Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik, fer nú at biðja um eina forkláring frá Súna Schwartz Jaocbsen, stjóra í Eik Banka og TF Holding í málinum, sum Vikuskiftis Sosialurin avdúkaði í útgávuni, sum kom út í gjár.
Tí Fíggjarligt Støðufesti váttar fyri Sosialinum, at kunningin um skattafrádráttin á 90 milliónir krónur ikki kom til teirra, fyrr enn eftir handilin av seinastu partabrøvunum varð avgreiddur millum Fíggjarligt Støðufesti og TF Holding.
Við JyllandsPostin í dag sigur Torben Nielsen, at hann leggur frá sær, um eingin skilagóð frágreiðing kemur frá bankastjóranum, Súna Schwartz, í hesum máli.
Les eisini: Skattamálið: Nevndarformaðurin umhugsar at leggja frá sær
- Tað er eingin ivi um, at parteigararnir skulu verða eins kunnaðir. Tað er mín uppgáva at tryggja tað, sigur Torben Nielsen.
Hann metir seg tó hava røkt sína skyldur í tann mun, at hann sendi fundarfrágreiðing til Jørn Astrup Hansen síðst í august í 2015, har niðurstøðan í skattamálinum varð nevnd. Also tríggjar mánaðir áðrenn handilin varð endaligur.
Men Jørn Astrup Hansen sigur, at hann ikki hevur fingið hesa kunning fyrr enn í desember, og tað sama sigur stjórin í Fíggjarligum Støðufesti. Og óansæð hvat, so er púra óhoyrt, at ein nevndarlimur hevur ábyrgd einans móti einum parteigara, sum Torben Nielsen í hesum førinum metir Jørn Astrup hava mótvegis Fíggjarligum Støðufesti.
Nevndarformaðurin tekur tó í dag undir við, at í síðsta enda er tað hansara ábyrgd at tryggja, at parteigarar eru kunnaðir eins, tó hann einki hevði við handilin sjálvan at gera.
- Eg kundi ikki vita nær parteigararnir fóru at skriva undir ein handil um partabrøv, sigur hann og vísir á, at hann nú fer at gjøgnumganga málið við Súna Schwartz Jacobsen.
Torben Nielsen heldur eisini, at TF Holding má svara fyri, hví teir ikki tryggjaðu sær sum keyparar, at seljari hevði somu vitan um fíggjarstøðuni á ognini.
Les nógv meira um málið í Vikuskiftis Sosialinum í dag.










