Føroyum, at tað ber til at byggja upp í báðar endarnar, uttan at nerva virksemið á hotellinum annars tað minsta og tað er ein stórur fyrimunur, sigur sølustjórin. Jóhanna Rasmussen sigur, at try hava søkt [...] Jóhanna Rasmussen sigur, at tey fara undir hesa stóra útbyggingina tí tey halda, at tað eru ov fá hotelkømur í Havn, sum er. – Vit merkja tað serliga um summarið, har tað hendir ov ofta, at vit ikki fáa tikið [...] eisini hýst rættiliga stórum ráðstevnum, sigur hon. Og hon leggur afturat, at tað er veksandi áhugi fyri at koma til Føroyar at halda ráðstevnur.
undir við, at í síðsta enda er tað hansara ábyrgd at tryggja, at parteigarar eru kunnaðir eins, tó hann einki hevði við handilin sjálvan at gera. - Eg kundi ikki vita nær parteigararnir fóru at skriva undir [...] hann og vísir á, at hann nú fer at gjøgnumganga málið við Súna Schwartz Jacobsen. Torben Nielsen heldur eisini, at TF Holding má svara fyri, hví teir ikki tryggjaðu sær sum keyparar, at seljari hevði somu [...] Tað er eingin ivi um, at parteigararnir skulu verða eins kunnaðir. Tað er mín uppgáva at tryggja tað, sigur Torben Nielsen. Hann metir seg tó hava røkt sína skyldur í tann mun, at hann sendi fundarfrágreiðing
Streymoy. Hann sigur, at ein onnur loysn kundi verið at skilt reinsiskipanina hjá báðum smærru hyljunum at. Sum nú er er tað sama vatnið í báðum hyljunum, men ein nýggj skipan kundi gjørt, at ein kundi hækka [...] foreldur funnist at, at hitin í smærru hyljunum í svmjihøllini í Gundadali er ov lágur. Børnini gerast køld og varrarnar bláar eftir lítlari løtu. Gunnar Streymoy, leiðari í svimjihøllini, sigur, at tey eru vitandi [...] vitandi um atfinningarnar og at tey skilja væl foreldrini. - Eg skilji tey væl og tað passar, at smábørnini blíva grúiliga køld, men vit hava ikki loyvi at hækka hitan, tí reinsiskipanin megnar tað ikki
Tað gongur sum smurt hjá føroysku michelin-matstovuni, Koks, at fáa býráðið at góðtaka ætlanina um at byggja eina nýggja matstovu Vit eiga at taka lógvatak saman um Koks. Tað heldur Annika Olsen, borgarstjóri [...] avgreitt, skal málið aftur í býráðið fyri at fáa endaligt byggiloyvi, men í býráðnum er eingin ivi um, at byggiloyvi skal gevast. – Vit halda, at tað er rætt at samstarva við, og eggja uppundir, slíkar [...] í Havn, nú Hotell Føroyar hevur søkt Tórshavnar Kommunu um loyvi til at byggja eina nýggja Koks-matstovu í Havn. Hon staðfestir, at ein matstova sum Koks, ið fekk eina Michelinstjørnu herfyri, kastar nógv
samgongan fór at taka av tí lægsta tilboðnum, sum má metast at vera gott og realistiskt. Lægsta boð átti Húsavarðatænastan. Á Býráðsfundi í kvøld fara vit at viðgera eitt mál, har tilmælt verður at taka undir [...] hevur tikið longri tíð enn ætlað er, at vit vildu tryggja, at hann lýkur tey krøv, sum eiga at verða sett til ein framkomnan musikkskúla. Til tess var neyðugt at gera nakrar týðandi broytingar. Samanumtikið [...] undir við lægsta tilboðnum, sum kom inn í fjør, og at fara til verka – og tað eru sera gleðilig tíðindi. Tí eg ivist ikki í, at tað fer at verða samtykt. Musikkskúlin hevur ómetaliga stóran týdningin fyri
atlit. Eftir øllum at døma verður tað eisini niðurstøðan hesaferð. Politiska atlitið hjá Jógvani Skorheim og Magnusi Ramsussen er í hesum føri er at forða fyri lógararbeiðinum, sum ger, at fólk av sama kyni [...] evndini at sannført Løgtingið um, at umsitingin hjá løgmanni, forsætismálaráðið, kirkjumálaráðið í Danmark, barna- og almannamálaráðið í Danmark og umsitingin hjá Løgtinginum tóku feil, og at tulkingin [...] um at taka av landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum kyknar helst aftur í dag Analýsa: Vanliga hevur andstøðan meirilutan í landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum. Tí verður tað ofta til tað, at meirilutin
arbeitt við at gera eina heilt nýggja landbúnaðarskipan, sum á summum økjum fer at kollvelta landbúnaðin, sum vit kenna hann í dag. Og sum tað stendur í Sosialinum, er ein partur av hesi nýskipan, at brúksskylda [...] og tað merkir, at landbúnaðarjørð skal gagnnýtast. Verður hon ikki gagnnýtt av tí, sum eigur hana, skal onkur annar fáa rættin at gagnnýta hana ístaðin. Men nú heldur Jacob Vestergaard, at Høgni Hoydal má [...] hvat hann ger. Hann heldur ikki, at brúksskylda skal leggjast á landbúnaðarjørð, tí tað má vera hugurin, sum drívur verkið. – At vera bóndi í Føroyum er ikki sum at sita og drekka kaffé latte í Havn av
Tey vilja hava, at Fólkatingið áleggur stjórnini at taka neyðugu stigini til at broyta lógina soleiðis, at allir partar av ríkisfelagsskapinum verða javnsettir, tá tað snýr seg um at gera hertænastu. [...] 1849, og at nógv er broytt síðani tá. Tí heldur flokkurin, at tað er nátúrligt at taka hendan spurningin upp. – Talan er um tríggjar javntsettar partar í ríkisfelagsskapinum, og borgarar eiga tí at viðgerast [...] fyri Fólkatingið um, at føroyingar og grønlendingar skulu gera hertænastu eins og danir gera. Ein skylda, sum føroyingar ongantíð hava havt – og sum samstundis er orsøkin til, at Føroyar ongantíð hava
løgreglan verið nógv at síggja í miðbýnum í nátt. Skeinkistøð eru kannað, men har var einki at finnast at. Endamálið hjá løgregluni við at vera til staðar í miðbýnum um næturnar, er, at royna at leggja uppí, tá [...] sigur, at sum heild hevur verið friðarligt. Ein maður er sligin so hart í Klubbagarðinum í Havn, at hann fór at bløða nasablóð, men henn hevur hann ikki meldað nakran fyri harðskap. Løgreglan sigur, at mangan [...] hann útaftur. Men hann fær so bót fyri at bróta rættargangslógina. At uppgeva navn, føðingardag og bústað eru nevniliga einastu upplýsingar, ein hevur skyldu tl at geva løgregluni, tá ið biðið verður um
latin við, soleiðis at barnið sjálvt kann tekna dukkuna. Endamálið við dukkuni er at bæði at veita barninum troyst, møguleika at skapa, og eisni ein veita eina hjálp til barnið at vísa á hvar tað hevur [...] fekk hann boð úr Íslandi um, at forseti Íslands kom at handa Kiwanis í Íslandi pening til vælgerandi endamál. Sámal greiðir frá, at hann sá hetta sum ein gyltan møguleika at seta føroyar í sjóneykuna, og [...] listaverk Astrids, soleiðis at hann fekk betri innlit í hvør listafólkið var, sum hevði málað og prýtt dukkurnar. Sámal Bláhamar greiðir skemtiliga frá, at hann segði forseta Íslands at hann er fyrsti presidentur