Frælsu tankarnir hjá Hera Mohr

Í blaðnum í dag hevur Heri Mohr eina breiðsíðu til blað­leiðsl­una á Sosialinum fyri ikki at hava tikið upp les­ar­a­brøv hansara.

Hartil er at siga, at Sos­i­al­ur­in týðum fær sera nógv les­ar­a­brøv, og at tað er ógjørligt hjá okkum prenta øll – og ikki minni at prenta tey beinanvegin.
Hetta er ein stórur trup­ul­­leiki, sum vit á red­ak­ti­ó­n­ini fyrihalda okkum til hvønn dag.
Vit velja heldur ikki les­arabrøv frá, tí tey hava á­víst innihald, sum hóskar til meiningar, sum onkur vil hava okkum á blaðnum at hava, hóast vit hava fullan rætt til at velja og vraka, hvat vit prenta og ikki. Hvørki grundlógin ella nakar annar kann áleggja okkum at prenta lesabrøv, um vit ikki vilja.
Heri Mohr er ein av okkara trúgvastu les­ar­a­bræv­skriv­arum. Hann er ein vitandi maður, týðuligt er at hann hevur lisið nógv, og dugir sera væl at skriva. Tí prenta vit fegin hansara lesarabrøv. Einasta orsøkin til, at hetta brævið ikki er prentað, fyrr enn í dag, er tí at tað hevur staðið í bíðirøðini.
Blaðið er avmarkað í stødd. Og tá einasta fíggj­ar­liga grundarlagið undir blað­num er egin søla, søla av blað og søla av lýsingum, so av­mark­ar tað okkum í blað­stødd og harvið, hvussu nógv innsent tilfar, vit kunnu prenta.
Góði Heri Mohr! Sum blað­stjóri kann eg bara harm­ast biðistøðuna. Vit vilja fegin enn sum áður prenta tíni vitugu og gløggu sjón­ar­mið, so okkara vón er, at tygum halda fram at skriva – vit skulu taka í egn­an barm og bøta um okkara lut!
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri