at gerast ein gávubúð og ein handil, har til bar at keypa klædnavørur og meturvørur av góðum slagi. Hetta hevur verið eitt stað, har nógv fólk er komið á gátt hvønn einasta dag. - Ja, eg havi havt nógvar [...] hennara eitt og alt. Spurningurin er, hvat ein so virkisfús kvinna nú fer at gera? - Hvat eg ætli mær at gera? Eg voyt ikki. Her liggur so nógv á láni, sum eg ikki havi havt stundir til øll hesi árini. - Men [...] handilin. Og hetta lótu fólk sær ikki siga tvær ferðir. Longu áðrenn handilin lat upp henda morgunin var ein rúgva av fólki uttanfyri handilin. Hesi vildu fegin gera kvettið henda dagin, nú allar vørurnar vórðu
Fyri einum mánaði síðan skrivaðu vit søguna um ein politist, sum bleiv sligin í býnum. Eftir grundlógaravhoyringini væntaðu tey flestu, at maðurin bleiv varðhaldsfongslaður, men so var ikki. Føroya Rættur [...] dagførd. Tí sendi eg eitt skriv til løgmann, ið varðar av lógarmálum og rættarnevndina í løgtinginum. Eg havi eisini sent eitt kunnandi skriv til øll løgtingsfólkini. Tey hava so tikið málið upp, sigur Absalon
Klaksvík, eru so at siga altíð á Summarfestivali. - Eg havi verið á øllum Summarfestivalum uttan einum, sigur Silja. - Tónleikurin spælir bara ein lítlan part av festivallívinum. Tað stuttligasta er at
sambandi á, at tað ferð eftir ferð kemur fyri, at eingin ella í besta føri ein dómari møtir til dystir í yngru deildunum. - Eg havi sjálvir fyri stuttum verið til tveir dystir hjá ávíkavist unglingum og [...] í Føroyum. At bæði einstaklingar og feløg so eru ymisk á máli um, hvussu hetta kann loysast, er so ein annar spurningur. HSF setir eingi krøv Stutt fyri jól var grein í Dimmalætting, har spurningurin varð [...] Tað eru tó ikki øll, sum eru á einum máli um, at arbeiðið hjá HSF hesum viðvíkjandi er nóg gott, og ein teirra er formaðurin í StÍF, Andrass Danielsen. - Eg skal ikki siga, at tað er lygn, tá formaðurin
Sosialin. Og tað er als ikki óhugsandi, at hon seinni fer inn í politikk. -Tað er so stuttligt, tá ein sær at ein gjøgnum tað politiska arbeiðið kann gera nyttu og ger mun -Henda vikan í fólkatinginum hevur [...] av fundum. Fundur her og fundur der, alla somlu tíðina. -Tí havi eg veruliga sæð, at danskir politikkarar ikki sita og dovnast. Teir hava ein strævnan dag, men hava kortini givið sær tíð til at heilsa uppá [...] ar í viku 14. Ein sleppur ikki soleiðis uttan víðari inn í forsætismálaráðið, tí har er strangt vaktarhald. Og allir teir kendu politikkarnir hava bodyguard undir liðini á sær. Skal ein flokkur inn at
brúnni, har skiparin skuldi greiða frá tí, sum hendi kvøldið fyri. Sum skilst á monnum í Klaksvík er ein møgulig orsøk til óhappið í stuttum hon, at umstýringin sveik umborð. Fullfermt Skipið var at kalla [...] upplivað áður. - Ja, tað var eitt sindur undarligt at standa soleiðis uppi á landi, - so tætt, at ein nærum kundi havt lopið í land!, sigur hann við einum brosi. Tá skipið hevði rent seg á land, fekk manningin [...] fyri seg uttan nakran dramatikk. Hevur tú upplivað aðrar slíkar ringar túrar á sjónum? - Nei, tað havi eg ikki. Og fyri tað næsta, so var hetta als ikki nakar ringur túrur: Hetta var faktiskt tann besti
nógv virdum framsýningarhølli sum Glyptotekinum? - Hetta er ein verkætlan, ið eg havi gjørt í sambandi við skúlan hjá mær, og í hesari havi eg samstarvað við nøkur lesandi á Universitetinum í Keypmannahavn [...] formurin gjørdist tað avgerandi. Tá tú sært ein lut, hevur hann nógvar ymiskar týdningar í tínum høvdi, men við at myndasýningin gongur so skjótt, fær hon í ein ávísan mun tikið meiningina frá lutinum og [...] er hennara fyrsta framsýning av eini lista installatión. Hugskot undir dýnuni - Eg fekk hugskotið ein morgunin, tá eg lá í songini og ballaði meg. Eg hugsaði um øll djórini, sum eisini lógu og ballaðu
JFK-Troli, Skálabergi. - Nú eri eg 62 ára gamal, men higartil havi eg ongan túr verið elstur umborð, heldur ikki hesaferð, nú ein av manningini sum eg havi skilt er 65. Manningarnar umborð á flakatrolarunum spenna [...] annað, er neyðugt, at slíkt verður fyrireikað fleiri mánaðir frammanundan. - Nú havi eg so fingið farloyvi og havi funnið ein dugnaligan avloysara, Per Vagn-Hansen, lækna, sum verður vikarur fyri meg, meðan [...] so mong ár – og so at liggja uppi í Barentshavinum á vetrardegi. - Jú, hetta er ein stór umbroyting frá tí dagliga, ein spennandi avbjóðing. Eg velji nógv heldur at vera umborð á flakatrolara í Barentshavinum
kunnar sín facebook-vinarskarða um heilsustøðuna aftaná, at hon og ein vinmaður vóru offur fyri ráðum harðskapi í býarlívinum í Havn, tá ein tilvildarligur maður leyp á tey. Nú hevur eygnalæknin so havt møguleikan [...] varandi mein. Nethinnan er skrædnað og sjónin verður ongantíð í ordan aftur. - Hettar var ein stórur skelkur, tí eg havi gingið og haft góðar vónir um at alt fór at laga seg. Eg eri ræðuliga kedd um hettar [...] Facebook. Sum tit vita, bleiv eg og Niels álopin 27.september har eg fekk skaða í eygað. Síðani tá havi eg gingið runt við vánaligari sjón og av tí at eg hevði blóðsamling í eyganum, so hevur eygnalæknan
við sjúklingarnar at gera. Hesum havi eg ikki verið samdur í, og tað hevur verið ein pína fyri leiðsluna. Leiðslan hevur ynskt fleiri ting, ið síggja gott út, men har havi eg ikki verið við, tí vit tá gloyma [...] Mín loyalitetur liggur fyrst og fremst á skurðdeildina, har eg havi havt mína dagligu gongd, og tað hava starvsfólkini altíð vita. Eg havi verið sera opin í mínum leiðsluhátti, og starvsfólkini vita, at [...] Úti á Hamrinum á Argjum situr ein tann fremsti læknin í Føroyum, Jóhan Petur Davidsen, og tekur sær av løttum. Fyri fáum døgum síðani var hann leiðandi skurðlækni og yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, men