Ein túr vóru teir í Bangladesh fyri Unicef, har bleiv skipið álopið orsakað av kríggi. Fróði gavst við Kristian Holm tá Vestfinnur, sum p/f Vestur í Vestmanna átti, bleiv bygdur í Aberdeen. Fróði sigldi [...] keyptu Columbus í 1976. Fróði silgdi sum stýrimaður við Columbus til hann í 1981 gjørdi av at leggjast uppá land og byrjaði á Føroya Fiskasølu, har hann var í nøkur ár. Fróði hevði stóran áhuga í aling, og hann [...] Anthonia gjørdu av at flyta til Noregs á vári í 1992. Fyrsta árið búðu tey í Stavanger, men fluttu síðan til Årdal, har tey í dag búleikast í egnum húsum. Fróði arbeiður sum planleggingarstjóri hjá Marine Harvest
telvingina í felagnum og í kommununi, og eru farnir at skipa fyri stórari árligari altjóða talvkapping - Runavík Open - í Løkshøll. Endaliga støðan í 2. deild Klaksvík 25½ Sandavágur 24 Vestmanna 22 Havnin [...] Landskappingin í talvi endaði um vikuskiftið. Allir dystirnir í seinasta umfari vórðu telvaðir á Finsen í Havn leygardagin. Í 1. deild endurvann Havnar Telvingarfelag meistaraheitið. Avgerandi dysturin [...] vann FM-heitið í fremstu deildini. Hanus Brekká býr í Danmark, men var komin heim til seinasta dystin. Talvfelagið Streymur í Hvalvík/Streymnesi hevur verið óvirkið í nøkur ár, men er nú vaknað aftur. Endaliga
fólkatingsval eru í nógvum førum so smá, at tað ber næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. ”Hetta er ikki nøktandi,” sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum nú fer at reisa málið í løgtinginum [...] smáplássunum” sigur løgtingsmaðurin. Hann vísir á, at ein meginregla í vallógini er, at valið skal vera loyniligt. Millum annað verður sagt í lógini, at atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at ongin skal [...] minstu stødd á valstøðum, og hvussu nógvir veljarar landsstýrismaðurin heldur eru hóskandi sum minsta mark fyri eitt valstað. Eisini vil Helgi Abrahamsen hava at vita, um landsstýrið hevur arbeitt við tankanum
økinum, sum komu í gildi á nýggjárinum, vórðu so mikið umfatandi, at tær tóku grundarlagið undan avgerðini hjá BankNordik at keypa tryggingarfelagið. Bankin sigur í tíðindaskrivi, sum [...] sum kom beint fyri evstamark í morgun, at keypsavtalan ásetti, at yvirtøkan skuldi fara fram við ársskiftið 2011/2012. »Eftir at sølusáttmálin var undirskrivaður, broyttust viðurskiftini [...] hetta við sær, at partarnir fyri nýggjár avráddu at útseta endaligu søluna til 1. juli 2012. Ímeðan skuldu allir sáttmálapartarnir við nýggju avbjóðingunum finna fram til semju um leist
almennum stovnum, almennum veitingum, sterkum vinnulívi, hægsta BTÚ pr. íbúgva í danska kongaríkinum og einum Løgtingi sum lóggevur í yvirtiknum málsøkjum. Føroyingar. Eitt fólk sum arbeiðir hart, er væl útbúgvið [...] teimum sum eru illa fyri og velur borgararnar sum skulu sessast í Løgtinginum. Hetta fólk – Løgtingið – hevur ikki loyvt fríari fosturtøku í Føroyum, men tað hava danir og danska Fólkatingið. Altso, tvær [...] Men at kalla okkum fyri “det sorteste uland”, av tí at vit hugsa øðrvísini, er at fara langt yvir mark. Hvørji eru hesi at kalla okkum slíkt? Vit sum hava eitt so sterkt fólk og væl útbygt samfelag. Og
fyrr enn í dag, er tí at tað hevur staðið í bíðirøðini. Blaðið er avmarkað í stødd. Og tá einasta fíggjarliga grundarlagið undir blaðnum er egin søla, søla av blað og søla av lýsingum, so avmarkar tað [...] tað okkum í blaðstødd og harvið, hvussu nógv innsent tilfar, vit kunnu prenta. Góði Heri Mohr! Sum blaðstjóri kann eg bara harmast biðistøðuna. Vit vilja fegin enn sum áður prenta tíni vitugu og gløggu [...] gløggu sjónarmið, so okkara vón er, at tygum halda fram at skriva – vit skulu taka í egnan barm og bøta um okkara lut! Eirikur Lindenskov blaðstjóri
Sandavágsmenn mundu gjørt bart og tikið øll á bóli í avgerandi dystinum um FM-heitið í seinasta umfari í landskappingini í talvi í dag. Neyvan nakar hevði grunað, at Sandavágs Talvfelag fór at leggja oddaliðið [...] Klaksvíkar Talvfelag hevur í fleiri ár havt tvey lið í fremstu deildini, men ikki komandi kappingarár. Annað lið hjá teimum gjørdist ov stutt í ár og flytur niður í 2. deild. Í 3. deild vann Havnar Telv [...] afturum seg í endaspurtinum, tí til tess kravdist ein ógvuliga ruddiligur sigur í sinámillum finaludystinum, men tað mundi lukkast. Sandavágur vann 3-1 og veitti liðnum hjá Havnini fyrsta ósigurin í allari
10. des. hava hjúnini Elsa og Sigurd Nielsen, Vestmanna diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 11. des. í Kappróðrarneystinum í Vestmanna frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp [...] Silvurbrúdleyp Týsdagin 7. des. hava Alith og Heðin í Frammistovu, Hvannasund, verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin 4 des. kl. 18. fyri innbodnum bygdarhúsinum í Leirvík. Týsdagin 7. des. hava Frida Vitalis [...] úr Siem Reap. Tann 30. des. kl. 18 verður hátíðarløta við forbøn í Leirvíkar kirkju. Brúdleypið verður hildið sama dag í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at koma til brúdleypið, kunnu siga
dømi, at fiskivinnuskúlin í Vestmanna kann hoyra inn undir skúladepilin í Marknagili, fyri tað um hann liggur í Vestmanna, at HF-skeiðið í Klaksvík kann hoyra inn undir ein depil í Eysturoynni og so framvegis [...] støði, og tí má enska málið styrkjast í føroyska fólkaskúlanum, sigur Heidi Petersen. Við skúlaársbyrjan í ár fingu næmingarnir í fjórða flokki á fyrsta sinni enskt í fólkaskúlanum. Tveir tímar um vikuna [...] samgongan hevur stungið út í kortið viðvíkjandi útbúgvingarskipanini í Føroyum. Men hon var vónbrotin, tá hon sá fíggjarlógaruppskotið, sum í hesum døgum er til viðgerðar í tinginum. Har er ongin økt
VÍF - H71 33-22 (19-15) Fyrsta hálvfinalan um FM var leikt í kvøld í Vestmanna, og tað vóru vinnararnir av grundspælinum, H71, ið høvdu syrgt fyri kørmunum. H71 hevði valt sær VÍF sum mótstøðulið fram [...] harafturat høvdu hoyvíkingar avgjørt at spæla fyrsta dystin í Vestmanna. Av fýra møguligum, hevði H71 frammanundan vunnið fýra greiðar sigrar á VÍF í ár, men tað vóru vestmenningar, ið løgdu bert fyri. Eftir [...] gera eins og í teimum fýra undanfarnu dystunum, men fólk flest fóru púra skeiv. Í staðin tók VÍF sær um reiggj. Verjan byrjaði at batna og álopið koyrdi so gott sum tað nakrantíð hevur gjørt í ár. VÍF fekk