Fróði Durhuus 60 ár

Mikudagin 10. septembur verður Fróði Durhuus 60 ár. Fróði er føddur og uppvaksin í Vestmanna, og búsitandi í Årdal, Norra.

Fróði er elsti sonur Hans Martin Emil Frits Jacobsen Durhuus (Hassa) úr Vestmanna og Elisabeth f. Petersen á Steig í Sandavági. Fróði er elstur av sjey systkjum.


Í barnaárum dámdi Fróða væl at fáast við bátar og fisking. Hann var mangan túr Eysturi undir land og á Oyrargjógv við ferðafólki. 12 ára gamal var hann sín fyrsta túr til skips við Venus. Hetta var jólatúrin undir Ísland. 17 ára gamal fór hann sín fyrsta túr til Grønlands við Venus, sum pápin førdi.


Í 1967 fór Fróði til Klaksvíkar á telegrafistskúla og í januar 1968 byrjaði hann á skiparaskúla. Hann tók báðar útbúgvingar samstundis og fekk telegrafist- og skiparabræv í 1968. Hareftir fór hann út at sigla sum skipari við fraktskipinum Kristian Holm, ið fyri tað mesta sigldi millum Føroyar og Danmark. Nakrir túrar vóru til Portugal og Spania við fiski og eisini gekk leiðin til Amerika, har teir sigldu millum Bahama og Jackstonville. Ein túr vóru teir í Bangladesh fyri Unicef, har bleiv skipið álopið orsakað av kríggi. Fróði gavst við Kristian Holm tá Vestfinnur, sum p/f Vestur í Vestmanna átti, bleiv bygdur í Aberdeen.


Fróði sigldi sum skipari við Vestfinni til hann, saman við bróðrinum Suna og pápanum Hassa, keyptu Columbus í 1976. Fróði silgdi sum stýrimaður við Columbus til hann í 1981 gjørdi av at leggjast uppá land og byrjaði á Føroya Fiskasølu, har hann var í nøkur ár.


Fróði hevði stóran áhuga í aling, og hann byrjaði í 1982 egið alibrúk við Áirnar, norðanfyri Hósvík. Seinni keypti hann, saman við øðrum, laksasláturvirkið Laxfisk í Hósvík. Fyrst í 1990’unum steðgaði hetta virksemi, og Fróði og Anthonia gjørdu av at flyta til Noregs á vári í 1992.


Fyrsta árið búðu tey í Stavanger, men fluttu síðan til Årdal, har tey í dag búleikast í egnum húsum. Fróði arbeiður sum planleggingarstjóri hjá Marine Harvest Norway og Anthonia arbeiðir í framleiðsluni hjá Marine Harvest í Hjelmeland. Fróði er sera virkin í nærumhvørvinum. Í frítíðini dáma teimum væl at fara á flot við Onnu av Årdal, ið er teirra egni heimasmíðaði bátur. Annars dámar teimum væl at fara biltúrar í Noregi, har tey uppliva tað norsku náttúruna. Tey vitja eisini í Føroyum á hvørjum árið.


Fróði er giftur við Anthoniu f. Hansen úr Hósvík og tey eiga tvey børn. Kim Durhuus og Emly Olsen. Kim er giftur við Anniku Jacobsen og tey hava 3 børn. Emly er gift við Esmari Olsen og tey hava 4 børn. Kim og Emly eru, við familjum, búsitandi í Hósvík.


Tey, ið ynskja at heilsa uppá Fróða, eru vælkomin í Róðrarneystið í Hósvík mikukvøldið 10. septembur frá kl. 18.00.


Vit ynskja Fróða til lukku við 60 ára degnum.