Hyljarnir kunnu ikki vera heitari

- Vit hoyra, at fólk gera vart við seg um ónøgdina og vit taka tað til okkum, men fyribils fáa vit einki gjørt við hitan í svimjihyljunum sigur Gunnar Streymoy, leiðari í svimjihøllini.

 

Seinastu tíðina hava fleiri foreldur funnist at, at hitin í smærru hyljunum í svmjihøllini í Gundadali er ov lágur. Børnini gerast køld og varrarnar bláar eftir lítlari løtu.

 

Gunnar Streymoy, leiðari í svimjihøllini, sigur, at tey eru vitandi um atfinningarnar og at tey skilja væl foreldrini.

- Eg skilji tey væl og tað passar, at smábørnini blíva grúiliga køld, men vit hava ikki loyvi at hækka hitan, tí reinsiskipanin megnar tað ikki, sigur hann og avnoktar samstundis, at hitin er minkaður í seinastuni.

 

Les eisini Smábørnini frysta í svimjihøllini 

 

Gunnar Streymoy harmast um, at tað tíverri ikki er stórt, hann fær gjørt við málið.

- Tá vit tosa um hitan í svimjihyljum, so er tað reinsiskipanin, sum er avgerandi. Orsøkin til, at smáu hyljarnir í Havn ikki kunnu vera heitari enn teir eru nú, um 29 hitastig, skyldast, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at við verandi reinsiskipan kann hitin ikki vera hægri. Um vit skulu hækka hitan, so mugu filtrini í reinsiskipanini í kjallaranum skiftast út við størri og nýggjari filtur. Jú hægri hita, vit hava í vatninum, jú fleiri bakteriur vera í vatninum. Tí er neyðugt við betri filtrum, um hitin skal hækka, sigur Gunnar Streymoy.

 

Hann sigur, at ein onnur loysn kundi verið at skilt reinsiskipanina hjá báðum smærru hyljunum at. Sum nú er er tað sama vatnið í báðum hyljunum, men ein nýggj skipan kundi gjørt, at ein kundi hækka hitan í øðrum hylinum.

 

Her og nú er ber illa til hjá svimjihøllini at gera nakað við málið.

- Skulu vit hækka hitan, so má ein íløga gerast í reinsiskipanina og vit snakka um omanfyri eina millión krónur. Tann peningurin má so finnast onkrastaðni ella játtan fáast frá kommununi. Vit hoyra, at fólk gera vart við seg um ónøgdina og vit taka tað til okkum, men fyribils fáa vit einki gjørt. Besta loysnin undir verandi umstøðum er at lata minstu børnini í ullint klæði, meðan tey svimja, sigur Gunnar Streymoy.