Í sending í sjónvarpinum nam Rúna Sivertsen við eitt evni, sum hevur upptikið útróðrarmenn nógv, líka síðani lógin um arbeiðsloysisstuðul kom í gildi. Teir eru og hava altíð verið ónøgdir við at gjalda inn í eina skipan (í summum førum tvær ferðir) og hava ongan rætt til at gera nýtslu av henni. Her tosi eg sjálvandi um teir útróðrarmenn, sum sjálvir eiga og reka sínar bátar.
Meginfelag Útróðrarmanna hevur nú gjøgnum sín sáttmála virka til at útróðrarmenn, sum vera bidnir umborð á bát, arbeiða undir skipaðum viðurskiftum, bæði hvat viðvíkur lønarsatsir og uppsagnartíðum. Tað ber tí væl til at staðfesta nær arbeiðsloysi tekur við.
Øðrvísi er statt við tí sum eigur bátin, og tað er líkamikið um hann er einsamallur á báti ella rekur hann saman við øðrum sum t.d. íognarfelag. Tá skulu avgerandi broytingar gerast í ognarviðurskiftunum, áðrenn arbeiðsloysi verður staðfest. Ein útróðrarbát stingur tú ikki uttan víðari í lumman, og húsagangurin verður ikki brúktur uttan alt annað er uppgivið, tí persónliga panti fylgir við.
Eg veit ikki hvat semja kundi fingist um nær ein útróðrarmaður er arbeiðsleysur, men í lógini um mánaðarligan minstaforvinning dettur inntøkutrygdin burtur, tá bruttoveiðivirði fer niðurum 9.000 kr. um mánaðin síðstu mánaðirnar.
Sostatt er partvíst vinnuloysi tá longu staðfest, og inntøkutrygd fellur burtur, men hvat er so millum partvíst vinnuloysi og arbeiðsloysistrygging? Einki?
Í ALS-lógini var tikið fyrivarni fyri eitt av okkara elstu vinnum, fiskavirking, men vinna sum er líka gomul er útróðurin.
Vegna Meginfelag
Útróðrarmanna
Chris Jan Michelsen










