Tað gongur sum smurt hjá føroysku michelin-matstovuni, Koks, at fáa býráðið at góðtaka ætlanina um at byggja eina nýggja matstovu
Vit eiga at taka lógvatak saman um Koks.
Tað heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, nú Hotell Føroyar hevur søkt Tórshavnar Kommunu um loyvi til at byggja eina nýggja Koks-matstovu í Havn.
Hon staðfestir, at ein matstova sum Koks, ið fekk eina Michelinstjørnu herfyri, kastar nógv av sær, bæði til Havnina sjálva, til ferðavinnuna og til alt landið sum heild
Nýggja matstovan skal byggjast á stykkinum niðanfyri Hotell Føroyar, heilt oman ímóti viðarlundini.
Koks leggur dent á, at gestirnir fáa eitt heildarupplivilsi, og tí liggur nýggja matstovan, har hon er beint við hotellið og viðarlundina, væl akkurát har, siga tey.
Men fyri at tað skal kunna lata seg gera, má byggisamtyktin broytast, og tað hevur býráðið nú einmælt samtykt at fara í holt við
Men tað er ein broyting, sum eisini skal leggjast fyri landsmyndugleikarnir, umframt at friðingarmyndugleikarnir eisini skulu siga sína hugsan um ætlaðu byggingina.
Tá ið alt tað er avgreitt, skal málið aftur í býráðið fyri at fáa endaligt byggiloyvi, men í býráðnum er eingin ivi um, at byggiloyvi skal gevast.
– Vit halda, at tað er rætt at samstarva við, og eggja uppundir, slíkar verkætlanir, siga tey í býráðnum.
Í hesum sambandi hevur Tórshavnar býráð nú samtykt at leiga Hotell Føroyum stykkið ímillum hotellið og viðarlundina í 30 ár og gongst sum ætlað, verður nýggja matstovan liðug um eitt ár, ella í apríl næsta ár.
Nýggja matstovan verður í tveimum hæddum Bygningurin, sum hvør verður einar 9,5 x 22,3 metrar, umframt at tríggir smærri útbygningar verða í húsinum.
Matstovan verður bygd í eini brekku, har kjallarahæddin er undir jørð á ovaru síðu við tí endamálið at bygningurin skal fella væl inn í lendið. Síðurnar verða lagaðar úr gróti, endarnir verða klæddir við timbri og takið lagt við flagi, soleiðis at húsini fella væl inn í umhvørvið uttanum.