- Tað er ongin ivi um, at sleppa vit ikki at hækka prísin á streymi, fer tað at fáa avleiðingar fyri útjaðaran í Føroyum.
Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, formaður í nevndini fyri SEV.
Týsdagin 21. desember fer SEV einaferð enn at kalla saman til eykaaðalfund í eini roynd at fáa kommunurnar at góðtaka eina príshækking.
SEV hevur mælt til, at prísurin hækkar 15 oyru fyri hvørt kilowatt.
Tað fer at geva SEV 40 milliónir afturat í inntøku.
- Fáa vit ikki hesar inntøkurnar, verða vit noydd at skera inn á bein allarstaðni, sigur nevndarformaðurin.
Hann sigur, at enn hevur nevndin í SEV ikki gjørt av, hvat uppskot, hon fer at leggja fyri eykaaðalfundin tann 21. desember.
Men tað er sumt, ið bendir á, at SEV fer at einaferð at skjóta upp, at prísurin hækkar 15 oyru fyri kilowatt tíman.
- Hetta er ein semja ímillum nevnd og leiðslu og hetta hevur El veitingareftirlitið góðkent.
Páll á Reynatúgvu sigur, at tá ið Elveitingareftirlitið hevur góðkent príshækkingina, er tað ein trygd fyri, hon er neyðug fyri at varðveita trygdina og raksturin í SEV.
- Tí skal rættiliga nógv til, áðrenn tilmælið um at hækka prísin 15 oyru fyri kilowatt tíman, verður broytt, leggur hann afturat.
Miðsavna SEV
Hann sigur, at ongin ivi er um, at ein avleiðing verður, at tænastan kring landið fer at versna.
- Sleppur SEV ikki at hækka prísin, verður fyrsta stigið uttan iva at leggja umsitingarnar kring landið niður við teimum uppsøgnum, tað hevur við sær.
- Hetta fer at føra til eina miðsavning, at har SEV verður savnað í miðstaðarøkinum og har umsitingarnar kring landið verða niðurlagdar.
Hinvegin eru tey í SEV samd um at tvíhalda um eina samhaldsfasta skipan, har øll betala tað sama fyri streymin, antin tú býr í Havn ella í Dímun.
Tey eru eisini samd um, at trygdin verður ikki slakað.
- Vit hava longu verið noydd til at toyggja umvælingar, men tað loysir seg als ikki í longdini. Ein avleiðing av tí hevur verið, at nú vit fóru eftir Heygaverkinum í Vestmanna, varð tað nógv dýrari enn ætlað.
- Slaka vit krøvini til trygdina, førir tað til fleiri streymslit og verri veiting og tað fær álvarsligar avleiðingar fyri samfelagið, sigur Páll á Reynatúgvu.
Ein annar møguleiki er at strika íløgur í varandi orku, men so verða vit enn meiri bundin at oljuni og tað er nettupp hon, sum er so dýr og er høvuðsorsøkin til hallið.
-Innflutningur av olju er eisini stak óheppin fyri landið og kommunurnar, sum eiga SEV, tí vit innflyta olju fyri yvir eina milliard um árið.
- Tað vildi eisini verið sera óheppið, tá i hugsað verður um tær skyldur, SEV hevur at menna burðardygga orku, tí tað vildi verið at sviki tær skyldur, vit hava á økinum, leggur hann afturat.










