- Sjónin verður ongantíð í ordan aftur

Jórunn Vik Gleðisheygg fekk varandi mein, tá hon varð offur fyri ráðan harðskap í býnum.

- Hey. Nú fari eg at gera nakað sum eg vanliga ikki geri og tað er at skriva nakað á Facebook. 


Sum tit vita, bleiv eg og Niels álopin 27.september har eg fekk skaða í eygað. Síðani tá havi eg gingið runt við vánaligari sjón og av tí at eg hevði blóðsamling í eyganum, so hevur eygnalæknan einki sæð til, um tað hevði fingið varandi mein.


Soleiðis byrjar Jórunn Vik Gleðisheygg eina facebook-dagføring í gjár, har hon kunnar sín facebook-vinarskarða um heilsustøðuna aftaná, at hon og ein vinmaður vóru offur fyri ráðum harðskapi í býarlívinum í Havn, tá ein tilvildarligur maður leyp á tey.


Nú hevur eygnalæknin so havt møguleikan at kanna eyga hjá Jórunn.


- Men í dag var eg hjá eygnalæknan aftur, og hon kundi nú síggja, at har var akkurát tað, varandi mein. Nethinnan er skrædnað og sjónin verður ongantíð í ordan aftur.


- Hettar var ein stórur skelkur, tí eg havi gingið og haft góðar vónir um at alt fór at laga seg. Eg eri ræðuliga kedd um hettar, og eg veit at øll, sum spyrja meg um hetta, meina tað gott. Men beint nú so orki eg ikki at tosa um tað. So eg velji bara at skriva tað her til øll sum eru áhugaði í tí. 


- Eg vil eisini takka til øll sum hava skrivað til mín, eg veit eg ikki havi svarað øllum. Men tit skulu vita, at eg seti stóran prís uppá tað.