...] at tað er eitt óneyðugt irriterings-moment, at alt hendir í tólvta tíma, og at tú sum fiskimaður ongantíð veitst, hvat liggur fyri framman. [...] ætlaðu tíðina út. Hann sigur, at eftir innhandling í Grønlandi, komu skip og manning heim, og síðan hevur Ågot fiskað undir Føroyum. Reiðarin heldur ikki, at teir kunnu kæra seg um árið, soleiðis sum tað